týsdagur 24. februar 2015síða 25
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mikudagur 25. februar 2015 · Nr. 23
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hjartaliga takka vit øllum fyri sýnda samkenslu
og hjálpsemi, tá okkara kæri maður, pápi,
verfaðir og abbi
Sigurd Ebbe Thomsen
f. 07.08.34 – d. 16.12.14
andaðist í heiminum og varð jarðaður.
Tøkk til Uttanlandstænastuna á Landssjúkrahúsinum,
starvsfólkið á B6 og portørarnar í oynni. Tøkk til
Heimatænastuna í Sandoynni fyri alla hjálp, stuðul og
blómur.
Tøkk fyri gávurnar til Skopunar kirkju, fyri blómur og
kransar.
Takk til tykkum øll, sum bakaðu og hjálptu so væl
í sambandi við ervið.
Tøkk til Havstein Klein, prest, fyri hjálp, tá farið varð úr
heiminum, og í sambandi við kórsetingina. Tøkk til Ann
Dahl, prest, fyri góð og troystarrík orð í kirkjuni. Tøkk
til sangarar, kirkjutænarar, berarar og gravarar.
Hjartaliga tøkk øll somul!
Vinaliga og familjunar vegna
Kristín Inga
Ingimar, Júlian, Thomas, Jóna Petra
og Ebbe Kristinn við familjum
Hjartaliga takka vit øllum fyri sýnda samkenslu og
góða hjálp, tá okkara elskaða lítla
Amalja Joensen
f. 28.08.2010 – d. 07.02.2015
so brádliga varð tikin heim til Jesus pápa.
Takk til øll tykkum, sum vóru um Amalju í
Miðgarði, í Smæruni og á Eirargarði.
Tit vóru øll so góð við hana.
Ein serlig tøkk til Anju Næs, stuðul, fyri at tú
elskaði Amalju sum títt egna barn.
Takk til Marjun í Kálvalíð, prest, fyri vælvald og
troystarrík orð í kirkjuni.
Takk til berarar og kirkjutænarar. Takk til sangarar
og gentukórið. Tað ljóðaði so vakurt.
Ein serlig tøkk til Maren Johansen fyri góða hjálp
til ervið v.m.
Takk fyri at vit fingu loyvi at hava ervið í
Bygdarhúsinum í Miðvági, og til allar tær fittu og
røsku kvinnurnar, sum hjálptu til har, og tær sum
bakaðu.
Takk fyri vakrar blómur, kransar og gávur.
Takk til tykkum, sum komu inn á gólvið
heima hjá okkum.
At enda vilja vit takka tykkum øllum, sum fylgdu
Amalju til hennara seinasta hvíldarstað.
Gunnvá, Egon, Brandur og Vár
»Eg skal als ikki sleppa tær,
og á ongum sinni fara frá tær.«
Hebr. 13,5b
Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymiskan hátt sýndu
samkenslu, tá ið okkara elskaða mamma, vermamma,
omma og langomma
Sigrun Kallsoy
Eiði
f. 9. februar 1939 – d 25. juni 2014
andaðist og varð jarðað.
Takk til Emil prest fyri góð troystarorð.
Takk til kirkjutænarar og sangarar.
Takk til øll, sum bakaðu og annars hjálptu so væl til
við ervinum.
Takk fyri blómur, kransar og peningagávur til
krabbameinsfelagið.
Takk tit mongu, sum fylgdu henni til hennara
seinasta hvíldarstað.
Stóra tøkk øll somul.
Fyri tey avvarðandi
Jóhan, Anna Sofía, Trygvi, Evald og Elly
við familju
Ring og hoyr nærri á 21 86 90 - 31 16 90
www.kistur.fo
Vit levera um alt landið.
KISTUR -
HANS JACOBSEN
FØROYSKAR KISTUR
Alt á einum stað
Vit útinna allar uppgávur í sambandi
við eina jarðarferð frá byrjan til enda
• Kistur
• Sangir, blómur og kransar
• Sangarar (í Tórshavn)
• Ervi
• Líkflutningur til og úr Føroyum
• Líkbrenning (Kremering)
• Gravsteinar
(Framsýning við Marknagilsvegin 86)
Tel. 51 17 23
www.gravarhjalp.fo
ToyoTa yaris 1,3
Til sølu
Bilurin hevur nýTT úTsToyT,
góð píkadekk
Áhugað kunnu ringja 284444