Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-24, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. februar 2015síða 42

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 fótbóltur 2015 Fótbóltsblaðið hjá miðlahúsinum Heðin Askham førdi HB til steypafinaluna, víðari í Evropa og til silvur í landskappingini við 60 stigum, sum er fimm stig fleiri, enn felagið nakrantíð áður hevur fingið. Alíkavæl er nøgdsemið í HB ikki stórt. Í HB skalt tú vinna og tað veit Heðin Askham – Eg eri ikki nakar livibreyðsvenjari. Eg vil vinna har eg eri, sigur Heðin Askham uttan nakað uttanumtos. Ongin venjari hevur yvirlivað meir enn hálvt annað kappingarár í HB síðani 2002. Heðin hevur nú verið venjari hjá HB í eitt ár. – HB er í løtuni sett saman til at vinna. Koma úrslitini ikki, so er ongin orsøk til at eg verið verandi, sigur venjarin hjá HB, sum ikki er bangin fyri at seta trýst á seg sjálvan. Tað er tó lítið til einki, sum bendir á, at HB í hesum førinum ikki megnar at halda fast í einum venjara í longri tíð. Heðin hevur sáttmála fram til 2016. Í HB munnu tey ikki hava so nógv at fílast á, tí kappingarárið í fjør var hóast alt gott. – Málið er greitt at røkka eitt longri í bæði landskappingini og steypakappingini, sigur Heðin Askham. Fyri HB er tað ikki altíð nokk at vinna. Tað skal eisini gerast á ein serligan hátt. HB hevur í ár sett sær sum mál, at liðið skal spæla undirhaldandi fótbólt við høgum trýsti á mótstøðuliðini. Arnbjørn passar væl inn Stóra innkeypið hjá HB til komandi kapp­ ingarár er Arnbjørn Hansen. Hann hevur í longri tíð verið settur í samband við HB. Hesa ferð riggaði. – Arnbjørn passar væl inn í HB. Hann og Andrew av Fløtum finna longu nú væl útav tí. Hann hevur eisini víst í venjingar­ dystunum hvør dugur er í honum, sigur Heðin Askham, sum var venjari hjá Arnbirni í EB/Streymi frá 2009 til 2012. Í mun til í fjør, so eru bæði Tróndur Jensen og Heini Vatnsdal farnir úr felag­ num. Tað merkir, at HB skal finna eina nýggja samanseting á miðvøllinum. – Vit hava roynt okkum við René S. Joensen og Christiani R. Mouritsen, umframt at Poul Ingason eisini hevur spælt har. Higartil sær tað spennandi út, sigur Heðin Askham. René S. Joensen megnaði ikki at vinna sær fast pláss á liðnum í fjør, meðan Christian R. Mouritsen var illa skaddur. Trýstið størst á HB Heðin Askham ásannar, at trýstið er størri í HB enn í hinum feløgnum í landinum, og at hetta er hansara mest krevjandi venjara­ uppgáva í yrkisleiðini hjá honum. – Alt er eitt sindur størri í HB. Eisini trýstið, men mekanisismurnar í spælinum eru tær somu, sigur Heðin Askham, sum hevur roynt at vunnið FM við EB/Streymi í 2012. Hóast Heðin og HB fingu met nógv stig í fjør, so telur tað einki aftur í móti at vinna FM. Tað er málið fyri 2015. Málið er altíð tað sama í HB  Lyklaspælarin Fróði Benjaminsen HB, lyklaspælari og Fróði Benjaminsen ganga hond í hond. Liðskiparin hevur verið snúningspunktið á HB liðnum í nógv ár. Í ár skal HB hava nýggja samanseting á miðvøllinum, og tí verður leikluturin hjá Fróða ikki minni, sum skipari á nýggja miðvøllinum.  Gjøgnumbrotið René S. Joensen René megnaði ikki at vinna sær fast pláss í fjør, men tykist í ár hava vunnið sær eitt pláss á miðvøllinum. Hann hevur allar eginleikarnar, sum skulu til at klára seg væl á HB liðnum. Hópurin er minkaður nakað, og nú er líkt til, at René sleppur framat.  Venjarin Heðin Askham Hetta er annað árið hjá Heðini í HB. Í fjør hevði hann trupult við halda allan hópin nøgdan. Í ár verður tann uppgávan lættari, tí hópurin er trimmaður nakað. Heðin hevur tað, sum skal til fyri at føra HB til FM.  Málið FM Tað er ongin ivi í HB, hvat málið er. HB skal vinna FM, og tað helst í stíli við góðum og undir­haldandi fótbólti. HB kom í fjør í steypafinaluna og líkt er til, at HB aftur í ár kemur at leggja nógv fyri í steypakappingini. heðin askham Alt er eitt sindur størri í HB. Eisini trýstið!