týsdagur 24. februar 2015síða 2
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 25. februar 2015 · Nr. 23
mikudagsblaðið
Stovnaður: 1927
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Tað er mangt sum bendir á, at vit
kunnu skjóta ein hvítan píl eftir
semjuni um eina fiskivinnunýskipan.
Tann breiða semjan – har allir
flokkar skuldu vera við, tykist verða
skotin niður longu frá byrja, tí at and
støðan als ikki hevur verið við í til
gongdini til semjuna yvirhøvur.
Løgtingsvalið nærkast í hvørk
um, og tað fær samgongutingfólk at
spjálka og koma við útsagnum, sum
benda á, at stór semja er innanhýsis
í Sambandsflokkinum um »felags
forstáilsið« við Fólkaflokkin um fiski
vinnunýskipan.
Løgmaður segði við útvarpið, at
tað gevur onga meinging at senda eitt
uppskot til hoyringar, uttan at hava
fingið eina semju.
– Tí tað skal eingin koma og siga
aftaná, at vit ikki hava gjørt alt sum
stendur í okkara makt til tess at fáa
eina semja um eina nýggja fiskivinn
unýskipan, segði hann.
Løgmaður váttaði eisini í Kring
varpinum, at hann ikki blástemplar
ta freist upp á 14 dagar frá seinasta
fríggjadegi, sum Jacob Vestergaard,
fiskimálaráðharri, hevði sett fyri at
finna hesa semju.
Tað tykist alt meira greitt, at Sam
bandsflokkurin ikki vil gera eina fiski
vinnusemju bara saman við Fólka
flokkinum. Hinvegin er tað eingin
trupulleiki hjá Fólkaflokkinum at gera
semju við Sambandsflokkin – við ella
uttan andstøðuna.
Løgmaður segði í nevndu samrøðu
við Kringvarpið, at hann vil í øllum
førum hava annan av stóru andstøðu
flokkunum við saman við teimum
báðum smáu.
Tað vil siga, at tann nógv umrødda
fiskivinnusemjan bara verður veru
leiki, um samgongan kann semjast
við annaðhvørt Tjóðveldi ella helst
Javnaðarflokkin og ein av teimum
smáu. Við øðrum orðum verður eingin
semja, uttan so at 27 ella 28 av okkara
33 fólkavaldu tingfólkum taka undir
við henni.
Løgmaður sigur eisini, at andstøð
an skal hava ein rættvísan møguleika
at samráðast samgonguna, og at hann
vil gera tað í einum fairplay anda,
soleiðis at allir flokka kunnu kenna
síni fingramerki aftur í nýskipanini.
Vit kundu konkluderað, at hetta
boðar frá góðum, tí so fáa vit ikki eina
fiskivinnunýskipan, sum er gjørd í
óðum verkum. Og tað er gott í sjálv
um sær. Men hetta er helst ein týðulig
ábending um, at als eingin nýskipin
verður løgd fram.
Fyri tað fyrsta tykist frástøðan
millum Fólkaflokkin øðrumegin og
Javnaðarflokkin og Tjóðveldisflokkin
hinumegin at vera alt ov stór til, at
løgmaður fær sítt krav uppfylt.
Eisini eru vit alt ov nær einum
løgtingsvali, og tí passar tað Sam
bandsflokkinum og løgmanni best, at
málið um fiskivinnunýskipanina verð
ur goymt til aftan á valið. Tí tá kunnu
aðrir flokkar, enn Fólkaflokkurin,
seta síni fingramerki og – og tað fer
uttan iva at passa løgmanni og flokki
hansara best.
Krøv løgmans til semju við
andstøðuna eru óveruliga stór
So reyk nýskipanin
Stór
virði
kastað
fyri borð
Reimund langgaard
kjak síða 21
Peng
ar og
heilsu
verkið
Jenis av rana
kjak Síða 20
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum!
Føroyingar, sum geva gávur
til vælgerandi og almanna
gagnlig endamál, skulu nú
sleppa at draga tær frá í
skatti.
Tað vilja tær báðar løg
tingskvinnurnar fyri Tjóð
veldi, Sirið Stenberg og Krist
ina Háfoss.
Mikudagin fara tær at
leggja uppskot fyri løgtingið
um skattafrádrátt fyri stuðul
til vælgerandi og alment
gagnligt arbeiði
– Endamálið er at gera tað
enn meira áhugavert hjá fólki
at lata stuðul til vælgerandi
og almannagagnlig endamál,
siga tær báðar.
Í Føroyum eru nógv feløg
og stovnar ið gera eitt stórt
vælgerandi
og
almanna
gagnligt gagnligt arbeiði, ið
hevur týðning fyri sera nógv
fólk og samfelagið alt.
Tær báðar nevna Beran,
Krabbameinsfelagið og Javni
sum dømi um trý slík feløg.
Tey flestu av hesum feløg
um útvega pening við gávum
og stuðli frá fólkum, men
í dag er tað soleiðis fólk, ið
lata tílíkan stuðul, lata hann
av skattaðari inntøku.
Nú er so ætlanin, at
tey skulu kunna draga tað
frá, sum verður latið til
vælgerandi ella almanna
gagnlig endamál. Tó skal í
mesta lagi bera til at draga
15.000 krónur um árið.
Tær báðar tingkvinnur
nar vænta, at hetta fer at
økja áhugan fyri at stuðla
vælgerandi
og
almanna
gagnligum virksemi. Og tað
fer so aftur at styrkja fíggj
arliga grundarlagið undir
teimum feløgum, ið virka fyri
vælgerandi og almannagagn
ligum virksemi – til gagns
fyri alt samfelagið, siga tær
báðar.
Skrið ella stormur av útsynningi
og ælingur, partvís kavi. Hitalagið
millum -1 og + 2 stig.
Veðrið fríggjadagin og
leygardagin:
Fríggjadagin stormur av útnyrðingi
og kavaælingur, leygardagin minni
vindur av útsynningi og yvirhøvur
turt. Hitin millum frostmarkið og
+ 4 stig.
Veðrið hósmorgunin:
Eitt lágtrýst, 971 hPa. við Hetland
fer í landnyrðing.
Veðrið mikunáttina:
Eitt lágtrýst tekur seg upp í
landsynning úr Hvarvinum fer í
landnyrðing og dýpist nógv.
Petur Skeel
Jacobsen
greiðir frá
um veðrið
Seinnapart:
Gul til stívt andøvsgul av
útnyrðingi og sólglottar, men
okkurt æli, partvís kavi. Hitin
millum 2 og 5 stig.
HÓSDAGIN
TÝSDAG
MIKUDAGIN
5-10 m/s
20-25 m/s
10-15 m/s
5-10 m/s
20-25 m/s
10-15 m/s
Stívt andøvsgul upp í hvassan
vind av útsynningi og fyrrapartin
yvirhøvur turt, men seinnapartin
regn. Hitin millum 5 og 8 stig.
Signar P. Dam á Tvøroyri
ætlar sær ikki á ting. Tað ger
hann greitt í lesarabrævi í
blaðnum í dag.
– Onkur hevur spurt meg,
hvat feilar? Tú skrivar so nógv
fyri tíðina. Ætlar tú at stilla
upp til heystar?
Men tað ætlar Signar P.
Dam sær ikki. Hóast pápi
hansara og beiggi hansara
hava verið formenn í Javn
aðarflokkinum og løgmenn í
Føroyum, og hóast tvær bróð
irdøtur sita og hava sitið á
tingi, so hevur Signar P.
Dam ongar slíkar ætlanir.
– Nei eg kann vissa øllum,
sum hava handa tankan um,
at eg ætli mær ikki at stilla
upp.
– Men sum ein sum var
við, tá okkara tá góða sosi
alskipan varð fødd í 1959, og
sum minnist, tá P. M. Dam
legði grundarsteinin til nú
verandi Landssjúkrahús, so
orki eg ikki at síggja tað, sum
fer fram, uttan at blanda meg
uppí, sigur 77 ára gamli komm
unulæknin á Tvøroyri.
Signar ætlar sær ikki á ting
Gávumild sleppa lættari í skatti