mánadagur 23. februar 2015síða 40
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 9 l 23. februar 2015
8
vikutíðindi
Vilmund Jacobsen
Fyrst í februar flutti Blómuhúsið við
Norðskála, sum hevur húsast í somu
hølum, sum skógvahandilin Lissan,
oman í nýggja Á-handilin.
– Vit hava verið her niðri í stívliga
tvær vikur, og eg haldi, at fólk hava tikið
væl ímóti okkum. Afturmeldingarnar,
sum vit hava fingið, eru góðar, og her
eru umstøðurnar eisini nógv rúmligari,
enn tær vóru. Hetta gevur okkum eisini
nýggjar møguleikar.
Tað eru Haraldur Símunarson Han
sen og Marjun Thomasen Olsen, sum
eiga og reka Blómuhúsið og Urta
garðstænastuna.
Longri opið
Haraldur sigur, at plássið, tey nú
hava at húsast á við Blómuhúsinum,
er tríggjar ella fýra ferðir størri enn
áður.
– Tá tú kemur inn í Á-handilin,
liggur Blómuhúsið partvís í gongini
og á vinstru síðu, tá tú kemur inn í
handilin.
Hann sigur, at nú umstøðurnar
eru betri, er úrvalið eisini vorðið nógv
størri, og nú hava tey eisini nógv fleiri
liðug ting og samlingar, sum við
skiftafólk bara kunnu koma og keypa,
um tey vilja hava okkurt við upp í inn
keypsvognin í Á-handlinum.
Haraldur sigur, at Blómuhúsið er
opið, tá Á-handilin er opin - yrkadagar
frá klokkan 07.30 á morgni til 23 á
kvøldi, og leygardag frá klokkan 10
til 14 ella longri út á dagin - alt eftir,
hvat er at gera.
– Eila Hansen, sum er dekoratørur,
er tøk í Blómuhúsinum vanligar yrka
dagar frá klokkan 10 til 18 og leygar
dag millum klokkan 10 og 14, men
keypast kann úr Blómuhúsinum somu
klokkutímar, sum Á-handilin er opin.
Eila er altíð til reiðar at gera ymiskar
samlingar – eftir ynski – í eini handa
vend.
Evsta freist
Haraldur Símunarson Hansen sigur, at
tá talan er um jarðarferðir, føðingar
dagar og onnur størri tiltøk, kunnu
fólk altíð seta seg í samband við
Blómuhúsið – eisini uttan fyri nevndu
klokkutímar.
– Nú vit eru komin út í endan av
februarmánaði, er seinasta útkall at
seta ymiskar leykir niður, og tað eru
nógv, sum hava verið inni á gólvinum
og keypt, leggur Haraldur Símunarson
Hansen aftrat.
Leggjast kann aftrat, at herfyri
plantaði Urtagarðstænastan 8.800
leypir ymsastaðni í Runavíkar komm
unu, og hetta er triðja árið, at tæn
astan ger hesa uppgávu fyri komm
ununa.
Tá tíðin kemur, at leykirnir fólna
og verða tiknir uppaftur, verða blómur
settar í moldina í staðin.
Blómuhúsið er flutt í
Á-handilin við Norðskála
– Nú umstøðurnar eru betri, er úrvalið eisini vorðið nógv størri, og nú hava vit
eisini nógv fleiri liðug ting og samlingar, sum viðskiftafólk bara kunnu taka upp
í innkeypsvognin í Á-handlinum, sigur Haraldur Símunarson Hansen
Eila Hansen, sum er dekoratørur,
er tøk í Blómuhúsinum vanligar
yrkadagar frá klokkan 10 til 18 og
leygardag millum klokkan 10 og 14
Umstøðunar hjá Blómuhúsinum
í Á-handlinum eru nógv betri
enn tær vóru í gomlu hølunum