týsdagur 24. februar 2015síða 60
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
fótbóltur 2015
Fótbóltsblaðið hjá miðlahúsinum
Hvørt ár undan kappingarbyrjan sprutlar av fótbóltsspenningi
í Klaksvík. Tað ger tað eisini í ár. KÍ viðhaldsfólk eru tiltikin
fyri sín áhuga fyri fótbólti og KÍ. Tað er ikki nógva staðni,
at tosað verður meiri um fótbólt enn í Klaksvík
Lyklaspælarin
Jonas Flindt Rasmussen
Verjukletturin hevur
fingið ábyrgdina av at
skipa nýggju verjuna
hjá KÍ. KÍ hevur havt
trupult við at finna
eina javnvág á liðnum.
Her skal Jonas
leggja grundina undir
einum KÍ liðið, sum í
framtíðini skal bjóða
meiri av í oddinum.
Gjøgnumbrotið
Tórur Justesen
Tórur spældi í fjør við í 18 dystum hjá KÍ.
Avrikini vóu á góðari leið, men talan var
ikki um eitt beinleiðis gjøgnumbrot fyri
U-landsliðsspælaran. Miðvallarin bleiv eisini
brúktur á vinstra bakki, men okkurt bendir
á, at Tórur í ár kann fáa sítt gjøgnumbrot.
Venjarin
Mikkjal Thomassen
At vera venjari hjá KÍ er ikki nøkur løtt
uppgáva. Vónirnar og dreymarnir eru ikki
altíð í samsvar við veruleikan hjá núverandi
KÍ liðunum. Umframt at halda vónunum og
dreymunum í skák, so er ein avbjóðing eisini,
at fáa KÍ at avrika yvir eitt heilt kappingarár.
Málið
Evropa
Hóast formaðurin ikki vil leggja trýst á eitt
pláss í Evropa, so tykist greitt, at KÍ ynskir
at okkurt skal henda á stigatalvuni. KÍ var
nær við í fjør, og helst munnu tey flestu
í KÍ ynskja at KÍ í ár røkkur Evropa.
Tummas Lervig
Um vit enda á einum
fjórða plássi, so er talan
um eitt gott kappingarár!
sprutlar aftur
av spenningi
Í ár er einki undantak, men hóast KÍ hevur
fingið spælarar og venjara til uttanfyri býin,
so er felagið lokalt og hevur bæði beinini á
jørðini.
– Viðhaldsfólkini ynskja altíð betri úrslit,
men sannleikin er, at vit í prinsippinum
hava mist fýra spælarar og fingið tríggjar
nýggjar inn. Vit ynskja, at felagið skal halda
fram við at menna seg, men eg vil ikki
siga at vit satsa so nógv meiri í ár, sigur
Tummas Lervig, formaður í KÍ og vísir á,
at Johan Jacobsen, Álvur F. Christiansen,
Rodrigo Silva og Bárður J. Heinesen ikki eru
í hópinum í ár, meðan Evrard Ble, Mayowa
Alli og Kenan Hajdarevic eru komnir til.
KÍ hevur síðani tað í 2011 kom aftur
í Effo-deildina, havt ein varnan fíggjar
politikk, og liðið hevur fyri tað mesta verið
mannað av lokalum spælarum.
– Tað var ikki ein tilætla ætlan hjá
okkum. Tað var meiri av tilvild, at vit høvdu
so nógvar egnar spælarar. Vit hava aldrin
latið hurðina aftur fyri spælarum útifrá.
So vit hava sum so ikki skift strategi,
greiðir Tummar Lervig frá.
Evropa ikki eitt krav
Hóast KÍ hevur fingið tríggjar útlendingar
inn, so er Evropa ikki eitt krav.
– Tað broytir nakað, tá spælararnir, ið
kom inn, ikki hava uppruna búðstað í Klaks
vík, men Evropa er ikki eitt krav fyri at fáa
fíggjarætlanina at halda. Vit eru innanfyri
mark, sigur Tummas Lervig.
Mikkjal Thomassen, sum hevur vunnið
FM við B36, er nýggjur maður við róðrið.
Hann tekur við eftir Eyðuni Klakstein, sum
nú er venjari hjá B36. Søgan sigur, at KÍ
mangan hevur tað torført undir venjarum,
ið eru úr Klaksvík.
– Eg veit ikki um so er, ella hvat tað er.
Her er stórur áhugi fyri fótbólti, so kanska
tað kann ávirka nakað, sigur Tummas
Lervig.
Formaðurin vil tók ikki leggja nakað
stórt trýst á nýggja venjaran undan hesum
kappingarárinum. Vónin er, at liðið røkkur
fjórða plássinum og Evropa, men tað er ikki
eitt krav.
– Um vit enda á einum fjórða plássi, so
er talan um eitt gott kappingarár. Málið er
at verða í bólkinum undir topp trý, sum tey
flestu meta blíva B36, HB og Víkingur, sigur
Tummas Lervig.
KÍ stríðist nakað við hølistrupulleikar,
nú kommunan umbyggir í KÍ-høllini, so at
felagið hevur ongi felagshølir. KÍ hevur
tó góðar umstøður viðvíkjandi skiftirúmi í
kjallarinum í KÍ høllini, so tað kemur ikki at
ávirka 1. liðið til dystir og venjing.
– Vónandi kemur tað upp í rætt lag aftur,
áðrenn hetta kappingarárið er komið at
enda. Vit hava annars nógv góð fólk kring
felagið, so vit finna eina fyribilsloysn, sigur
Tummas Lervig at enda.
KÍ hevur ikki livað upp til søguna seinnu
árini, men okkurt bendir á, at vit aftur koma
at síggja KÍ í einum stríði um heiðursmerki í
framtíðini.