mánadagur 23. februar 2015síða 38
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 9 l 23. februar 2015
6
vikustjórin
Vilmund Jacobsen
Tað var hin 1. oktober í fjør, at møðg
urnar úr Norðragøtu, Turið Johannesen
og Mildrið Eivindsdóttir, yvirtók blómu
handilin Orkis frá Sámali Erik Djurhuus
og Anette Sonne á Glyvrum.
Turið, sum er 25 ára gomul, er
stjóri í felagnum, sum eigur handilin,
og tær báðar eiga hvør sína helvt í
hesum felag.
Turið er útbúgvin blomsturdekora
tør. Hon varð liðug at læra á sumri í
2013, og hon lærdi hjá Árstíðunum í
Havn.
Turið hevði tó frammanundan læru
tíðini eisini arbeitt í Vakstrarhúsinum í
Sandavági í eina rímiliga rúma tíð. Hon
byrjaði eisini at læra í Sandavági, men
valdi heldur at taka FHS - og fór so
seinni aftur í læru hjá Árstíðunum.
Turið dylur ikki fyri, at tað hevði
stóran týdning fyri yvirtøkuna av
Orkis, at Anette Sonne framvegis
vildi vera knýtt at handlinum, eins og
Sámal Erik Djurhuus eisini er tøkur til
ymiskar uppgávur.
Orkis hevur eisini lærling, Maritu
Westergaard, og her er tað Anette
Sonne, ið stendur sum lærumeistari.
Turið sigur, at við sínum drúgvu
royndum gjøgnum fleiri enn 30 ár
er Anette Sonne nógv verd fyri fyri
tøkuna.
– Orkis er ein spennandi fyritøka við
stórum og fjølbroyttum úrvali. Eg eri
sera fegin um, at tað eydnaðist okkum
at gerast eigarar av hesi fyritøku, og
hóast tað kann vera strævið viðhvørt,
havi eg onga løtu verið í iva um, at vit
tóku eina rætta avgerð. Tað er deiligt
at kunna arbeiða við tí til dagligt, sum
tú hevur hug til.
Turið sigur, at mamman, sum átti
foreldur, ið róku handil í Gøtu, syrgir
fyri bókhaldinum og hjálpir eisini til í
aðrar mátar, tá mest er at gera.
Øðrvísi blómuhandil
Orkis er handilin við stórum útboði og
tænastum, tá ræður um privatkundar,
og tá talan er um eitt nú føðingardagar,
konfirmatiónir, veitslur og onnur tiltøk
hevur Orkis allar førleikar og royndir í
at pynta og hugna um. Fyritøkan hevur
eisini kransar og blómusamlingar til
jarðarferðir og ymiskt at seta á ein
gravstað, eins og tey bjóða seg fram
til at pynta kirkjur, samkomuhús og
hølir annars í hesum sambandi.
Orkis fer út og pyntar kistu, kirkju,
samkomuhús og onnur høli ókeypis,
og koyrt verður eisini út ókeypis í
nærumhvørvinum, Eysturoy og Norð
streymoy.
– Orkis er ein øðrvísi blómuhandil,
og her fært tú júst tey ynski uppfylt,
sum tú hevur. Vit, sum starvast í fyri
tøkuni, hava royndir við at gera øðr
vísi kransar, dekoratónir og blómu
samlingar, og tað er bara hugflogið,
sum setir mørkini, sigur Turið Johanne
sen, annar av eigarunum og stjóri
í felagnum, sum eigur forvitnisliga
blómuhandilin Orkis á Glyvrum.
Deiligt at arbeiða við tí
tú hevur hug til
– Orkis er ein øðrvísi blómuhandil, og her fært tú júst tey ynski uppfylt, sum tú hevur. Vit, sum starvast í
fyritøkuni, hava royndir við at gera øðrvísi kransar, dekoratónir og blómusamlingar, og tað er bara hugflogið,
sum setir mørkini, sigur 25 ára gamla Turið Johannesen, stjóri í felagnum, sum eigur Orkis á Glyvrum
Møðgurnar úr Norðragøtu,
Turið og Mildrið, sum eiga
blómuhandilin Orkis á
Glyvrum. - Tað er deiligt at
kunna arbeiða við tí til dagligt,
sum tú hevur hug til, sigur ungi
stjórin, Turið Johannesen