Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-24, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. februar 2015síða 16

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 25. februar 2015 · Nr. 23 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 MELDURIN Barbara Holm Seinastu vikurnar hevur fiski vinnan verið á bredda- num í okkara public ser vice stovni, Kringvarpi Før oy- um. Ymsu tættirnir í okkara høvuðsvinnu hava verið endavendir, trupl ir spurn- ingar lýstir og kjak hev ur verið millum ymsu part- ar nar innan fiski vinnu na. Jan Lamhauge og Jan eli Dam hava staðið fyri send- ingunum, og aftr at teim um hevur verið Jón Brian Hvidt- feldt, tíð inda mað ur. Við sendingununum um fiskivinnuna hevur Kring- varpið hevur sett sær fyri at lýsa týðandi tættir í okkara sam felag á ein heldur øðr- vísi hátt. Jón Brian Hvidt- feldt hevur starvast í Kring- varpinum í fleiri umførum seinastu árini, og hann er sann førdur um, at nýggi leist ur in í stovninum er tann rætti. - Slíkar sendingar, sum eitt nú fiskivinnusendingarnar, gev ur hyggjaranum mun- andi betri innlit, sammett við vanligan tíðindaflutning, og tað hevur stóran týdning, hóast vit ongantíð kunnu lýsa allan heimin í einari send ing, sigur Jón Brian Hvidt feldt. Seinastu árini hevur Kring varp ið gjørt fleiri samfelagsligar doku ment- ar send ingar. Nevnast kann sendingin um Anitu, skála- fjarð ar tunnilin, Eik, tollmálið og nú um fiskivinnuna. - Vit hava ikki so drúgva tradi tión fyri slíkum send- ing um, og vit skulu sjálvsagt upp byggja okkum eina manna gongd fyri hvussu tað skal skipast, og hvussu vit knýta sendingarnar at tí van liga tíðindaflutninginum. Tað er ein lærutilgongd, men eing in ivi er um, at tað er kær komið og neyðugt, sigur Jón Brian Hvidtfeldt. Eftir hansara tykki legg ja hesar sendingar lunn ar und- ir, at sam felags trupul leik ar vera lýstir á ein heilt øðrvísi hátt. - Tað er ógvuliga gev- andi at arbeiða við slíkum sendingum. Hóast fólk kunnu hava ymiskar hugs- an ir um hvussu leisturin skal vera og hvussu sendingin skal byggjast um. Men eing- in ivi er um, at slíkar send- ingar flyta kjakið á eitt hægri støðið, sigur Jón Brian Hvidt- feldt. Miðlarnir broytast Tá ið Kringvarpið fór und- ir at gera sendingarnar um fiski vinnuna, royn- di tíð inda fólk ini at fáa við merk ingar frá Jacobi Vest er gaard, fiski mála ráð- harra, og Kaj Leo Holm Jo- han ne sen, løg manni. Men tað eydnaðist ikki í fyrstu atløgu, tí teir báðir vildu ikki úttala seg til sendingina. Tað málið liggur í dag hjá Løg tingsins Umboðsmanni. Tað er ilt at gita um orsøkirnar, hví løgmaður og landsstýrismaðurin ikki vildu vera við í sendingini. Samstundis er greitt, at Kring varpið hevur verið fyri nógvum atfinnungum sein astu tíðina. Kritikkurin hev ur, sambært Jón Briani Hvidt feldt, ikki altíð verið sak lig ur. - Sjálvandi er tað gott og sunt fyri fólkaræði, at fólk kjak ast um tað innihald, sum Kringvarpið ger. Sam stundis er tað ógvuliga upp byggj- andi fyri okkum at hoyra konstruktivan kritikk, sigur Jón Brian Hvidtfeldt. Men tá ið atfinningarnar fara at snúgva seg um hvørt vit eiga at sløkkja Kring- varpið ella ikki, so er kjakið farið av sporinum. - Tað er órealistiskt at tosa um hvørt kringvarpsgjaldið skal vera sjálvboðið ella um Kringvarpið skal niður leggj- ast, sigur Jón Brian Hvidt- feldt. Eftir hansara tykki er støðan tann, miðlarnir í Før- oyum er undir ógvus lig um trýsti, kanska serliga tí, at fíggj ar liga støðan er broytt mun andi seinastu árini. -Kringvarpið hevur verið fyri umfatandi sparingum og rationaliseringum síðstu árini. Eisini er alt virksemið nú savnað í Sortudýki, støð an í dag tykist tó eitt sindur betri enn hon hevur verið, og tað gevur møguleikar at framleiða journalistiskt til far, sum hevur ligið á láni síðs- tu árini, sigur Jón Brian Hivdt feldt. Og hóast tað er gleðiligt, at Dimmalætting er endur- stovnað, so tykist støðan tó vera tung í private miðlu- num. Samstundis sum jour- nal is t isku redak tión ir nar tód na, síggja vit ein-mans redakt iónir stinga seg upp á internetmiðlunum krig land ið. Hartil síggja vit, at stóri privatu miðlarnir keypa al- samt meira tilfar uttan fyri fyritøkuna, og sostatt er pulserandi journalistiski bul- urin, redaktiónin, handan miðl ar nar minka niður í einki. Støðan hjá privatu miðlun um kann tó batna kom andi tíðina, tí ein miðla- stuðul er ávegis frá tí al- menna, sum fer at viðføra, at privatu miðlarnir kunnu søkja um stuðul til ymiskt virk semi. - Í so máta er møguligt, at støð an fer at batna. Men vit vita jú ikki um miðlastuðulin við førir betri journalistikk, ella um tað bara v i ð f ø r i r meira tilfar, sigur Jón Brian Hvidt- feldt. Hvussu verður við privatu miðlun um ella almenn Kring varpinum er trupult at spáa um. Men Jón Brian Hvidt feldt er sannførdur um, at føroyska samfelagið hev ur fyri neyðini at kjakast um og taka støðu til hvussu før oyska miðlalandslagið skal síggja út í framtíðini. Ynskja vit framhaldandi eitt sterkt Kringvarp og sterkar privatar miðlar, sum byggja á journalistisku virðini, so er neyðugt at lyfta kjakið á eitt støðið, sum kann flyta okk um fram á leið. At mæla til at gera kringvarpsgjaldið sjálv boðið, ella at sløkkja Kring varpið er hvørki up p- byggj andi ella reelt. Spurn- ing urin er tó heldur: Ynskja vit sterkar miðlar í Føroy- um? MUGU KJAKAST UM FRAMTÍÐINA HJÁ MIÐLUNUM At tosa um hvørt Kringvarpsgjaldið skal vera sjálvboðið ella ikki er á onkran hátt óseriøst. Vit mugu heldur kjakast um, um vit ynskja at hava sterkar miðlar í okkara samfelagið ella ikki, heldur Jón Brian Hvidtfeldt, tíðindamaður í Kringvarpið Føroyum. Mánadagin var hann gestur í sendingini Mítt Arbeiðslív á Rás2, og her er ein partur av samrøðuni endurgivin ytt rið um tu mið ki, , r- tó v i ð f ø r i r meira Brot úr samrøðu á Rás2 úr sendingini »Mítt arbeiðslív« Hvønn mánamorgun kl. 11.00