Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-24, síða 64
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. februar 2015síða 64

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 fótbóltur 2015 Fótbóltsblaðið hjá miðlahúsinum Eftir tvey ár við tveimum silvurheiðursmerkjum, so kláraði ÍF ikki at standa mát við tey avrikini farna kappingarár. Skjótt gjørdist greitt, at ÍF ikki kom at blanda seg upp í stríðið um heiðursmerki, ella um at sleppa út í Evropa at spæla  Lyklaspælarin Adeshina Lawal ÍF hevur í Adeshina Lawal tryggjað sær ársins spælara í 2014. Hóast hann ikki hevur spælt ein kapp­ingar­dyst fyri teir enn, so tykist nógv hvíla á nýggja áleyparanum, sum við tíðini skal av­loysa Clayton Soares, sum tó tekur eitt ár afturat.  Gjøgnumbrotið Poul N. Mikkelsen Hann fekk partvís sítt gjøgnumbrot í fjør, tá hann bleiv fastur maður í miðverjuni. Enn hevur hann tó eftir, at seta seg í gjøgnum. Líkt er til, at hann verður avloysarin hjá mill­um annað Bartali Eliasen og Høgna Zachariasen, sum spæla minni og minni.  Venjarin Alexandar Jovevic Er nýggjur í Effo-deildini sum venjari, men hevur drúgvar royndir sum spælari í føroyskum fót­bólti. Hann hevur ein góðan og beiðan hóp, so hann hevur ráð at skilja spælarar frá, sum ikki eru í form ella vilja tað líka nógv sum hann. Eitt spenanndi kappingarár fyri hann.  Málið Ovara hálva ÍF hevur nóg gott lið til at koma í Evropa, men eftir kappingarári í fjør, so verður talan í stóran mun um at byggja liðið av nýggj­ um. Helst kemur byrjanin at avgera, hvussu langt upp ÍF velur at hyggja, men fyri­ bils skulu teir fóta sær eftir eitt vánaligt kappingarár, har hugburðurin ikki var góður. Alexandar Jovevic Eg kann gott góðtaka, at vit tapa, um avrikið er gott og vit blíva betri! ÍF byrjar á nýggjum Síðani 7. plássið í fjør, hevur ÍF rørt upp á seg. Nýggjur venjari er »lokali« serbin, Alexandar Jovevic. Hann hevur verið í felag­num síðani 2006, og er tí vælkendur í Fløtu­gerði í Fuglafirði. Alexandar er blíður at líta á, og smílið er sjáldan langt vekk. Men tak ikki feil, tí fyrrverandi miðvallarin hevur í sinni at broyta hugburð og spælistíl hjá ÍF til kom­ andi kappingar. Hetta kann tykjast torført, tá hann er so væl kendur millum spæl­ar­ arnar, men tað broytist nú. – Eg kenni væl allar spælararnar og tað er ein fyrimunir, tí so veit eg hvat teir standa fyri. Onkrar spælarar kenni eg sera væl, men allir byrja frá null, sigur Alexandar Jovevic, greiður á málinum. Hugburðurin er eisini ein týðandi partur av fótbóltinum. Alexandar heldur fyri, at hann kann vera við til at fáa eina hugburðs­ broyting í hópin hjá ÍF. – Spælarar mugu læra at liva sum ítróttar­menniskju. Ikki bara á vøllinum, men eisini uttanfyri vøllin, sigur Alexandar, sum ikki er bangin fyri at taka ópopulerar av­gerðir, hóast Fuglafjørður er eitt lítið samfelag. – Eg kann ikki hugsa um hvør spælarin er, ella hvør familjan hjá honum er. Spælir tú ikki gott nokk, so taki eg avleiðingina av tí, sigur Alexandar. Skulu mennast í ár – í toppin komandi ár Hetta er fyrsta uppgávan hjá Alexandar sum venjari í bestu deildini í Føroyum. Hann ynskjur, at liðið hjá sær hevur bóltin nógv og kann skapa dystir, men at tað er eisini neyðugt, at umskipa liðið eftir førleikunum hjá spælarunum. – Vit vilja gjarna hava bóltin nógv og flyta hann skjótt millum okkum. Vit hava tveir til tríggjar mátar, sum vit kunnu spæla uppá, men vit mugu tillaga okkum spælarum, sum eru inni, sigur nýggi venjarin hjá ÍF. Alexandar vil ikki seta eitt beinleiðis mál fyri 2015, men hann lovar, at tað verður betri enn 7. plássið í fjør. – Tað týdningarmiklasta fyri okkum er, at vit mennast og liðið blívur betri. Vit hava ikki sett eitt beinleiðis mál fyri komandi ár, men vit skulu verða betri enn í fjør, sigur serbiski venjarin, sum vil síggja góð avrik, heldur enn góð úrslit fyrsta kappingarárið. – Eg kann gott góðtaka, at vit tapa um avrikið er gott og vit blíva betri. Heldur tað, enn at vinna og spæla illa, tí so er ongin menning, sigur Alexandar Jovevic, sum at enda leggur afturat, at komandi ár verða úrslitini meiri týdningar­mikil. ÍF hevur fingið tilgongd av spælarum sum Adeshina Lawal, Andy Olsen, André Olsen og Sjúrði Jacobsen, umframt at Jan Ó. Ellingsgaard heldur fram. Hópurin sær breiður og sterkur út, meðan Alexandar tykist vita hvat hann vil. Kanska er hetta byrjanin upp á enn eitt gott tíðarskeið hjá ÍF?