Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-24, síða 52
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. februar 2015síða 52

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 fótbóltur 2015 Fótbóltsblaðið hjá miðlahúsinum Nýggjar tíðir eru í Sundalagnum EB/Streymur Sigursvandu veteranarnir eru burtur, og dagsskráin er broytt frá at vera við í kappingini um gull og skreyt og luttaku í altjóða fótbólti til at halda tørn um plássið í bestu deildini, har EB/ Streymur síðani 2001 hevur verið við til at sett dám á Tað eru aðrir tónar at hoyra frá EB/Streymi undan kappingarbyrjan hesa ferð, enn tað hava verið seinastu mongu árini. Í staðin fyri at hava kvalifikatión til europeisku kapp­ing­ina sum minsta krav, verður nú tosað um, at tað nú ræður um at varðveita plássið í bestu deildini. Orsøkin er eyðsýnd. Fleiri gullfuglar, sum hava verið stuðlar, eru farnir úr reiðr­ inum, og aðrir hava takkað fyri seg. Sum í øllum øðrum feløgum er tað í Sunda­lagnum fíggjarligi veruleikin, sum er av­gerandi fyri, hvussu høgt bogin kann spenn­ast. Steypasigrarnir í 2007, 2008, 2010 og 2011 og FM heitini í 2008 og 2012 kost­aðu so mikið nógv, at inntøkurnar frá euro­peisku luttøkuni ikki rukku at rinda prísin. Vinnulívið og einstaklingar hava spent seg fyri. Tað gekk í nøkur ár, men nú er lið­ ugt, og tað sæst aftur í, at liðið er mann­að við spælarum, sum eru upp­vaksir í fel­ag­ num, og ungum monnum, ið eru komn­ir aðra staðni frá fyri at royna eydn­una. Teir eru eldhugaðir, men dags­skráin verð­ur ein onnur í 2015, enn hon plagdi at vera. Eliesar Olsen er nýggjur venjari. Hann hevði ábyrgdina, tá ið Skála spældi seg upp í bestu deildina, og í fjør var hann venjari hjá orangulittu uppflytarunum inntil mitt í kappingarárinum. Eliesar býr á Eiði, og tá ið teir í EB/Streymi hava gjørt av at byggja nýtt lið, er tað so upplagt, at skálamaðurin á Eiði er valdur at standa á odda. Kappingin um plássið millum stólparnar stendur millum 21 ára gamla Jákup Andrias Hansen og 17 ára gamla Símun Jóhan Wolles, sum eru uppvaksnir í felagnum, og 21 ára gamla Jákup Højgaard, ið er fluttur úr B36 og til Margáir. Verjuparturin er skipaður heilt av nýggj­ um. Royndastu spælararnir eru Rógvi Egilstoft Nielsen og Jóhannes Hansen. Aftrat teimum eru við í kappingini Tonny Kruse, Andras Olsen, Andru Poulsen, Árni G. Olsen, Allan Hansen og Eyðstein Zachariasen. Felags fyri allar hesar er, at teir hava spælt millum lítið og einki í bestu deildini. Á miðvøllinum eru Niels Pauli Danielsen og Arnar Dam royndastu menninir. Saman við teimum er Brian Olsen, sum hevur verið við í nógv ár, men sum ongantíð rætt­iliga hevur fingið seg royndan. Púra óroyndir í bestu deildini eru Rói Olsen, Tóki Johannesen og Ólavur Høghamar Ejdesgaard. Rasmus Dan Sørensen hevur sein­astu árini verið inn og út av B36 liðnum. Nú er hann í Sundalagnum í vón um at fáa meiri spælitíð. Í fremstu røð eru saman við veteran­ inum Leif Niclasen Ragnar B. Danielsen, ið er fluttur úr Klaksvík, Jens Michael Jensen, Hanus Olsen, Jan á Høgaryggi og Jónstein Magnussen. Burtursæð frá Leif Niclasen hevur eingin av hesum roynt seg nakað serligt í bestu deildini. Takið hjá hesum er saman við Eliesari Olsen at syrgja fyri, at tað eisini í 2016 verður sunnudagsfótbóltur við Margáir. Nær EB/Streymur aftur verður partur av europeisku kappingunum verður tað ikki tosað um. Meistari (2) 2008, 2012 Steypavinnari (4) 2007, 2008, 2010, 2011 Greipuvinnari (1) 2008 Í bestu deildini (16 ár) 1994, 2001- Í Europa (7) 2007, 2008, 2009, 2010, 2011, 2012, 2013 EB/Streymur Stovnað 13. februar 2011 Formaður Signar í Homrum 9 V i t t i p p a Hópurin Venjari Eliesar Olsen 1 Jákup Højgaard 16 Símun Jóhan Wolles 24 Jákup Andrias Hansen 2 Eyðstein Zachariasen 3 Árni Grundveit Olsen 4 Tonny Kruse 6 Andru Poulsen 12 Allan J. Hansen 13 Andras Olsen 14 Rógvi E. Nielsen 20 Jóhannes Hansen 7 Ólavur Høghamar Ejdesgaard 8 Tóki H. Johannesen 11 Rasmus Dan Sørensen 17 Niels Pauli B. Danielsen 18 Brian Olsen 19 Arnar Dam 25 Rói H. Olsen 5 Ragnar Danielsen 9 Jan Á Høgaryggi 10 Jónstein Magnussen 15 Hanus Olsen 21 Jens Michael Jensen 23 Leif Niclasen Tilgongd: Jákup Højgaard, Rasmus Dan Sørensen Frágongd: René Tórgarð, Hans Pauli Samuelsen, Arnbjørn T. Hansen, Gert Aage Hansen, Høgni Madsen, Jónas Þór Næs