Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-24, síða 54
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. februar 2015síða 54

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 fótbóltur 2015 Fótbóltsblaðið hjá miðlahúsinum Fyri EB/Streym verður kappingarárið 2015 ein kollvelting. Eftir eini 15 ár við framgongd, er tíðin komin til fyrstu veru­ ligu aftur­gongdina, síðani EB/Streymur setti sær fyri at gerast ein sjónligur partur av føroyskum oddafótbólti Úr næstbestu deildini upp á tindarnar, har felagið bleiv steypaliðið yvir øll og vann tvey FM heiti. Í ár er ongin av stóru spælarum frá stórheitstíðini við. Arnbjørn Hansen, Gert Hansen og Hans Pauli Samuelsen hava skift til onnur feløg, meðan Egil á Bø, Marni Djurhuus og René Tórgarð eru givinir. – Hetta árið verður ein ítróttarlig av­ bjóðing. Tað vita vit, men eg trúgvi upp á at vit klára tað. Vit hava nógvar góðar ungar spæl­arar og stemmningurin er í topp til venjing, sigur Signar í Homrum, formaður í EB/Streymi. Hann vísir á, at tað er sjáldan, at eitt felag hevur havt eina so afturvendandi stammu á liðnum sum EB/Streymur farnu tíggju árini. Tað hevur ikki eydnast at seta spæl­arar við, og tí er broytingin óalmindi­ liga stór til ár. – Eg veit ikki um tað er hent fyrr, at eitt lið hevur havt so nógvar afturgangandi spælarar á einum liði yvir so nógv ár. Vit hava ikki sett nýggjar spælarar til, og tí verða hetta tvey hørð kappingarár fyri framm­an, sigur Signar í Homrum, sum tó ikki er sinnaður at flyta niður. – Tað er ein møguleiki. Tað vita vit, men eg haldi vit hava nógvar góðar spæl­ar­ar, sigur Sigar, ið hevur stóra trúgv upp á at EB/Streymur kemur livandi frá endur­ byggingini. – Liggja vit nummar tíggju í summar, so hendir sjálvandi okkurt, men vit eru í eini støðu, har vit bara mugu síggja hvat framtíðin hevur at bjóða, sigur formaðurin í EB/Streymi. Tamarhald á fíggjarligu støðuni EB/Streymur hevur í nøkur ár verið á fíggjar­ligari vandakós, men nú er tamarhald á støðuni. Arbeitt verður við at endurbyggja og endur­nýggja felagið. – Fíggjarliga støðan er hampilig. Vit hava tamarhald á støðuni og arbeiða nú við at endurbyggja felagið á skynsaman hátt, sigur Signar í Homrum. Hóast felagið er á veg í ein aldurdal, so ræðist Signar í Homrum ikki framtíðina. – Nú vita vit ikki akkurát hvat hendir um vit skuldu flutt niður, men vit hava nógvar góðar ungar spælarar, sum eru á veg upp. Vit hava eisini gott grundarlag í sunda­ lag­num, so eg stúri ikki fyri framtíðini. Heldur tvørtur í móti, so ivist eg ikki í, at vit aftur koma at síggja EB/Streym millum tey fremstu liðini, sigur fomaðurin í EB/ Streymi, sum hevur góðan uppbakkning frá lokal samfelagnum. – Tað eru ótrúliga nógv, sum hava víst sín stuðul. Viðhaldsfólkini eg tosi við eru tolin, og ásanna at hetta kann blíva ein tung tíð, men at hetta er neyðugt, sigur Signar í Homrum at enda. EB/Streymur sum vit kenna tað, verður ikki tað sama longur. Spurningurin er so, hvussu vit koma at kenna EB/Streym í framtíðini. Ein nýggj byrjan  Lyklaspælarin Leif Niclasen Toppskjúttin hjá í felagnum frá 2013 verður spælarin, sum skal skjóta málini fyri EB/Streym í ár. Hann hevur mangan staðið í skugganum av Hans Paula Samuelsen, Arnbirni Hansen og øðrum. Nú verður hann høvðusmaðurin.  Gjøgnumbrotið Árni G. Olsen EB/Streymur hevur fleiri spælarar, sum kunnu hugsast at fáa sítt gjøgnumbrot. Millum teirra eru Árni G. Olsen, sum hevur nakað av royndum. Av øðrum kunnu nevnast Rói Olsen, sum var við í seks dystum í fjør.  Venjarin Eliesar Olsen Prógvaði seg ikki á Skála farna kappingarárð. EB/ Streymur hevur tikið ein kjans við at seta ein so ungan og óroyndan venjara til eitt so avbjóðandi kappingarár. Hinvegin, so kann tað verða, at tað er júst tað hetta EB/Streyma liðið hevur brúk fyri.  Málið Yvirliva Fyri EB/Streym snýr tað seg um at koma livandi frá hesum kappingarárinum. Gera teir tað, so hava teir í minsta lagi fimm spælarar, sum eru mentir nógv til framtíðina. Signar í homrum Liggja vit nummar tíggju í summar, so hendir sjálvandi okkurt!