týsdagur 24. februar 2015síða 46
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
fótbóltur 2015
Fótbóltsblaðið hjá miðlahúsinum
Fyri Víking hevur málsetningurin seinni árini verið FM steypið. Tað
hevur ikki eydnast enn, men felagið hevur nógv góð úrslit at vísa á.
Tríggjar ferðir upp í slag hevur Víkingur vunnið steypakappingina,
og fýra ferðir síðani LÍF og GÍ í 2008 blivu løgd saman til Víking
Í Evropa hevur felagið skrivað søgu, tá tað
í fjør kom til triða umfar í Europa League.
Enn manglar tó FM steypið.
– Eg havi ikki eina beinleiðis frágreiðing
um hví so er. Eg haldi, at vit hava havt
trupult við at vinna á lægri liðunum á
stigatalvuni. Vit hava onkursvegna trupult
við at skapa dystir, men tað arbeiða vit við,
sigur Atli Gregersen, liðskipari hjá Víkingi.
Hann nevnir eisini, at liðið í ov stóran
mun hevur verið tengt at málunum hjá Finni
Justinussen. Hetta bleiv eitt sindur broytt í
fjør, har Súni Olsen, Hallur Hansson, Heðin
Hansen og Hanus Jacobsen skutu fimm mál
ella fleiri.
Eisini tykjast niðurtúrarnir hjá Víkingi at
verða størri enn hjá kappingarneytinum.
– Tað kemur kanska av, at vit eru eitt
kollektivt lið. Tað er sjáldan at eg spæla illa
og Erling Jacobsen spælir væl, ella umvent.
Tá vit spæla væl, so er tað alt liðið, sum
spælir væl. Tíverri er tað eisini so, tá vit
spæla illa, heldur Atli Gregersen fyri.
Sikta høgt
Málsetningurin í ár er aftur FM. Hetta kann
verða vandamikið at melda út, men í Víkingi
hugsa tey ikki slíkar tankar.
– Um tú sum topplið ikki fert eftir FM,
so skilji eg einki. Vit vilja heldur sikta høgt
og so enda beint niðanfyri málið. Í fjør var
málsetningurin tann sami. Vit rukku ikki
málinum, men vunnu steypakappingina
og skrivaðu søgu í Evropa, greiðir Atli
Gregersen frá.
Atli vil tó ikki siga, at Víkingur beinleiðis
raðfestur FM hægri enn steypakappingina
og Evropa.
– Vit taka ikki forskot upp á nakað, so vit
taka dystirnar so hvørt sum teir koma. Vit
vilja fyrst og fremst hava FM steypið, men
bæði steypakappingin og Europa er blivin
ein partur av søguni í hesum felagnum,
sigur Atli Gregersen.
Skjótt seinasta útkall
Fyri nakrar av eldru spælarunum í
Víkingi er talan um skjótt seinasta útkall.
Umframt Atla Gregersen sjálvan, sum
er 32 ára gamal, so eru Geza Turi, 40
ár, Súni Olsen, 33 ár og Hans Jørgen
Djurhuus, 35 ár, komnir so langt upp í
árini í fótbóltssamanhangi, at tað nærkast
seinasta útkalli at vinna FM.
– Hendan genratiónini spælir ikki í trý ár
afturat, so vit nærkast at tað er seinasta
útkall, um vit skulu vinna FM, sigur Atli
Gregersen at enda.
FM steypið
manglar
Lyklaspælarin
Súni Olsen
Ein tann evnaríkasti
fótbóltsspælarin
í føroyskari fót
bóltssøgu er komin
nakað upp í árini,
men týdningurin av
honum bara veksur
á liðnum hjá Víkingi.
Nú Hallur Hansson er
farin til Danmarkar,
so verður tað
upp til Súna at skapa møguleikarnar og
málini á framrættaða miðvøllinum.
Gjøgnumbrotið
Filip Djordjevic
Tað er ongin ivi um evnini hjá Filip Djordjevic.
Hann er tekniskt framúr væl fyri, men hann
manglar framvegis at prógva, at hann kann
spæla javnt gott í longri tíð. Úr Gøtu ljóðar,
at Filip er væl fyri í uppstartinum. Kanska
verður hetta árið, tá Filip slær til?
Venjarin
Sigfríður Clementsen
Tiltikin sum taktikkarin í føroyskum fótbólti,
so tóktist at hansara flytingar í verjuni kost
aðu dýrt í fyrsta triðinginum í fjør. Liðið
manglar eisini tað seinasta, tá dystir skulu
skapast. Tað eru tveir av trupulleikunum, sum
Sigfríður skal loysa til komandi kappingarár.
Málið
FM
Víkingur hevur eitt mál – tað er at vinna FM.
Trýstið er ikki eins stórt og í HB, men hvørt ár
Víkingur ikki vinnur FM økist spenningur eitt
sindur. Víkingur kann tó liva við einum steypa
gulli, góðari luttøku í Evropa og topp 3.
atli gregersen
Vit vilja fyrst
og fremst hava
FM steypið!