týsdagur 24. februar 2015síða 58
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
fótbóltur 2015
Fótbóltsblaðið hjá miðlahúsinum
Nú spennir KÍ
aftur bogan
Klaksvíkar Ítróttarfelag
Í Klaksvík hjálpa fleiri fremmandir til, tí dreymurin um at vinna er
tikin framum vónina um, at tað við lokalum fólki skal eydnast at
menna lið, ið so við og við skal standa seg betri í kappingini um altjóða
plássini og FM heitið, sum ikki er vunnið inn um Klakk síðani 1999
Tað varð roknað sum long – ógvuliga long –
oyðimarkargongd, tá ið tað í Klaksvík varð
bíðað eftir FM heitinum frá 1972 og fram
til 1991. Nítjan ár uttan meistaraskap var
leingi at bíða hjá felag, sum bæði í fimmti
og seksti árunum vann seks ferðir, og sum
framvegis eigur metið við flest meistara
heitum á rað – fimm ferðir í tíðarskeiðnum
1966-1970. FM fagnaður hevur ikki verið í
bláu og hvítu leguni síðani 1999. Fimtan ár
eru farin uttan gull og skreyt, og tí er tað
ikki so torført at skilja, at FM hungurin er
stórur.
Í hálvtannað ár varð dúvað upp á bíliga og
lokala loysn við fleiri ungum og evnaríkum
spælarum á liðnum, sum vóru uppvaksnir í
felagnum, og við lokalum venjara, ið kendi
spælararnar frá barnsbeini av, og tað gekk
rætta vegin. Í fjør eydnaðist fleiri ferð
ir at vinna ímóti teimum bestu. At tað ikki
bar heiðursmerki við sær komst av soltnu
úrslitunum ímóti trimum teimum niðastu
á støðutalvuni. Nær kósin við treytaleysa
lokala samleikanum hevði borið á mál fæst
ikki at vita, tí nú hevur KÍ saðlað um.
Sum altíð so eru klaksvíkingar og norð
oyingar eldhugaðir stuðlar. Umframt at
veita fíggjarligan stuðul hava vinnulívsmenn
nú tikið størri ábyrgd á seg fyri raksturin
av flaggskipinum, og tað er eingin loyna, at
vónbrotið verður stórt, um tað ikki eydnast
at vinna atgongumerki til europeisku kapp
ingina.
Fyrrverandi meistaravenjarin í B36,
Mikkjal Thomassen, hevur nú ábyrgdina.
Pengar eru nýttir at professionaliserað
karmarnar kring liðið, og fleiri útlendskir
spælarar eru nú í Klaksvík. Verjuskansin
Jonas Flindt Rasmussen, sum í fjør var
nógv skaðadarvaður, er komin fyri seg
aftur og er liðformaður. Mayowa Oladele
Alli úr Nigeria er miðverji ella vinstri vong
verji, Evrard Blé er miðvallari, og Kenan
Hajdarevic er komin av Bakan at hjálpa til í
álopinum.
At fleiri fremmandir eru við í telvingini
ber við sær, at kappingin verður tættari
millum teir lokalu. Meinhard Joensen
og Fríði Sigurðsson eru málverjar. Ísak
Simonsen, Gunnar Christiansen og
Sørmundur Kalsø eru saman við Jonas
Flindt Rasmussen, Tórur Justesen, Heðin
á Lakjuni boð upp á verjupláss. Á sentrala
miðvøllinum eru boðini umframt Blé
Atli Danielsen, Ndende Adama Guéye,
Ivan Joensen, Jákup B. Andreasen, Heðin
Klakstein og Hjalgrím Elttør og Henry
Heinesen. Hesir tríggir seinast nevndu
kunnu eisini nýtast í borðunum. Páll A.
Klettskarð er upplagda valið sum fremsti
maður. Hann hevur leingi verið skaðaplág
aður, og tí er Kenan Hajdarevic upplagt val,
men Petur Andreasen hevur staðið seg væl
í fyrireikingunum. Millum ungu menninar,
sum hava víst máltev, eru Jóannes Bjartalíð
og Jóannes Danielsen.
KÍ vann Klaksvíkskappingina fyri fyrstu
ferð síðani 2006. Tað skal ikki leggjast ov
nógv í henda sigurin, men vónin um betri
úrtøku í landskappingini enn nógvu tey sein
astu árini livir í Klaksvík, har tey av álvara
eru farin at leingjast eftir fyrsta meistara
heitinum í hesum ára túsundinum.
Meistari (17) 1942, 1945, 1952, 1953, 1954, 1956, 1957,
1958, 1961, 1966, 1967, 1968, 1969, 1970, 1972, 1991, 1999
Steypavinnari (5) 1966, 1967, 1990, 1994, 1999
Greipuvinnari (3) 1966, 1967, 1999
Í bestu deildini (72 ár) 1942-1943, 1945-2009, 2011-
Í Europa (8) 1992, 1995, 1997, 1999, 2000, 2002, 2003,
2007
KÍ Stovnað 24. august 1904 Formaður Tummas Lervig
6
V
i
t
t
i
p
p
a
Hópurin
Venjari Mikkjal Thomassen
1
Meinhardt Joensen
16
Fríði Sigurðsson
2
Gunnar Christiansen
3
Ísak Simonsen
4
Jonas Flindt Rasmussen
5
Mayowa Oladele Alli
6
Sørmundur Kalsø
18 Heðin á Lakjuni
7
Ivan Joensen
8
Evrard Ble
10 Hjalgrím Elttør
11
Atli Danielsen
12
Henry Heinesen
14 Tórður Justesen
15
Ndende Adama Guéye
21
Heðin Klakstein
22 Jákup B. Andreasen
9
Páll Klettskarð
13
Kenan Hajdarevic
17
Petur Andreasen
19
Jóannes Bjartalíð
20 Jóannes Kalsø Danielsen
Tilgongd: Evrard Blé, Mayowa Oladele Alli, Kenan Hajdarevic
Frágongd: Jóhan Jacobsen, Álvur Christiansen, Rodrigo Silva,
Bárður J. Heinesen