Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-24, síða 48
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. februar 2015síða 48

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 fótbóltur 2015 Fótbóltsblaðið hjá miðlahúsinum NSÍ eigur altíð 4. plássið Nes Sóknar Ítróttarfelag Framvegis er 2007 einasta meistaraárið, men samansetingin av liðnum kundi bent á, at fyritreytirnar eru góðar fyri betri endastøðu enn fjórða plássinum, sum teir í Runavík eru endaðir á seks ferðir, síðani kappingin í 2005 varð víðkað úr 18 og upp í 27 umfør Viðhvørt verður skemtað við, at tað ber ikki til at siga, hvussu eingilska kappingin fer at enda, og so verður lagt aftrat, at tað einasta, sum er heilt víst, er, at Arsenal endar á fjórða plássi. Í Føroyum er tað ikki frítt, at Arsenal fyri­brigdið minnir um endastøðurnar hjá NSÍ. Síðani kappingin í 2005 varð víðkað at fevna um 27 umfør, er NSÍ seks ferðir endað á fjórða plássi – í 2005, 2008, 2009, 2011, 2013 og aftur í 2014. Soltnasta úrtøkan hesi árini var í 2012, tá ið tað endaði við sjeynda plássi. Í 2006 var NSÍ nummar fimm, í 2010 var úrtøkan bronsu­ pláss, og í 2007 eydnaðist tað loksins NSÍ at vinna FM fyri fyrstu og higartil einastu ferð. 2007 var vorðið sum tindur. Dreymurin í Runavík er at endurtaka søta sigurin fyri átta árum síðani. Tá ið liðini verða sammett, so er tað neyvan langt av leið at rokna við, at dreymurin kann verða veruleiki. Trygvi Mortensen var venjari í fjør, og hann hevur aftur í ár ábyrgdina. Onkrir hava mynstrað av, men liðið líkist nógv sær sjálvum, og at fram­rættaðu Hákun Edmundsson og Jonleif Højgaard eru komnir úr B68, og at sera stinni høgri vongverjin Johan Jacobsen er komin úr KÍ ber nýggjar og fleirfaldar møguleikar við sær. Eitt nú er veteranurin Jónhard Frederiksberg nú fluttur av vong­ verjanum í høgru, har hann hevur verið rimmar fastur maður í fleiri ár, og longri fram á vøllin at spæla. Jónhard var í síni tíð fremsti maður á Skála liðnum, sum var um reppið at vinna FM. Andras Gango er málverji, og Karstin Hansen er avloysari. Veteranarnir í verjuni eru Jens Joensen, Einar Tróndargjógv og Pól Jóhannus Justinussen. Umframt teir og Johan Jacobsen bjóða fleiri aðrir av í kappingini – Monrad Holm Jacobsen, Per Langgaard, Jákup Andrias Gaardbo og Michael Przybylski. Jann Martin Mortensen og Árni Frederiks­berg eru royndir síðuspælarar, og Jónhard Frederiksberg er ætlaður pláss í síðuni. Andras Frederiksberg og Magnus H. Olsen eru verjukendir miðvallarar, og so eru tað ungu menninir Meinhard E. Olsen, Haraldur R. Højgaard og Hákun Edmunds­ son. Jonleif Højgaard er settur millum mið­vallararnar. Hann hevur royndir bæði í høgru og vinstru, men hann kann eisini spæla á toppinum, har toppskjúttin og lið­formaðurin Klæmint A. Olsen er sjálv­ skrivaður. Petur Knudsen er eisini evni til pláss í álopinum. Í 2014 gekk striltið hjá NSÍ at vinna á øðrum enn trimum teimum niðastu. Men í 24. umfari eydnaðist tað, og í fýra teimum síðstu umførunum var úrtøkan níggju stig ímóti øðrum enn trimum teimum nið­astu. Um tað skal eydnast at lyfta seg upp um væl kenda fjórða plássið, so verður neyð­ugt eisini í fyrsta stóra partinum av kappingini at vinna á hinum, sum ætla sær at vera við í kappingini um heiðurs­merkja­ plássini. Meistari (1) 2007 Steypavinnari (2) 1986, 2002 Greipuvinnari (0) Ongantíð Í bestu deildini (30 ár) 1976, 1979, 1984-1988, 1991- 1992, 1994-1995, 1997- Í Europa (9) 2003, 2004, 2005, 2007, 2008, 2009, 2010, 2011, 2012 NSÍ Stovnað 24. mars 1957 Formaður Sonni L. Petersen 5 V i t t i p p a Hópurin Venjari Trygvi Mortensen 1 Andras Gango 29 Karstin Hansen 2 Per Langgaard 3 Monrad Holm Jacobsen 4 Jens Joensen 5 Jákup Andrias Gaardbo 8 Michal D. Przybylski 12 Einar Tróndargjógv 13 Pól Jóhannus Justinussen 15 Jóhan Jacobsen 6 Andras Frederiksberg 7 Jann Martin Mortensen 9 Jonleif Højgaard 11 Árni Frederiksberg 14 Meinhard Egilson Olsen 17 Jónhard Frederiksberg 18 Magnus Hendriksson Olsen 19 Haraldur Reinert Højgaard 20 Hákun Edmundsson 10 Klæmint Andrasson Olsen 16 Petur Knudsen Tilgongd: Jóhan Jacobsen, Andras Frederiksberg, Jonleif Højgaard, Hákun Edmundsson Frágongd: Sjúrður Jacobsen, Andy Olsen, Jústinus R. Hansen, Christian Høgni Jacobsen