mánadagur 23. februar 2015síða 42
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 9 l 23. februar 2015
10
vikutíðindi
Føroyska upplivingarfyritøkan, sum
er kend undir navninum CoastZone
North Atlantic, skiftir nú samleika
og eitur NAX, sum stendur fyri North
Atlantic Xperience.
Tað eru teir tríggir Eyðun Berg,
Ólavur Thomsen og Hans Mikkelsen,
sum eru nakrir av eigarunum og reka
fyritøkuna. Fyritøkan bleiv upprunaliga
stovnað saman við danska felagnum
CoastZone, tí varð navnið av fyrstan
tíð CoasZone North Atlantic.
Seinastu tvey árini hevur fyritøkan
verið føroysk burturav, og tí var hildið
rætt at geva fyritøkuni sín egna
samleika. Navnið skuldi verða stutt,
einfalt, annarleiðis og lætt at hand
fara. Tað bleiv so NAX - ein stytting av
North Atlantic Xperience. Búmerkið er
Norðstjørnan við einum ringi rundan
um. Norðstjørnan er álitið, hon vísir
vegin og umboðar norðaru hálvkúlu,
hetta er eisini tað NAX stendur inn
fyri.
Upplivingarfyritøka
NAX skipar fyri tiltøkum og uppliv
ingum til fyritøkur, stovnar og bólkar
innan ferðavinnuna. Fyri tað mesta úti
í okkara vøkru og óspiltu náttúru.
Fyritøkan hevur drúgvar royndir
við at menna og optimera bólkar og
lið. Tað kann vera árliga útferðin, at
starvsfólkahópurin skal samansjóðast
ella eitt ávíst endamál, ið virkið ar
beiðir við. Skráin verður samansett
soleiðis, at øll kunnu vera við.
NAX er ein mobil eind og skipar
fyri tiltøkum um alt landið; soleiðis
eru altíð nýggjar upplivingar ein val
møguleiki.
Dømi um upplivingar og avbjóðingar
eru at síga og klatra, svimja í grottum,
leypa á sjógv frá ymsum hæddum,
rógva í kajakk, ríðitúrar, og vakrir og
avbjóðandi gongutúrar umframt nógv
ymiskt annað. Meira upplýsingar eru á
heimasíðuni: www.nax.fo
CoastZone
eitur nú NAX
Eyðun Berg, Ólavur Thomsen og Hans Mikkelsen frá NAX
Mynd: Álvur Haraldsen