Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-24, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. februar 2015síða 40

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 fótbóltur 2015 Fótbóltsblaðið hjá miðlahúsinum HB er á veg aftur til røturnar Havnar bóltfelag Hjá HB er silvur ikki nóg mikið. Tí var tað heldur kenslan av at missa gullið heldur enn at vinna næstfremsta plássið í bæði landskappingini og steypakappingini, ið við kappingarlok eyðkendi liðið, sum nú í størri mun er mannað við spælarum, ið eru uppaldir í felagnum Teir dylja tað ongantíð, og undan kappingar­ byrjan í fjør var tað so sera eyðsýnt. HB miðjar altíð eftir fremsta plássinum í bæði landskappingini og steypakappingini, og í fjør varð Heðin Askham settur sum venjari, tí hann varð roknaður at vera tann besti at standa á odda í stríðnum fyri at røkka topparnar og harvið at syrgja fyri, at dreymurin verður veruleiki. Heðin og HB vóru við í stríðnum um gullið í landskappingini og gullið í steypa­ kapp­ingini. Men marginalarnir vóru ikki við sigursvanda liðnum, sum var eitt stig ov stutt í landskappingini, og sum í steypa­ kappingini tapti finaluna við einum máli – skorað í næstsíðsta minutti! Hetta síðsta sveið. HB plagdi at vinna steypafinalurnar umleið annaðhvørt ár, men síðani túsund ára skiftið er løgmanssteypið bara einaferð endað í HB húsinum – í 2004. Aftur í ár er kós sett móti toppunum. Venjarin er tann sami, og nógvir av stuðuls­ spælarunum eru teir somu. Besti málverjin seinastu árini, Teitur Matras Gestsson, er framvegis millum HB stólparnar, Rógvi S. Holm, Jóhan Troest Davidsen og Gunnar Haraldsen, sum var skaddur mest sum alt síðsta kappingarár, eru miðverjar, og René S. Joensen, Jógvan Rói Davidsen og Alex José dos Santos eru framvegis møguligir vongverjar. Fróði Benjaminsen tekur enn eitt tørn sum sentralur miðvallari, og Pál Mohr Joensen, Levi Hanssen, Christian R. Mouritsen, sum í fjør var nógv skaddur, Poul Ingason, Andrew av Fløtum og Páll Mohr Joensen, sum enn bíðar eftir orduliga at fáa møguleikan, eru framvegis góð boð upp á framrættaðu plássini. Um Símun Samuelsen verður meiri enn hjálparvenjari er óvist, tí hann er framvegis skaðadarvaður. Hóast HB í fjør skoraði bara eitt mál færri enn Víkingur, ið átti flest skorað mál, so var ein av høvuðsorsøkunum til, at marginal­arnir ikki vóru HB til fyrimunar, at úr­tøkan úr mongu málmøguleikunum ikki var so stór. Nú er Arnbjørn T. Hansen við í kappingini um fremstu plássini, og tað vóna teir í Gundadali fer at borga fyri størri úrtøku. At hann er óførur at skjóta mál, hevur Arnbjørn so mangan prógvað. Seinnu árini hevur hann verið nógv darvaður av skaðum. Higartil í ár hevur hann verið skaðafríur, og um tað framvegis verður soleiðis, so er einki at ivast í, at hetta er vorðin sum fongur. Fleiri av teimum, sum í fjør vóru kring landsliðið, eru ikki í felagnum longur. Tí eru vánirnar fyri úrtøkuni í nýggja árinum treytaðar av, hvussu ungu menninir menna seg, sum longu av og á hava verið á besta liðnum. Her verður eitt nú hugsað um Bartal Wardum, Teit Jacobsen, Adrian Justinussen, Heri M. Mohr, Jákup Finnsson Hansen, Hilmar Leon Jakobsen og Petur S. Thomsen. Í fjør endaði tað vil tveimum silvur­ pláss­um. Um tað í ár ikki verður betri enn næstbest í báðum kappingunum, so verður tað ikki nóg gott hjá HB, ið miðvíst arbeiðir við at seta sínar egnu við. Meistari (22) 1955, 1960, 1963, 1964, 1965, 1971, 1973, 1974, 1975, 1978, 1981, 1982, 1988, 1990, 1998, 2002, 2003, 2004, 2006, 2009, 2010, 2013 Steypavinnari (26) 1955, 1957, 1959, 1962, 1963, 1964, 1968, 1969, 1971, 1972, 1973, 1975, 1976, 1978, 1979, 1980, 1981, 1982, 1984, 1987, 1988, 1989, 1992, 1995, 1998, 2004 Greipuvinnari (12) 1955, 1963, 1964, 1971, 1973, 1975, 1978, 1981, 1982, 1988, 1998, 2004 Í bestu deildini (73 ár) 1942-1943, 1945-1984, 1986, 1988- Í Europa (19) 1993, 1994, 1995, 1996, 1997, 1998, 1999, 2000, 2001, 2003, 2004, 2005, 2006, 2007, 2008, 2009, 2010, 2011, 2013, 2014 HB Stovnað 4. oktober 1904 Formaður Finnbogi Arge 3 V i t t i p p a Hópurin Venjari Heðin Askham 1 Teitur M. Gestsson 25 Petur Sólbjørnsson Thomsen 3 Jógvan Rói Davidsen 4 Alex Jose dos Santos 5 Johan Troest Davidsen 6 Rógvi S. Holm 13 Gunnar Haraldsen 23 Rene Shaki Joensen 7 Fróði Benjaminsen 11 Christian R. Mouritsen 12 Levi Hanssen 17 Bartal Wardum 22 Hilmar Leon Jacobsen 8 Arnbjørn T. Hansen 9 Símun Samuelsen 10 Andrew av Fløttum 14 Teit Jacobsen 15 Heri Mohr 18 Pál M. Joensen 19 Páll Mohr Joensen 20 Poul Ingasson 21 Adrian Justinussen Tilgongd: Arnbjørn T. Hansen Frágongd: Heini Vatnsdal, Tróndur Jensen, Jóan Símun Edmundsson, Kristin R. Mouritsen