Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-17, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. februar 2015síða 32

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 lestrarblaðið 2015 Hví fórt tú við AFS, heldur enn at taka seinasta skúla­ árið her í Føroyum? – Fyri umleið tveimum árum síðani byrj­aði eg at hugsa um, hvat eg skuldi fara at gera aftan á 9. flokk, og so fortaldi mamma mín um AFS, tí hon var sjálv ein skiftis­næm­ ingur, tá hon var yngri. Eg helt at hettar ljóðaði øgiliga spennandi, og valdi so at fara at royna okkurt øðrvísi í eitt ár, heldur enn at vera verandi í Føroyum. Ivaðist tú í nøkrum, tá tú skuldi avstað? – Ja, eg ivaðist leingi um eg skuldi fara, tí eg hugsaði um hvussu nógv fór at broyt­ ast hesar 10 mánaðirnar. Til dømis vin­kon­ urnar, arbeiðið og frítíarítrivið. Einki fór at verða heilt tað sama, tá eg kom aftur, men tað endaði so við, at eg tók ta avgerðina at fara, og tað angri eg ikki. Hvat segði familjan hjá tær til avgerðina at fara? – Sum sagt var tað mamma mín, ið fortaldi mær um AFS, so hon helt sjálvandi at tað var eitt gott hugskot at fara við AFS, og pápi mín (og restin av familjuni) tóku eisini sera væl ímóti hesum hugskotinum. Hvussu hevði tú tað tann dagin tú skuldi avstað? – Hóast eg hevði fyrireikað meg til hendan dagin í fleiri mánaðir, var tað løgið, tá dagurin kom, at eg skuldi siga farvæl við fam­ilj­una og vinkonurnar. Eg var eitt sind­ ur kedd um, at eg ikki skuldi síggja tey í so langa tíð, men eg var so spent at fara til Spania at møta nýggjum fólkum og uppliva nýggj ting, at eg hugsaði ikki um at vera kedd, tá eg fór á flog. Hvussu var at koma til Spania? – Tá eg lendi, komu nøkur fólk úr AFS eftir mær og gentuni, eg feraðist við, og so fóru vit til eitt hotel at møta øllum hinum AFS-arunum. Tað var ordiliga stuttligt at síggja so nógv fólk, og øll vóru øgiliga fitt og prátingarsom, so tað fyrsta eg hugsaði, tá eg kom var, at her fari eg at trívast væl. Hvussu eru spaniólar í mun til føroyingar? – Nú sigi eg ikki, at allir føroyingar eru smædnir, men at koma til Spania og møta øllum hesum fólkunum, sum snakka (ella rópa) alla tíðina, fær meg at síggja føroy­ ingar sum eitt meira friðarligt fólkaslag, og spaniólar sum fólk, ið vilja verða hoyrd alla tíðina. Hvussu er skúlin har í mun til her heima? – Í skúlanum, har eg gangi, er nógv strang­ari, enn har eg gekk í Føroyum. Næmingarnir sleppa ikki av hava telefon við í skúla, eingin snakkar í tímunum, og man fær ávaringar fyri at koma ov seint, ikki lurta eftir og ikki hava gjørt lektiur. Eg haldi eisini, at næmingarnir eru nógv meira seri­øsir, enn føroyingar í skúlanum, men eg haldi, at tað kemur av, at man kann dumpa, um man ikki klárar seg nóg væl, og hettar er gald­andi heilt frá 1. flokki. Hvørjum flokki ert tú í har, og er støðið tað sama? – Her gangi eg í tí flokkinum, sum hevði verið 9. í Føroyum. Eg haldi ikki at har er serliga nógvur munur á støðinum her og har heima, her læra vit bara um onnur ting, enn eg gjørdi í 9. í fjør. Men sjálvandi er tað verri her fyri meg, tí undirvíst verður á sponsk­um. Einasta lærugrein, har eg síggi stóran mun á, er enskt, og har er støðið nógv hægri í Føroyum. Hvussu er við málinum? – Fyrstu tveir mánarnir var alt øgiliga ringt, eg skilti næstan einki, av tí at tey tosa so skjótt, og eg dugdi heldur ikki at snakka spanskt serliga væl. Men aftan á eina tíð, tá eg var blivin von við málið, gekk betri, og nú skilji eg mestsum alt og snakki fyri tað mesta á sponskum. Hvørjir eru størsti munirnir á lívinum tú livdi her, og tí tú livur har? – Fyri tað fyrsta, at koma til eitt nýtt land, har eg hvørki kendi fólk ella málið, var ein stórur munur, og fyri tað næsta kann eg ikki snakka við tey, ið eg vanliga havi sæð hvønn dag í 16 ár. Einki er ordiliga tað sama, so eg haldi, at størsti munurin er gerandis­ dagurin. Kenna fólk har til Føroyar? – Nei, eg haldi ikki at eg havi møtt fleiri enn 10 fólkum, sum vistu, hvat Føroyar var, áðrenn eg fortaldi um tað. Eg havi ikki tal á, hvussu ofta eg havi forklárað um Føroyar, men eg haldi, at tað er nokkso stuttligt at for­telja fólki, at Føroyar er til, tí tey vera altíð líka bilsin, tá eg fortelji um tær 18 smáu oyggjarnar í Atlantshavinum við 50.000 íbúgvum. Hevur tú fingið spanskar vinir, ella ert tú mest saman við øðrum AFS-arum? – Ja, eg fylgist onkuntíð við teimum úr flokkinum, og so gangi eg eisini til flogbólt, har eg eri komin at kenna fleiri fólk. Men teir bestu vinirnir eg havi fingið her, eru aðrir AFS-arir. Hvat hava verið bestu upplivingarnar? – Eg haldi, at bestu upplivingarnar hava verið túrarnir við familjuni hjá mær til aðrar býir, og so eisini AFS-tiltøkini, sum eru umleið einaferð um mánaðin. Tá síggi eg altíð okkurt nýtt og spennandi. Eg eri eis­ini blivin ordiliga góð við familjuna og AFS-arirnir, og at uppliva nýggj ting við góðum fólki er altíð stuttligt! Hvat hevur tú lært? – Fyrst og fremst havi eg lært eitt nýtt mál, men eg eri eisini blivin meira sjálvansin. Man lærir eisini nógv um, hvussu ymisk fólk eru, uppá bæði góðar og ringar mátar, men tað er nakað, ið hoyrir til, og man má bara læra at finna tey fólkini, ið gera teg glaðan! Hvat hava verið ringastu upplivingarnar? – Ringastu upplivingarnar hava verið tær tíðirnar, tá eg havi longst heim, og tá tað følist sum einki er serliga stuttligt, tí at tað kann verða einsamalt viðhvørt, hóast man kann snakka við familju og vinir. Men eg royni altíð at lata vera við at hugsa um alt tað keðiliga, og heldur hava tað gott og njóta tíðina, eg havi her. Nú skalt tú skjótt heima aftur, hvat ætlar tú tær at gera tá tú kemur heim? – Eg ætli mær at fara í Studentarskúlan í Hoydølum. Hvørji ráð vilt tú geva teimum, sum, um tey skulu, fara við AFS? – Fyrst og fremst ikki brúka alt ov nógva tíð at snakka við familju og vinir tínar í Føroyum, tí hettar kann gera, at tú ikki snakkar líka nógv við familju tína, ið tú býr hjá, og hetta kann eisini økja um heim­ longsul. Eisini er gott at vera fyrireikað/ur upp á alt t. d. um man ikki endar hjá eini góð­ari familju, ella um man ikki kemur at kenna so nógv fólk tær fyrstu vikurnar, tí at tað kann henda. Men um tú hevur nakr­ ir stórar trupulleikar, so kann man altíð snakka við onkran AFS-frívilligan, og tey plaga at vita, hvat skal gerast. Hvat heldur tú er størsti mentanarmunurin millum føroyingar og spaniólar? – Eg haldi at størsti mentanarmunurin er, hvussu tey hava tað við at skula læra nýggj mál. Vit í Føroyum eru sum oftast áhugað í at læra so nógv nýggj mál, sum gjørligt, og tey flestu duga íhvørtfall trý mál, føroyskt, danskt og enskt. Her er støðið í enskum øgiliga lágt, og tey umseta alt tey kunnu til spanskt, tí tey halda, at tað er tað einasta, tey hava brúk fyri, men eg haldi, at tað tó eru fleiri, ið nú byrja at hava áhuga fyri at læra betri enskt, enn tað vóru fyri nøkrum árum síðani. Hvat er ein stuttlig hending sum tú hevur verið út fyri sum útlendskur næming­ur í Spania? – At snakka við fólk var í byrjanini nokkso ringt, tí at tey skilja ikki so væl enskt, og eg skilti ikki so væl spanskt. Tað hendi ofta, at eg skuldi spyrja onkran um okkurt, og tey svaraðu mær aftur á sponskum, men tá tey upp­dagaðu, at eg ikki skilti tey, byrjaðu tey at forklára á enskum, sum var enn verri. Eg vildi ofta nokkso illa at flenna, men eg visti, at tey royndu at hjálpa mær, so eg læt bara sum einki. Rannvá Eyðunardóttir 16 ár Lagt til rættis: Annika Kunoy Im