týsdagur 24. februar 2015síða 50
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
fótbóltur 2015
Fótbóltsblaðið hjá miðlahúsinum
– Tað er deiligt at vera kvinna í eini mannfólka verð,
sigur Kinna Fritsdóttir Olsen, næstforkvinna í NSÍ.
Hon skuldi upprunaliga verða eykalimur í nevndini,
men endaði mitt í føroysku fótbóltsverðini
Hon hevur staðið á odda fyri endurbygg
ingini av NSÍ, sum í 2012 tók avleiðingar av,
at felagið hevði satsað ov nógv árini fyri.
Hóast fótbólturheimurin er ein mann
fólkaverð við nógv kenslum, og til tíðir
hørðum orðadrátti, so hevur Kinna ongantíð
merkt nakrar negativar fylgir av, at hon er
ein kvinna í eini mannfólkaverð.
– Eg havi aldrin uppliva negativar
viðmekringar. Eg havi onkuntíð spurt okkurt
býtt, sum eitt hvørt mannfólk veit, men eg
havi altíð fingið ein virðiligt og konstruktivt
aftursvar, sigur Kinna F. Olsen, sum var
forkvinna í NSÍ frá 2011 til 2015, tá hon
tók við sum næstforkvinna og kassa
meisari.
Kinna ásannar, at tað vóru nógv viður
skifti hon skuldi seta seg inn í, tá hon
brádliga bleiv forkvinna í NSÍ men tað var
hon nú ikki einsamøll um.
– Eg fann skjótt útav, at menninir vistu
heldur ikki altíð so væl, sigur Kinna við ein
um brosi. Hon er glað fyri royndirnar hon
hevur fingið í fótbóltsheiminum, og heldur
ikki at konufólk skulu halda seg aftur.
– Aftanfyri hvønn fótbóltsspælara er ein
mamma, dama ella kona. So vit eiga líka
stóran lut í fótbóltinum, men tað má verða
áhugin, ið drívur verkið, er boðskapurin hjá
Kinnu til onnur konufólk, sum kundu hugsað
sær at roynt seg í fótbóltsheiminum.
Endurbyggingin ikki
komin á mál
Tað er ongin loyna, at NSÍ var í tungum
sjógvi fíggjarliga, tá felagið í 2012 fór undir
eina endurbygging. Hendan endurbyggingin
stendur við enn, men felagið er á rættari
kós.
– Vit eru ikki komin á má enn við endur
byggingini av NSÍ. Vit eru við aftur í ovaru
hálvu, vit seta ungar spælarar við á besta
liðnum, og ungdómsarbeiðið í felagnum er
gott, sigur Kinna F. Olsen.
NSÍ hevur eitt mál um at røkka fjórða
plássinum aftur. Andy Olsen og Sjúrður
Jacobsen eru farnir til ÍF, meðan Hákun
Edmundsson, Jónleif Højgaard og Johan
Jacobsen eru millum teir, ið eru komnir til.
Hóast tað legst til við toftamonnum, so eru
eisini fleiri lokalir spælarar, sum bíða eftir
at fáa sítt gjøgnumbrot. Millum teirra eru
Meinhardt E. Olsen, Peter Kundsen, Jákup
Andrias Gaardbo, Michal Prybylski, Leivur
Højgaard og Karstin Hansen, sum allir fingu
minuttir á besta liðnum í fjør.
– Hugurin hjá teimum ungu at venja er
góður. Tá vit hava morgunvenjing í høllini
møta eini 30 gentur og dreingir. Felagið
stóð seg eisini væl í ungdómsdeildini í fjør,
sigur Kinna F. Olsen, sum fegnast um at
framtíðarútlitini eru so góð.
NSÍ viðhaldsfólkini fáa í næstum tak
útyvir áskoðaraplássini, men tað verður
ein tíð áðrenn felagshølir til NSÍ kemur upp
á tal.
Framgongdin í NSÍ er til at fáa eyga á, tí
felagið skal aftur út í Evropa at spæla. Tað
er eisini dreymurin fyri 2015.
kvinna í eini
mannfólka verð
Lyklaspælarin
Klæmint A. Olsen
Liðskiparin hevur
verið toppskjútti í
føroyskum fótbólti
seinnu tvey árini. Tí
ber ikki til at koma
uttan áleyparan, sum
í summum dystum
hevur vunnið NSÍ stig
einsamallur. Næstir
honum kemur Árni
Frederiksberg, sum
tykist væl fyri í ár. Er
lykilin til álopsspælið.
Gjøgnumbrotið
Petur Kundsen
Er ein av teimum størstu talentinum í
føroyskum fótbólti. Er kanska ov ungur til
at sláa í gjøgnum á besta liðnum akkurát,
men hevur allar førleikar at blíva ein góður
fótbóltsspælari. Spurningurin er bara um tað
verður í NSÍ ella uttanfyri landoddarnar.
Venjarin
Trygvi Mortensen
Fekk eitt gott úrslit í fjør og vann felagnum
luttøku í Europa League. NSÍ tykist tó hava
langt upp til topp 3, tí teir fingu einki stig móti
trimum teimum fremstu. Skal mennan liðið
til at eisini fáa stig móti bestri mótstøðu.
Málið
Evropa
NSÍ kom í Europa League í fjør, og hópurin
er lítið broyttur. Tí er málið tað sama í ár,
men feløg sum ÍF og KÍ hava styrkt seg,
meðan NSÍ heldur fast í sama leisti. Tí er
Evropa ikki eitt krav, men heldur ein vón.
kinna fritsdóttir olsen
Eg havi onkuntíð spurt
okkurt býtt, sum eitt
hvørt mannfólk veit!