Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-17, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. februar 2015síða 34

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 LESTRARBLAÐIÐ 2015 Lagt til rættis: Annika Kunoy Im FYLG DREYMINUM! ...ikki streyminum Hóast nógv teir flestu føroyingarnir, sum fara uttanlands at lesa, fara til Danmarkar, hava vit tó framúr góðar møguleikar at fara longri út í heim. Her hava vit hitt nøkur, sum hava fylgt dreyminum heldur enn streyminum Dávid Fossdalsá 23 ár Hvaðani ert tú? Eg eri úr Klaksvík Hvat lesur tú? Eg lesi BA (Hons) International Busi­ness with Communication Studies á The University of Notting­ham Ningbo China (UNNC) Hvussu kanst tú lýsa skúlan/ undirvísingina? Skúlin og undirvísingin er á enskum og er skipað eftir bretsk­ um leisti, tí uppruna uni­versi­ tet­ið er bretskt. Tað vil siga, at undirvísingin er býtt upp í fyri­lestr­ar við nógvum næm­ ing­um og smærri seminar, ið eru meir interaktiv. Vit verða í høvuðs­heitum mett við skriv­ ligu­m avrikum – uppgávur sum heimaarbeiði og próvtøkur skriv­ aðar við hond og uttan nakrar hjálp­ar­miðlar. Flestu undirvísarar eru altjóða, men universitetið hev­ur tó eisini kinesiskan dám við tað at umsitingin og økið, har vit búgva, verður í høvuðsheitum stýrt av kinesarum. Uni­ver­si­tets­økið ella campus, sum vit nevna tað, er sera grønt við nógv­um graslendi, trøum og eini á. Har eru eini tíggju skúlaheim ella dorms, 3 kantinur, fleiri matstovur og kafé’ir, posthús, vaskarí og eitt stórt ítrottarøki. Universitetið er bert 10 ára gamalt og mennist enn, og í løtuni sæst tað serliga væl, við at eini fýra bygningar eru í gerð. Hvussu kanst tú lýsa lestrarlívið? Hvør dagur er í sjálvum sær ein upp­living, tí universitetið hevur næm­ing­ar úr fleiri enn hálvfjers lond­um, so nýggjar mentanir og mentan­ir­munir eru ein partur av gerandis­degnum. Tó búgva altjóða næm­ing­ar og kinesarar hvør sær, og kinesararnir skulu vera inni áðrenn kl. 23, so tað merkir, at aljtóða næmingar og okkara kines­ isku skúlafelagar eru eitt sindur sund­ur­skild. Um­framt sjálvan lesturin, sum fer við nógvari tíð, so eru nógvir frítíðaraktivitetir á universitetinum. Ítrott­ar­við­ur­ skiftini eru sum heild góð og tað eru nógvir ymiskir frí­tíðar­aktivi­ tet­ir, men nógvir teirra krevja tó ein ávísan kinesisktførleika. Fyrimunir við at lesa í Ningbo, Kina? Við at lesa so langt burturi saman við fólki úr øllum heimsins heraðs­ horn­um víðkar sjónarringin nógv. Tað gevur mær eina altjóða dimen­ sjón, sum eg allarhelst ikki hevði fingið nógvastaðni í heiminum. At lesa í Asia er sum heild bíligt, tí kost­nað­ar­støðið er væl lægri enn í Ev­ropa. Tískil fáa vit møguleika at ferð­ast og uppliva í okkara ferium. Í skrivandi løtu njóta sólina vit á Phu Quoc – eini oyggj í suður Viet­ nam. Tó skal kostnaðurin at flyta til Kina ikki undirmetast, tí túr­ar­ nir til IKEA eru ikki heilt ókeypis. Okkara útbúgving er sjálvandi á enskum, meðan dagliga samskiftið eisini fer fram á kinesiskum, donsk­um, norskum, svenskum, týsk­um, sponskum, fronskum, arab­isk­um o.s.fr. Vit tosa sjálvandi ikki øll málini, men málsligu menn­ ing­ar­møguleikarnir eru sera stórir. Tað ber heldur ikki til at koma uttanum framtíðarmøguleikunum, sum t.d. at tosa kinesiskt gevur okk­um – serliga tá tikið verður við, at al­mennu Føroyar arbeiða við at gera ein fríhandilsáttmála við Vansar við at lesa í Ningbo, Kina? Tað kann viðhvørt vera ógvuliga trupult, og vit hava rent okkum í nógv­ar ymiskar trupulleikar, sum vit illa høvdu kunnað ímyndað okk­um áðrenn. SU hevur verið ein stórur trupulleiki, tí tey eru so ógvuliga ring at fáa fatur á, men hetta er galdandi fyri allar føroyingar uttan fyri norðurlond, tí vit hava einki SU kontór at ven­da okkum til og føroyingar hava held­ ur ikki beinleiðis umboðan í SU og tískil verður bíðitíðin sera long og drúgv. Eisini hevur NemID og Skat givið okkum óvæntaðar trupul­ leik­ar. At vera so langt burtur frá familju og vin­um er sjálvandi hart – serliga tá vit hava drigist við langdrignar trupul­leikar. At fara til Kina uttan at duga eitt orð av kinesiskum gav okkum ikki bestu byrjanarfortreytir og trupulleikarnir gerast eisini størri, tá sermerktir trupulleikar, ið ein­ ans útlendingar hava, skulu sam­ skift­ast við kinesarar, ið ikki tosa enskt raðið. naravbjtta umvegis face­book.