mánadagur 23. februar 2015síða 46
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 9 l 23. februar 2015
14
vikutíðindi
Svenski poppbólkurin Roxetter er
nú farin undir seinna part av teirra
jubileumskonsertferð, sum markerar
fyrstu 30 árini hjá bólkinum. Fyrsta
konsertin var í Brisbane í Australia,
og
komandi
mánaðirnar
spælir
Roxette umleið 40 konsertir – serliga
í Europa.
Europeiski parturin av konsert
ferðini byrjar av álvara í Milano 10. mai,
og síðani leggur Roxette leiðina fram
við í býum sum Barcelona, Bukarest,
Budapest, Paris, Amsterdam, Sofia,
Køln, Warszawa, Stockholm og Wien.
Konsertferðin hjá Roxette kemur
víða í Europa, og stóru høvuðsstaðirnir
bíða spentir eftir vitjanini frá bólkin
um.
Men mitt í rúgvuni av stórbýum
stendur Klaksvík eisini á skránni, og
Roxette spælir á Vágsbøi fríggjakvøldið
7. august. Roknað verður við, at hetta
verður størsta einstaka konsertin í
Føroyum nakrantíð.
Ferðast nógv
Tá ið tað kemur til norðurlendskan
populertónleik er ABBA nógv tað
størsta navnið, ið norðurlond nakran
tíð hava havt. ABBA er í toppi í altjóða
samanhangi og kann flokkast saman
við eitt nú The Beatles, Elivs Presley,
Michael Jackson, Madonna og Elton
John.
Eftir ABBA er Roxette bestseljandi
norðurlendska tónleikanavnið nakran
tíð. Eftir at Roxette í 1989 fekk gjøg
numbrot við sanginum The Look , vóru
tey ikki til at steðga, og innspældu ein
hittsangi fyri og annan eftir. Roxette
rakk eisini inn á risastóra amerikanska
markanðin, og mett verður, at saman
lagt hevur Roxette selt 75 milliónir
eintøk av sínum útgávum.
Roxette hevur gjøgnum árini eis
ini spælt nógvar konsertir, og eftir
ein longri steðg fóru tey veruliga at
spæla live aftur fyri fýra árum síðani.
Í 2001 og 2012 vórðu tey á heims
konsertferð, har tey ferðaðust kring
heimin tvær ferðir og spældu fyri 1,5
milliónir fólkum í 46 londum. Hendan
konsertferðin staðfesti, at Roxette í
grundini var størri, enn tey nakrantíð
áður høvdu verið í teirra yrkisleið.
Nú er Roxette aftur upp á fartin,
og tey hava játtað at leggja leiðina
til Føroya í august, tá ið tey spæla
á Summar Festivalinum í Klaksvík.
Hetta er sum vera man fyrsta ferðin,
tey vitja í Føroyum, og lagt er upp til
størstu poppkonsertina í Føroyum
nakrantíð á Vágsbøi fríggjakvøldið 7.
august.
Roxette sett kós
ímóti Føroyum
Roxette er nú farið undir stóru konsertferðina, sum í august leiðir
tey til Føroya at spæla. Áðrenn framførsluna í Klaksvík skulu tey
spæla í eitt nú Milano, Madrid, London, Dublin, Paris og Prag
Teir kendu sangirnir
Roxette hevur havt 31 hitsinglur kring
heimin, og eisini her á okkara leiðum kenna
vit nógvar av sangunum hjá Roxette.
Burtur úr rúgvuni av hitsinglum kunnu vit
nevna:
The Look
It Must Have Been Love
Sleeping In My Car
Listen To Your Heart
Dangerous
Spending My Time
Joyride
Dressed For Succes
How Do You Do
Wish I Could Fly
Fading Like A Flower
Crash Boom Bang
Church Of Your Heart
Roxette er nú farið undir stóru konsertferðina, sum í august leiðir til tey Føroya at spæla