týsdagur 24. februar 2015síða 38
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
fótbóltur 2015
Fótbóltsblaðið hjá miðlahúsinum
Eina stjørnu fyri hvørt meistaraheiti. Tað er treytin fyri
at hvørja stjørnu, sum er tatoverað á arminum á Jákupi
á Borg. Tá hann av fyrsta tíð fekk sær tatoveringina vóru
fimm stjørnur. Ein í miðjuni, og so tvær á hvørjari síðu
Eftir meistaraheitið í fjør kom sætta
stjørnan á armin. Men nú er slagsíða
á tatoveringini, tí tríggjar stjørnur eru
øðrumegin, meðan tvær eru hinumegin.
– Tatoveringin er ikki liðug enn. Eg
má hava eina stjørnu afturat, sigur
Jákup á Borg, sum í fjør átti stóran lut í
meistaraheitinum hjá B36.
B36 hevur aldrin megnað at endurvunnið
eitt meistarheiti í søgu felagsins. Størsta
avbjóðingin hjá B36 er nú, at halda hópin
svangan tvey ár upp í slag. Tað ásannar
Jákup á Borg, liðskipari og hjálparvenjari
hjá B36. Í fjør vann B36 heldur óvæntað
meistaraheitið. Í ár er støðan ein onnur og
trýst er á FM vinnarunum.
– Tað er nógv torførari at endurvinna
meisatarheitið, enn at vinna tað fyrstu ferð.
Tað er tað ongin ivi um, sigur Jákup á Borg.
Nýggjur maður við róðrið
Sámal Erik Hentze valdi eftir kappingarenda
at leggja frá sær, hóast hann hevði
sáttmála fyri 2015. Í hansara stað er komin
Eyðun Klakstein.
– Kanska er tað gott, at vit nú fáa ein
venjara, sum ikki hevur vunnið FM. Skil meg
rætt, Sámal Erik er ein framúr venjari, men
nú hava vit ein venjara, sum ikki var við í
fjør. Hann sær tingini øðrvísi enn vit, sum
vóru við, sigur Jákup á Borg.
Hópurin er líkur tí, sum vann FM.
Adeshina Lawal er farin til ÍF, meðan
Klæmint Matras er givin. Í teirra stað eru
komnir Hans Pauli Samuelsen, Ibrahima
Camara og Jónas Tór Næs.
Kanska seinastu ferð
Jákup er nú blivin 35 ár. Fyri nøkrum árum
síðani takkaði hann fyri seg á landsliðnum.
Skaðar gjørdu um seg, men árini eftir
spældi hann næstan sum ein unglingi fyri
B36. Jákup klárar ikki longur at spæla allar
minuttirnar í einum kappingarári, men hann
hevur ilt við at ímynda sær, at spæla minni
og halda á í fleiri ár.
– Í løtuni havi eg ilt við at síggja meg
spæla aðru violin á einum liði. Kanska tað
broytist í summar. Tað hevði verið stutligt,
um ein sum Benjamin Heinesen vann
plássið frá mær. So hevði eg kanska havt
lættari við at fingið ein annan leiklut sum
hjálparvenjari, ella okkurt annað starv
kring hópin, sigur Jákup, ið er trý mál frá at
yvirhála John Petersen, sum mest skorandi
spælarin í bestu føroysku deildin.
– Eg meini tað tá eg sigi, at eg ikki hugsi
um hatta metið. Eg spæli fegin bóltin til
onkran annan, um tað er betri fyri liðið. Tað
hevði sikkut verið stuttligt at reypa um eina
ferð, men um eitt hálvt ár hevur Arnbjørn
Hansen tikið metið, sigur Jákup, sum at
enda sigur orðini, ið B36 viðhaldsfólkini ikki
vilja hoyra.
– Hetta kann gott verða mítt seinasta
kappingarár, men kanska tann støðan
broytist við tíðini, sigur Jákup á Borg.
Tatoveringin
er ikki liðug enn
Lyklaspælarin
Lukasz Cieslewicz
Hann er saman við
Róaldi Jakobsen
bindiliðið á B36 liðnum.
Teknikkurin og evnini
at venda spælinum
gera, at hann er
týdningarmiklasti
spælarin á seinasta
triðinginum. Hann
avrikar í avgerandi
dystunum og eigur
mangan ein fót í
málunum hjá B36.
Gjøgnumbrotið
Andrias H. Eriksen
Andrias hevur staðið eitt sindur í skugganum
av Hørði Askham og Robert Heðini Brockie
farnu árini, men 21 ára gamli verjuspælarin
vísti í fjør, at hann kann blíva tann komandi
stóri spælarin í B36. Hann er væl fyri kropsliga
og seriøsur í sínum tilgangi til fótbólt.
Venjarin
Eyðun Klakstein
Eyðun hevur átikið sær eina torføra uppgávu.
Hann hevur nakað hann skal prógva,
eftir at projektið hjá honum í Klaksvík
partvís miseydnaðist. Eyðun kemur nú
til eitt nýtt umhvørvi, og fær møguleikan
at seta sítt egna fingramerki á liðið.
Málið
Evropa
B36 hevur hópin at vinna FM, men havandi
í huga søguligu hagtølini, so tykist luttøka í
Evropa verða eitt nøktandi úrslit. Hinvegin hevur
B36 útspælt sín leiklut í steypakappingini ov
tíðliga farnu árini. Tað skal rættast uppá í ár.
Jákup á Borg
Tatoveringin er ikki liðug
enn. Eg má hava eina
stjørnu afturat!