Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-24, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. februar 2015síða 4

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 25. februar 2015 · Nr. 23 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tað kann vera vandamikið at byggja nýskipanina av fiskivinnuni á áskoðanina hjá tveimum ella trimum búskaparfrøðingum NÝSKIPAN Áki Bertholdsen Føroyska fiskivinnan skal ikki kollveltast! Tað staðfesti Kaj Leo Holm Johannesen, løg­mað­ ur, á almennum fundi, sum felagið hjá Sam­bands­flokk­ i­num í Eysturoy skipaði fyri í Mentanarhúsinum í Fugla­ firði í gjárkvøldið. Hann vísir á arbeiðið, sum nú er í gerð við tí enda­ máli at nýskipa fiski­vinnu­ na. Men løgmaður legg­ur dent á, at tað skal gerast, uttan at kollvelta fiski­ vinnu­na. - Hugsa vit okkum ikki um, er øgiliga skjótt, at vit gera støðuna hjá fiski­vinnu­ ni nógv verri enn hon er í dag og tí verður talan ikki um at koma sum ketta upp úr høvdatrogi og kollvelta skipan­ina, sigur løgmaður. Ein avbjóðing Men hann leggur afturat, at tað verður ein avbjóðing at finna eina semju um eina fiskivinnunýskipan, tí áskoðan­ir­nar eru ymiskar í øll­um flokkum. Sjálvur vil løgmaður ikki siga so nógv um arbeiðið, um samráðingarnar ímill­ um flokkarnar um eina fiski­vinnu­nýskipan. Men hann sigur, at ein stór avbjóðing í hesum sam­ bandi er at fáa betri atgongd til marknaðin í Evropa. Tað merkir, at toll­forð­ ing­ar­nar skulu burtur, so at fisk­urin kann virkast meiri í Før­oyum. Men tað er eisini neyðugt at arbeiða við øðrum mark­ nað­um, Russlandi, Kina, og aðra­staðni, tí tað eru mark­ nað­ir, sum eru líka sterkir sum tann í Evropa. Alt á land í Føroyum Løgmaður heldur somu­leið­ is, at tað snýr seg um at fáa so nógvar arbeiðstímar sum til­ber burtur úr fiskinum, vit fáa úr havinum hvørt ár. Tí heldur Sam­bands­ flokk­urin, at allur fiskur, før­oy­ingar fiska, skal av­ reið­ast í Føroyum. Annars sigur løgmaður, at samgongan samd um nakr­ar høvuðslinjur fyri, hvussu fiskivinnan skal ný­ skip­ast. Men nakra veruliga semju er ikki talan um, legg­ ur hann afturat. Hann heldur, at ein fiski­vinnu­nýskipan má fáa so góða undirtøku í Løg­ tingi­num sum gjørligt og tí vera allir flokkar noyddir at boygg­ja seg. Áki Bertholdsen Tað, sum higartil er komið fram í kjakinum um at ný­ skipa fiskivinnuna, er ikki eitt nøktandi grundarlag fyri eini semju um málið. Tað gjørdi Kaj Leo Holm Jo­hanne­sen, løgmaður, greitt á al­mennum fundi hjá Sam­ bands­flokkinum í Eyst­ur­oy í Mentan­ar­húsi­num í Fugla­ firði í gjárkvøldið. Hann sipar til, at summir flokk­ar á løgtingi tvíhalda um, at fiskirættindi skulu selj­ast á uppboði. - Men enn er einki ítøki­ ligt boð komið upp á, hvussu vit skulu skipa eina upp­ boðs­sølu, og um út­lend­ing­ ar skulu sleppa at bjóða, ella ikki, sigur løgmaður. Hann sigur, at hetta er ein spurn­ing­urin, sum er alt ov lít­ið viðgjørdur. - Tað er ringt at tosa um eina uppboðsølu, uttan sam­ stundis at taka støðu til, hvussu rúmar ræsir út­lend­ ingar skulu hava at bjóða, og at eiga í føroyskari fiski­vin­ nu, sigur løgmaður. - So vítt eg veit eru heldur eingi dømi um, at onnur lond selja fiskirættindi á uppboði, legði hann afturat. Hann sigur sostatt, at ein av teimum stóru av­bjóð­ing­ unum, er at finna semju um, hvus­su fiskiríkidømið skal býtast út. Burtur úr vón og viti Eitt annað mál, sum fær týdn­ing fyri eina framtíðar fiski­vinnu, er nógv umrødda til­feingis­rentan. - Men hvussu skal hon rokn­ast út?, spyr Løgmaður. Hann sigur, tað hava verið nevnd­ar upphæddir á upp ímóti einari milliard, sum tað landið skal krevja inn í til­feingis­rentu. - Tað er burtur úr vón og viti og kunnu vit fáa tað á beint aftur, hava vit ein møgu­leika at fáa eina sem­ju, sig­ur Kaj Leo Holm Jo­hanne­ sen. Vandamikið Ein hørð atfinning ímóti fiski­vinnu­nýskipanini, vit nú hava, er, at fiskirættindi verða luta út á nakrar fáar hend­ur. Løgmaður er samdur í, at tá ið vit hava fingið so stór virði, er tað ikki tann bes­ta skipanin, at tey eru á so fá­ um hondum, sum tey nú eru. Tað eru tey, sum hava virð­ini, sum hava ráð at gera íløgur. Og tá i virðini eru á fáum hondum, eru møgu­ leikin at gera íløgur eisini á ógvuliga fáum hondum. Og tá ið møguleikin at gera íløg­ur er á so fáum hondum, er vandi fyri eini vanlukku, verða skeivar íløgur gjørdar. Hesum er løgmaður ikki ósamdur í. Men hann staðfestir, at tað er akkur­át líka vandamikið at bygg­ja eina nýskipan í fiski­vinnu­ni á sjónarmiðini hjá tveimum ella trimum bú­skap­ar­frøð­ ing­um. - Tí hvat verður av­leið­ ing­in, skuldi tað hent, at teir mis­taka seg, spyr løgmaður. Skal halda Løgmaður heldur sam­stund­ is, at tað er neyðugt at fáa undirtøku í so stórum parti av løgtinginum sum gjør­ligt fyri eini nýggjari fiski­vinnu­ skip­an. Hann stúrir fyri, at sam­ tykk­ir samgongan eina skip­ an einsamøll, fer hon ikki at halda. - Og tað, sum ikki má henda, er, at vit fáa eina skip­ a­n, sum verður broytt aftur bein­an­vegin, heldur hann. Harafturat vil løgmaður hava eina umsitingarætlan fyri fiskivinnuna, har fiski­ dag­ar og onnur viðurskifti, verð­ur løgd í fasta legu í nøk­ur ár ísenn, kanska í trý ár, ella í fimm ár. Løgmaður heldur nevni­ liga ikki, at er óheppið, at tað er ”kríggj” í løgtinginum eina ferð um árið, har politikarar berjast um nøkur prosent henda­vegin ella hinvegin. GRUNDARLAGIÐ ER IKKI NÓG GOTT Fiskivinnan skal ikki kollveltast Fiskivinnan skal nýskipast, men ikki kollveltast FASTA LEGU Løgmaður heldur at tað er óheppið, at tað er ”kríggj” í løgtinginum eina ferð um árið um fiskidagar og tí vil hann hava eina umsitingarætlan fyri fiskivinnuna Kunnu vit fáa tað á beint aftur, hava vit ein møguleika at fáa eina semju Enn er einki ítøki­ ligt boð kom­ið upp á, hvussu vit skulu skipa eina upp­boðs­ sølu