Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-17, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. februar 2015síða 42

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 lestrarblaðið 2015 Hvar lesur tú? – Á frisørdeildini á Tekniska Skúli. Hví valdi tú júst hesa útbúgvingarleiðina? – Tí mær dámar væl verkligu linjuna fram um hitt. Tað kreativa er meira til mín, og mær dámar væl at seta hár, leggja make-up og alt sum til hoyrir. Fyrimunir við hesi útbúgvingini? – Dugi ikki at siga júst, hvør fyrimunurin er. Tað er meira fyri meg sjálva – at eg havi áhuga fyri frisøryrkinum, og tað er nakað, sum eg tími at arbeiða við. Vansar við hesi útbúgvingini? – Tað ber altíð til at finna vansar. Skal eg taka ein fram, haldi eg tað vera eitt keðiligt fyri ryggin at standa uppi so leingi, tá ið ein fer á arbeiðsmarknaðin sum frisør. Hvussu er lestrarlívið? – Lestarlívið er super – mær dámar tað væl. Og tað ger, at eg fái størri og størri áhuga fyri øllum hesum. Hvussu sær tín gerandisdagur út? – Ein skúladagur á deildini er skipaður eins og á øðrum miðnámsskúlum við frí­korterum og blokkum, tó at vit gera og lesa um hár, makeup og annað. Ein vanligur gerandisdagur á frisørdeildini er, at vit møta klokkan 8.10 og hava til dømis 'bombage'. Tað vil siga, at vit skulu føna eina mannfólkafrisyru, sum eitur 'bombage'. Seinni gera vit kanska langthárs- uppsetan, har vit læra at seta hár upp t. d. brúarfrisyrur og líknandi. Hvørjar útbúgvingar eru tøkar? • Gymnasial tøknibreyt • Yrkisnám innan EL, METAL og TIMBUR • Matvøruatstøði Hví skulu næmingar velja at taka eina útbúgving frá tykkum? – Alt eftir hvørjar lærugreinir næmingurin velur, kann ein lúka upptøkukrøvini til nær­um allar útbúgvingar – bæði styttri og longri útbúgvingar. Fyrstu HT-pisurnar – nú nevnd Gymnasiala Tøknibreytin – fingu prógv fyri 20 árum síðani. Fleiri av teimum, sum hava tikið HT-prógv hava nú hægri út­búgv­ ingar – t. d. læknar, verkfrøðingar, arkitektar, løg­frøðingar, jarðfrøðingar, sjúkra­røkta­frøð­ingar, lærarar, námsfrøðingar og gransk­ arar innan stjørnufrøði, jarðfrøði og nanotøkni. Til teirra, ið velja yrkis­útbúgv­ ingar, kunnu vit bjóða framkomin verkstøð, sum saman við sterkari handverksvinnu í økinum geva ung­um stytstu leiðina bein­leiðis út í vinnulívið. Haraftrat er før­oysk­ir hand­verk­arar sera væl dámd­ir og fáa væl­lønt størv kring allan heim­ in, og í hesum døgum er eftir­spurn­ ing­urin eftir teimum sera stórur. Hvørjir eru fyrimunirnir við útbúgvingini? – Stóri fyrimunurin við Gymnasialu Tøkni­breytini er, at her sleppa næmingar at royna ástøði og vitan í verki. Ein partur av undir­vís­ing­ in fer fram sum verkætlanir, har dentur verður lagdur á, at læra og venja seg at leggja fram. Í sam­ starvi við aðrar, loysa næm­ingar tøkniligar- og samfelagsligar av­ bjóð­ingar, har ein partur er at framleiða lutir á verk­støðum og í royndar­stovum. Eftir áhuga, hava næmingar atgongd til serhølir og fjøl­broytta útgerð. Matvøruútbúgvingin er byrjanin til kokka- og kostútbúgvingar. Tvær ferðir eru næmingar í starvsvenjing í tvær vikur, sum er eitt gylt høvi at leita sær lærupláss. Útbúgv­ingin sum gastronomhjálpari tekur hálvt­ annað ár – eitt ár í skúla og hálvt ár í læru. Hvørjir eru vansarnir við útbúgvingini? – Um onkur heldur frástøðuna til Klaksvíkar vera stóra, so má sigast, at busssambandið er frálíkt. Eisini er góðir møguleikar fyri at fáa innivist á Skúlaheiminum ella privata leigu­avtalu í býnum. Hvørjar starvsmøguleikar hava tykkara næmingar í Føroyum? – Innan yrkisútbúgvingarnar eru góðir møgu­leikar hjá tí nærlagda at finna lærupláss. Tað er javnan at fyri­tøkur venda sær til skúlan, tí tær ynskja at gera lærusáttmála ella knýta ungfólk við handverksáhuga at sær. Gymnasiala Tøknibreytin er, sum hinar miðnámsútbúgvingarnar, for­ treytin fyri at fara undir hægri ella víðari lestur. Í mun til aðrar hægri útbúgvingar, er mest sannlíkt at finna dreymastarvið, um tú hevur praktiska og tøkniliga barlast. Hvussu sær ein gerandisdagur út á skúlanum? – Vanliga er skúlagongdin frá klokk­ an átta til trý. Á skúlanum er kan­ tina, har møgu­leiki er fyri at fáa morgundrekka og døgurða á mid­ degi. Næmingar við áhuga fyri bólt­ spæli og badminton hava atgongd til ítróttar­hall­irnar, sum liggja nær­ hendis skúlan, umframt at svimji­ høll og fót­bóltsvøllurin eisini eru beint við. Á Skúlaheiminum hava búfólk at­gongd til borðtennis, dart o.o. spøl. Skúladagurin er skiftivís floks­ undirvísing, bólkaarbeiði, snið­gev­ ing og framleiðsla á verkstøðum. Eftir vanliga skúlatíð ber til eftir avtalu at gera verkætlanir, loysa upp­gávur o.a. heimaarbeiði. Elisabeth Andreasen 19 ár Rúni Heinesen Skúlastjóri á Tekniska Skúla í Klaksvík