týsdagur 17. februar 2015síða 26
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
lestrarblaðið 2015
2
Tað sum rørir seg innan lestrarheimin er í
støðugari broyting. Føroyingar tíma væl at
lesa, og eru teir undir hægri lestri í 20 ymiskum
londum – flest teirra í Danmark, Bretlandi,
Póllandi og USA. Tølini hjá Studna vísa, at
talið av lesandi hevur verið støðugt vaksandi
seinastu 10 árini. Hóast fleiri lesandi, eru færri
sum fara út um Norðurlond at lesa.
Støðan hjá næmingum, sum møta sálarligum
avbjóðingum á miðnámi, er eisini í broyting.
Mentamálaráðið hevur nevniliga sett pening
av til sálarhjálp í ár. Áður hava næmingarnir
ikki havt havt trygga havn, tá teir hava staðið
á einum vegamóti - kanska við tørvi á ókeypis
sálarligari hjálp. Hetta sær nú bjartari út,
og næmingar reka vónandi ikki longur fyri
vág og vind í viðkvomu tíðini á miðnámi.
Handilsskúlin bjóðar eisini eitt nýtt tilboð til
næmingar, sum ynskja miðnámsútbúgving á
enskum. Hetta tilboðið er tíðarbært og kemur
serliga nýføroyingum, sum hava trupult við
danska undirvísingartilfarinum, og føroyingum,
sum ynskja at nema sær útbúgving á
enskttalandi universiteti til gagns.
Samfelagið er í støðugari broyting, og í tráð við
tørvirnar broytast eisini tilboðini til tey lesandi
– og tað er sum tað eigur at vera.
Redaktørur:
Annika Kunoy Im
Blaðfólk:
Annika Kunoy Im
Mortan Østerø
Umbróting/snið:
Pætur Eyð. Jensen
Jón Tórður Einarsson
Lýsingafólk:
Birgir W. Høgnesen
Frida Mellemgaard
lestrarblaðið2015
Annika Kunoy Im
Tíðirnar og
tilboðini broytast
www.fhk.fo
dáma
Føroya Handilsskúli á kambsdali · Dalsvegur 1, FO-530 Fuglafjørður · Tel +298 61 09 00 · Fax +298 44 49 01 · fhk@skulin.fo
INTERNAT IONAL
BUSINESS STUDIES
Ert tú heimsborgari? dámar tær altjóða avbjóðingar?
dugir tú væl enskt?
· So er ein miðnámsútbúgving á enskum helst nakað fyri teg
· Vit bjóða út Búskaparbreytina á enskum – International Business Studies (IBS)
· Á IBS leggja vit dent á marknaðarføring, búskap, mál og mentanarfatan
Fleiri upplýsingar og umsóknarblað er at finna á www.fhk.fo
Umsóknarfreistin er 15. mars 2015