týsdagur 24. februar 2015síða 44
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
fótbóltur 2015
Fótbóltsblaðið hjá miðlahúsinum
Fyrstu umførini
stóran týdning
Víkingur
Eftir at lyklaspælarin í fjør er burtur skal miðvøllurin skipast av
nýggjum hjá væl mannaðu steypavinnarunum í Víkingi, sum ikki vóru
við í kappingini um meistaraheitið og endaðu á bronsuplássinum,
tí tað fyrra partin av kappingini so ofta endaði við javnleiki
Tað hevur gingið framúr, síðani leirvíkingar
og gøtumenn undan kappingarbyrjan í
2008 saðlaðu um og kastaðu saman,
so LÍF og GÍ vórðu til Víking. Tølini tala:
Sigrar í kappingini um løgmanssteypið í
2009, 2012, 2013 og 2014, tríggjar ferðir
bronsukrónur í landskappingini – 2009,
2011 og 2014 – og avrik í europeisku
kappingini, sum bera virðing við sær út um
landoddarnar.
Stóra krúnan á verkinum restar fram
vegis, og nú leggja víkingarnir til brots
einaferð aftrat í vón og áliti á, at tað hesa
ferð skal eydnast at vinna FM heitið.
Sigfríður Clementsen stendur framvegis
við endan. Manningin líkist nógv sær
sjálvari, og tí hevði tað verið so upplagt
at hildið fram, har kappingin endaði í fjør.
Soleiðis verður tað tó ikki. Orsøkin er tann,
at Hallur Hansson, sum í fjør var ein tann
eyðsýndasti av øllum í kappingini, er farin
av landinum. Hann arbeiddi fyri fleiri, og
tað var kring hann, at framrættaða spælið
snaraði.
At Hallur ikki er við longur ber við sær,
at neyðugt er við nýggjum samansetingum.
Í fjør gekk tað av skriðuni í nógvu teimum
fyrstu umførunum. Tað var orsøkin til, at
málmurin í landskappingini ikki varð fínari
enn úr bronsu. Um tað skal eydnast at
røkka hægri upp og fram, so er avgerandi,
at úrslitini tíðliga í kappingini verða betri,
enn tey vóru í fjør.
Avbjóðingin hjá venjaranum er at fáa
heildina at svinga saman. Einasti nýggi er
Gert Hansen, sum røkir høgra vongverja.
Tað ber við sær, at góðu framrættaðu
evnini hjá Bárði Hansen kunnu brúkast
fremri á vøllinum.
Geza Turi hevur vart málið í Sarpu
gerði síðani 2006. Í sigrinum í stórsteypa
dystinum ímóti B36 sunnudagin var hann
fyri 287. ferð millum stólparnar!
Atli Gregersen og Erling Jacobsen eru
sjálvskrivaðir miðverjar. Í fjør var Dánjal
Pauli Lervig skaddur og spældi lítið. Tað
bant Hanus Jacobsen afturi á vøllinum. Nú
er Dánjal Pauli komin seg, og harvið eru
fleiri møguleikar at nýta Hanus Jacobsen.
Súni Olsen og Hans Jørgen Djurhuus eru
upplagdir sentralir miðvallarar, og Philip
Djordjevic, Sámal Jákup Joensen og Heðin
Hansen eru góð boð upp á ódnirnar í
borðunum.
Finnur Justinussen er sjálvskrivaður
fremsti maður. Í fjør vóru Andreas Lava
Olsen og Sølvi Vatnhamar ikki orduliga við
fyrrenn eftir summarsteðgin. Sølvi er væl
fyri og kann brúkast í fleiri plássum, eisini
tí tóma eftir Hall Hansson. Andreas Lava
Olsen var nógv skaðaplágaður í fjør. Heldur
ikki higartil í ár er hann sloppin undan
skaðum.
Hugagóðir og evnaríkir spælarar bíða
eftir at fáa møguleikan, og í fleiri førum er
talan um kend fótbóltseftirnøvn í Leirvík
og Gøtu. Her verður eitt nú hugsað um
Elias Rasmussen, Bergur Gregersen, Hjalta
Strømsten, Jákup V. Olsen, Fannhard A.
Skoradal, Inga Sørensen, Gunnar Vatn
hamar, Magnus Jarnskor og Hjartvard
Hansen.
Meistari (0) Ongantíð
Steypavinnari (4) 2009, 2012, 2013, 2014
Greipuvinnari (0) Ongantíð
Í bestu deildini (8 ár) 2008-
Í Europa (4) 2010, 2012, 2013, 2014
Víkingur Stovnað 14. januar 2008 Formaður Brandur Jacobsen
1
V
i
t
t
i
p
p
a
Hópurin
Venjari Sigfríður Skaale Clementsen
1
Geza Turi
27 Elias Rasmussen
3
Hanus Jacobsen
4
Atli Gregersen
5
Dánjal Pauli Lervig
13
Erling Dávasson Jacobsen
19
Bergur Gregersen
20 Hjalti Strømsten
21
Gert Aage Hansen
6
Sámal Jákup Joensen
7
Súni Olsen
8
Heðin Hansen
10 Sølvi Vatnhamar
12
Bárður Jógvansson Hansen
15
Jákup Vatnhamar Olsen
16
Hans Jørgen Djurhuus
18 Fannhard Antonsson Skoradal
22 Ingi Sørensen
24 Gunnar Vatnhamar
2
Andreas Lava Olsen
9
Filip Djordjevic
14 Magnus Jarnskor
17
Finnur Justinussen
25 Hjartvard Hansen
Tilgongd: Gert Aage Hansen
Frágongd: Hallur Hansson