týsdagur 17. februar 2015síða 38
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
lestrarblaðið 2015
Annika Kunoy Im
Tá Maiken Neshamar var 15 ára gomul og
gekk í 9. flokki valdi hon at gevast í fólka
skúlanum. Hetta við skúla var ikki nakað
fyri hana, visti hon frá læraranum, sum
ofta hevði sagt henni, at hon onki dugdi og
onki hevði at gera har í skúlanum.
Hon steðgaði í fólkaskúlanum og fór til
arbeiðis og hevur verið á arbeiðsmarknað
inum síðani. Hon var ung, bert 19 ára gomul,
tá hon og maðurin fingu fyrsta barnið.
Árini gingu, og dreymurin um at fara aftur
á skúlabonk varð ongantíð slóknaður. Í dag
eigur 52 ára gamla Maiken tríggjar vaksnar
døtrar og fýra ommubørn, og hon er sjálv
farin aftur á skúlabonk.
Tað byrjaði við, at hon fyri nøkrum ár
um síðani hoyrdi um eina konu, sum var
farin í skúla við Áir. Maiken hugsaði tá, at
hetta ljóðaði sum ein gyltur møguleiki at
útinna gamla dreymin. Tá sendi hon so
eina umsókn avstað, men fekk síðani svar,
at hon slapp ikki inn tá, men var vælkomin
at søkja aftur.
– Tað gjørdi eg so ikki, sigur hon. Tað
gingu síðani tvey ár, og so ringdu tey frá
Dugna 12. august fyrraárið og søgdu, at "tú
hevur søkt og ert sloppin inn. Vit byrja 19.
august!"
– Tað var eg ikki fyrireikað uppá, men
eg játtaði ja beinanvegin, tí eg visti at hetta
var mín møguleiki. Og tað er tann besta
avgerðin eg havi tikið.
Tá hon byrjaði við Áir, var alt nýtt, tí hon
sigur, at hon hevði næstan ongan lærdóm
við sær frá fólkaskúlanum, har hon hevði
lært lítið og onki.
– Fyri meg var alt nýtt, og eg dugdi
ikki at siga, um tilfarið var egnað til mín
aldursbólk, tí alt var rætt fyri meg tá.
Maiken heldur sjálv, at hon hevur fingið
rættliga nógv burtur úr árinum við Áir,
hóast tað var eitt stórt stig at taka, tá hon
ikki hevði sitið á einum skúlabonki í 37 ár.
Ein av óttunum, sum Maiken hevði áðr
enn hon settist aftur á skúlabonk var, at
hon skuldi fáa somu viðgerð av lærarunum,
sum hon hevði fingið sum ung genta.
Tá Maiken gekk í fólkaskúla, upplivdi
hon nógva happing frá lærarunum, og tað
forðaði henni í at fara aftur í skúla, hóast
hon altíð hevði ynkst tað.
– Skúlin var mín skrekkur fyrr, og eg
fekk ofta at vita frá lærarum, at eg hvørki
dugdi ella kundi. Til endans trúði eg tí sjálv.
Har hevur Dugni hjálpt mær væl við at
uppbyggja sjálvsálitið.
Maiken veit ikki, hvussu ofta hon hevur
fingið hetta at vita frá lærarunum, men tað
hevur verið nokk til at skapa ein sterkan
ótta og lágt sjálvsálit, sum hevur fylgt
Skúlin
var mín
skrekkur
Maiken Neshamar ræddist skúlan, hóast
hon hevði eitt brennandi ynski ut at
sleppa aftur á skúlabonk. Hon bíðaði 37
ár til hon endiliga, sum 52 ára gomul,
fullgjørdi ætlanina og tók 9. floks prógv
á Skúlanum við Áir í fjør. Hon gongur
nú fyrsta árið á Føroya Handilsskúla