Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-23, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. februar 2015síða 36

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 9 l 23. februar 2015 4 vikutíðindi Hvat kann eg gera fyri at hjálpa? Hvussu kann eg gera mun? Hetta eru spurningar, sum hava fingið Krabbameinsfelagið at skipa fyri tiltakinum, Grannakaffi. Tað er javn­an, at felagið fær fyri­spurn­ingar frá fólki, sum kundu hugsað sær at tik­ið lut í stríðnum móti krabba­ meini. – Hóast tað til tíðir kann tykjast torført at fáa greiði á, hvussu tú best kann veita hjálp, er einfalda svarið at hjálpa teimum, sum longu hjálpa. Tí hava vit tikið stig til til­ takið – Grannakaffi. Tiltakið er liður í støðuga arbeiðnum hjá felagnum og hevur sín uppruna í spurninginum »Hvat kann eg gera fyri at hjálpa?« Grannakaffi tekur støði í tí, sum før­oyingar frammanundan duga ser­liga væl – at stákast og skipa fyri hugna­løtum. Grannakaffi verður hildið leyg­ ar­dagin 14. mars og hevur tveir hjálpar­møguleikar: Vertirnir bjóða grannum, vinum ella øðrum á gátt til ein drekkamunn, eitt prát, eina uppliving ella okkurt heilt annað. Tað verður latið upp til hvønn ein­staka vertin at seta sín dám á tiltakið so leingi tað ikki stríðir móti virðunum hjá felagnum. Gestirnir fara á gátt hjá ein­um granna, vini, bindiklubba, skúla­flokki ella
undirhúsi og rinda fyri drekka­ munnin ella tað, sum vert­urin velur at uppvarta við. Gesturin rindar eftir førimuni og í trúnaði, og hvør króna ger mun. Krabbameinsfelagið vísir á, at fram til 1. mars kunnu áhugað ger­ ast vertir til Grannakaffi, og fe­lagið vón­ar at fáa nógvar vertir kring land­ ið. – Tey, sum hava hug at gerast vertir, fáa nærri kunning um, hvussu tey skulu bera at við at venda sær til Krabbameinsfelagið, og tað ber eisini til at nema sær kunning á www.krabbamein.fo og á facebook. com/grannakaffi vilmund@sosialurin.fo± Tú kanst gera mun Tungt at síggja Jógvan fara - Tað var tungt at síggja ein frískan mann, sum Jógvan Norðbúð var, fara soleiðis, men tá sjúkralegan hóast alt gjørdist til hálvt annað ár, fingu vit eisini stundir til at siga honum farvæl, sigur Bill McLeod Jacobsen, sum saman við konu síni fer at skipa fyri Grannakaffi Vilmund Jacobsen Millum tey, sum verða vertir fyri Granna­kaffi, eru hjúnini, Poulina Norð­búð og kendi lands­liðs­venjarin, Bill McLeod Jacobsen. Tey skipa fyri til­tak­in­um heima við hús í Kálva­gerði 2 í Havn og fara at bjóða grann­um, vin­fólki og kenningum annars til Granna­kaffi. Bill Mcleod sigur, at fyri tey er tað púrasta náttúrligt at vera við í til­ takinum. – Tað, sum kemur burtur úr, er peningur, sum fer til eitt gott enda­ mál. Sjálvur havi eg tikið lut í ítrótti í nógv ár og havi eisini verið við til at skipa fyri tiltøkum, sum geva pening. Nú vilja vit gjarna vera við til at stuðla Krabbameinsfelagnum við hesum tiltaki. Bill McLeod vísir á, at tá kona hans­ ara eisini starvast sum samskipari hjá Krabbameinsfelagnum, er tað ógvu­ liga nærliggjandi, at tey eru partur av hes­um tiltaki. Jógvan doyði ungur – Pápi Poulinu, Jógvan Norðbúð, sum var kendur innan føroyskan fótbólt sum venjari, doyði 58 ára gamal í 2006 av krabbameini. Vit hava eisini ein vinmann í Danmark, sum er fongd­ ur við krabbameini. Vit hava tí havt herviligu sjúkuna tætt upp at okkum. Hann vísir á, at frá at vera ein frísk­ ur maður, gjørdist Jógvan sjúkur og andaðist eftir umleið hálvum øðrum ári. – Tað var tungt at síggja ein frískan mann, sum Jógvan var, fara soleiðis, men tá sjúkralegan hóast alt gjørdist til hálvt annað ár, fingu vit eisini tíð til at siga Jógvani farvæl, sigur Bill McLeod, ið starvast sum leiðslufulltrúi á Psykiatriska Deplinum. Grannakaffi Bill McLeod Jacobsen vónar, at tað verða nógv, sum fara at taka und­ir við tiltakinum Grannakaffi hjá Krabba­ meins­felagnum. – Vit fara at bjóða grannum, vinum, kenningum og øðrum áhugaðum til Grannakaffi í Kálvagerði 2, sigur Bill McLeod Jacobsen. Verfaðir Bill, Jógvan Norðbúð, ið var kendur fótbóltsvenjari, doyði ungur av krabbameini – Vit fara at bjóða grannum, vinum, kenningum og øðrum áhugaðum til Grannakaffi í Kálvagerði 2, sigur Bill McLeod Jacobsen