Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-23, síða 48
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. februar 2015síða 48

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 9 l 23. februar 2015 16 vikutíðindi Summar Festivalurin boðar nú frá, at tveir av størstu føroysku tónleika­ bólkunum verða við á festivalinum, sum verður hildin í august. Frændur hava júst hildið 30 ára jubileum, og teir munnu ivaleyst verða populerasti føroyski tónleikabólkurin hesi árini. Rockbólkurin Týr kemur víða í út­ landinum, har teir eisini hava selt meira fløgur enn onnur føroysk nøvn. Bæði Frændur og Týr vóru við á fyrsta Summar Festivalinum, sum varð hildin í 2004, og nú fara teir væl umtóktu og haldbaru bólkarnir aftur á pallin á Vágsbøi. Kvæðarockur Tað eru liðin næstan 10 ár, síðani Týr fekk gjøgnumbrot í føroyskum tón­leiki við Prix Føroyar luttøkuni og teirra útseting av Orminum Langa. Síðani hevur Týr verið fremst føroyska rocknavni við sínum buldrandi kvæða­ rocki og altjóða framførslum og útgávum. Við frumkenda rockljóðinum hevur bólkurin vunnið sær ein alt størri status á altjóða pallinum. Onkrir av sangunum hjá Týr hava fingið óvanliga nógvar sýningar á YouTube. Sinklars Vísa er sædd meira enn tvær milliónir ferðir, og sangurin Hold The Heathen Hammer High hevur næsta fýra milliónir sýningar. Hetta er púra óhoyrt fyri eitt føroyskt tónleikanavn og staðfestir, hvussu stórir Týr eru úti í heimi. Seinnu árini hevur Týr verið støðugt á ferð í Europa, USA og aðrastaðni, og teir eru mest seljandi føroyski tónleikabólkur nakrantíð. Til Summar Festivalin hevur Týr eisini nakað heilt serligt við í fram­ førslu síni. Pól Arni Holm, sum var sangari í bólkinum fyrstu tíðina, verð­ ur serligur gestur, tá ið Týr spælir á Summar Festivalinum. Pól Arni legði rødd til Ormin Langa av fyrstan tíð og fær ivaleyst høvi at gera tað enn einaferð í august. Frændur Eingin føroyskur tónleikabólkur hevur í sama mun sum Frændur megnað at savna fólkið um sínar sangir. Síðani Frændur kom við fyrstu plátuni í 1984, hava teir latið føroyingum eina slíka perlurekkju av sangum, sum eing­in annar bólkur hevur megnað. Frændur hava sungið um land og fólk, um kærleika og kríggj, um rætt­ vísi og ójavna – og um tíðina. Frændur fer á stóra pall á Summar Festivalinum, eftir at høvuðsnavnið Roxette hevur havt sína framførslu. – Hetta verður eitt gylt høvi at fram­føra fyri kanska størstu fjøld í søguni á Summar Festivalinum, og vit gleða okkum veruliga til at njóta løtuna og sangirnar saman við áhoyr­ arunum, siga teir í Frændum. Og er tað nakað, sum Frændur hevur, so eru tað sangir til stóru fjøld­ ina á Summar Festivalinum. Sterkir føroyskir bólkar á Summar Festivalin Tvey av bestu føroysku tónleikakortunum heima og í útlandinum verða við á Summar Festivalinum í august Fakta Summar Festivalurin varð hildin fyrstu ferð í 2004 Festivalurin í ár er tann 12. í røðini Høvuðsnavn í ár er svenski poppbólkurin Roxette Aðrir bólkar, sum hava framført á Summar Festivalinum, eru Westlife, The Scorpions, Kim Larsen, Bobby Bare, Rasmus Seebach, Melanie C, Ronan Keating og The Rasmus. Týr eru størsta føroyska tónleikanavni í útheiminum Frændur eru ivaleyst best umtókti føroyski bólkurin í nýggjari tíð