týsdagur 24. februar 2015síða 12
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 25. februar 2015 · Nr. 23
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Eirikur Lindenskov
Føroyingar hava góðan tokka
til írskan fólkatónleik, og
nógvir av írsku sangunum
eru vorðnir felagssangir í
Føroyum. Molly Malone, The
Wild Rover og Whiskey In
The Jar eru kendastu írsku
sangirnir, og ein viðvirkandi
orsøk til, at hesir sangir eru
spreiddir út um heimin er
bólkurin The Dubliners.
Eftir at The Dubliners, sum
vóru virknir í 50 ár, góvust av
spæla live í 2012, gjørdu tveir
av tónleikarunum nýggjan
bólk, sum skuldu føra arvin
víðari.
The Dublin Legends vóru
veruleiki, og teir hava síð
ani ferðast kring Europa og
spælt teir góðu, gomlu fólka
sangirnar við nýggjari orku
og fingið framúr ummæli.
Nú koma The Dublin
Legends á Summar Festivalin
at geva føroyingum eitt
ógloymandi kvøld við øllum
teimum størstu írsku fólka
sangunum.
Manningin
Tónleikararnir í The Dublin
Legends eru Sean Cannon,
Eamonn Campbell, Gerry
O’Connor og Paul Watchorn.
Teir hava allir verið týðandi
partur av írska fólkatónleik
inum í eitt langt tíðarskeið.
Sean Cannon og Eamonn
Campbell spældu í næstan
30 ár við The Dubliners,
og Gerry O’Connor var eis
ini við í bólkinum, tá ið teir
høvdu sína tiltiknu 50 ára
konsertferð í 2012. Tá ið
stovnarin av The Dubliners,
»Banjo, Barney McKenna
doyði sama ár, valdu hinir
tónleikararnir í bólkinum
at gevast at spæla undir
navninum The Dubliners –
bólkurin varð pensjónerað
ur.
Sean, Eamon og Gerry
høvdu hug at halda fram við
konsertframførslunum, og
nú føra teir arvin víðari við
The Dublin Legends.
Dublin legendur
á Vágsbø
Molly Malone, The Wild Rover og Whiskey In The Jar fara at runga á Vágsbøi
í august, tá ið tónleikarar úr The Dubliners fara at framføra
Tveir av hesum tónleikarunum hava áður vitjað í Føroyum við The Dubliners – nú skulu teir spæla við The Dublin Legends á Summar Festivalinum
Rógvi fer at
siga børnum
søgu sum
sólarmyrking
– Í samband við sólar
myrkingina 20. mars ynski
eg at vitja barnagarðar og
stovnar í øllum landinum
við søguni um »Brand, ið
heldur at sólin slóknar«.
Á ein øðrvísi og stuttligan
hátt verða børnini undir
hildin samstundis, sum
tey læra eina rúgvu um
sólarmyrkingina.
Soleiðis sigur Rógvi B.
Dam um søguna, hann
ætlar at siga børnum.
– Við at brúka hattar,
brillur og annað gerast
persónarnir í søguni liv
andi hjá børnunum. Um
framt at læra um sjálva
sólarmyrkingina, so verða
børnini eisini kunnað og
mint á týdningin av at
verja eyguni við røttum
verndarbrillum. Søgan er
ætlað barnagarðs-, for
skúla- og frítíðarskúla
børnum, og tekur 25-30
min at siga frá, sigur
hann.
Orsøkin til at hann ger
hetta, er tí at hann heldur,
at tað hevur stóran týdn
ing, at fyrireika børnini til
hesa »once in a lifetime«
hendingina.
– Sólarmyrkingin er
eitt fyribrigdi, ið ikki
hendir serligani ofta –
seinastu ferð var í 1954, og
tað eru nøkur hundrað ár
til næstu ferð. Eg eri vísur
í, at øll gera sítt besta til
at fyrireika børnini til
sólarmyrkingina, og eg
vil gjarna hjálpa til við
søguni um Baldur, sum
heldur at sólin slóknar.
– Eg vóni við hesi leik
ferð, at øll børn í Føroyum
skulu hava møguleikan at
síggja, hvussu serligt hetta
fyribrigdið er, og hvussu
serlig vit øll eru við at
verða til akkurát nú – og
betra um upplivingina 20.
mars.
Rógvi B. Dam vónar,
at tikið verður væl undir
við verkætlanini, og hann
ætlar sær at koma so
víða um sum gjørligt, og
tí vónar hann, at nógv
ir stovnar bjóða sær ein
túr forbí til ein »sólar
myrkingar dag«.