Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-24, síða 62
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. februar 2015síða 62

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 fótbóltur 2015 Fótbóltsblaðið hjá miðlahúsinum Tað er nógv nýtt í Fuglafirði Ítróttarfelag Fuglafjarðar Í fyrsta árinum eftir gylta tíðarskeiðið við Jákupi Mikkelsen skal nýggi venjarin Aleksandar Jovevic við nógvum nýggjum fólki og nýggjari nevnd arbeiða fyri at lyfta fuglfirðingar fram aftur millum tey bestu, eftir at liðið í fjør endaði á sjeynda plássi Tað eru nýggjar tíðir í Fuglafirði. Størsta broytingin á vøllinum er tann, at Jákup Mikkelsen ikki longur er aftasti skansi. Hann vardi ÍF málið 2010-2014. Í ÍF og millum allar fuglfirðingar – spælarar, leiðslu og við­halds­fólk – er tað eingin ivi í, at leik­ luturin hjá veteraninum var stórur, tá ið ÍF vann silvur í landskappingini í 2012 og 2013, og tá ið ÍF spældi seg í finaluna í kappingini um løg­manssteypið bæði í 2010 og 2011. Báðu ferðirnar var tað EB/Streymur, sum streyk avstað við gullinum. Í fjør var Jákup nógv skaddur, og tá royndist tað ikki so væl hjá ÍF, sum í lands­ kapp­ingini endaði á sjeynda plássi, og sum í steypa­kappingini tapti fjórðingsfinaluna ímóti B68. Nevndin er skift út,og nýggjur formaður er Leif André Eliassen, sum ikki áður hevur verið í fremstu røð. Nýggjur venjari er Aleksandar Jovevic. 36 ára gamli serbin hevur síðani 2006 verið í Fuglafirði. Hann var evna­ríkur miðvallari við góðari fatan av spæl­inum, men orsaka av skaðum hevur tað seinastu trý árini verið langt millum dystirnar, har Aleksandar hevur verið á liðnum. Í fjør var hann á besta liðnum í bara fimm minuttir í einum dysti. Í staðin hevur hann verið ungdómsvenjari. Eftir at tað síðsta heyst var greitt, at nýggjur venjari skuldi setast, endaði tað við, at nevndin gjørdi av at geva Aleksandar Jovevic møgu­leikan. Nú skal hann royna seg sum odda­maður fyri liði, har nógvar skiftingar hava verið. Millum stólparnar eru tað Hallgrím G. Hansen, sum hevur verið í læru hjá Jákupi Mikkelsen, og veteranurin Pedrag Markovic, sum fara at kappast um plássið. Bartal Eliassen og Poul N. Mikkelsen eru miðverjar, Jan Ó. Ellingsgaard og Leivur Joensen eru vongverjar, og aðrir møgu­ leikar í verjuni eru Áki Petersen, Sjúrður Jacobsen og Frank Poulsen. Sjúrður Jacobsen er eisini møguleiki á sentrala miðvøllinum, har aðrir møguleikar eru Fritleif í Lambanum, Ari Ó. Ellingsgaard, André Olsen og Kristoffur Jakobsen. Í borð­unum eru mest uppløgdu boðini Nenad Saric, Andy Olsen og Dánjal á Lakjuni. Clayton Soares, sum seinastu árini hevur verið fremsti málskjútti hjá ÍF, er enn eina ferð komin úr Brasil og til Fuglafirðar. Nú fær 36 ára gamli málrevurin, sum í fjør var nógv skaðadarvaður, kapping frá Adeshina Lawal, toppskjúttanum og ársins spælara í fjør. Millum yngru spælararnar, sum stríðast fyri at vinna pláss á besta liðnum, eru Levi Jøkladal, Margeir Toftegaard, Arnold Kristiansen, Andrias Poulsen og Jákup Oluf á Lakjuni. Tað er eingin ivi um, at tilfarið er gott, og at breiddin er størri, enn hon ofta hevur verið í Fuglafirði. Stóra óvissan er iva­ leyst, at venjarin er nýggjur og óroyndur í fremstu røð, og at talan er um annan mál­ verja enn tann, sum síðstu árini hevur átt lykla­leiklut á liðnum hjá fuglfirðingum. Meistari (1) 1979 Steypavinnari (0) Ongantíð Greipuvinnari (0) Ongantíð Í bestu deildini (32 ár) 1971-82, 1985, 1988-89, 1993-94, 1996-99, 2004-06, 2008- Í Europa (3) 2011, 2013, 2014 ÍF Stovnað 25. mars 1946 Formaður Leif André Eliassen 4 V i t t i p p a Hópurin Venjari Aleksandar Jovevic 1 Predrag Markovic 16 Hallgrím Gregersen 2 Áki Petersen 3 Jan Ó. Ellingsgaard 5 Fritleif í Lambanum 6 Poul N. Mikkelsen 12 Dánjal Pauli Højgaard 15 Margeir Toftegaard 19 Levi Jøkladal 76 Bartal Eliasen 7 Dánjal á Lakjuni 8 André Olsen 9 Kristoffur Jakobsen 11 Frank H. Poulsen 14 Andrias Poulsen 20 Leivur Joensen 21 Sjúrður Jacobsen 22 Nenad Saric 23 Andy Ó. Olsen 4 Arnold Kristiansen 10 Ari Ó. Ellingsgaard 17 Jákup Oluf á Lakjuni 18 Clayton Soares 30 Adeshina A. Lawal Tilgongd: Adeshina Lawal, Andy Olsen, Sjúrður Jacobsen, Predrag Markovic, André Olsen Frágongd: Jákup Mikkelsen, Bogi R. Petersen, Karl Løkin, Bogi Løkin, Jógvan Isaksen, Heri Nesá