týsdagur 24. februar 2015síða 66
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
fótbóltur 2015
Fótbóltsblaðið hjá miðlahúsinum
Verjuparturin
skal verða betri
Argja Bóltfelag
Vánirnar hjá AB at sleppa undan stríðnum um niðurflyting eru
treytaðar av, um tað eydnast Oddbirni Joensen og hansara monnum
at syrgja fyri endastøðu, sum vísir málmun, har argjamenn fyri
fyrstu ferð hava skorað fleiri mál, enn tað eru farin ígjøgnum
Á Argjum halda teir seg eiga felag og at
hava nóg gott fólk til at kappast í miðjuni í
bestu deildini. Higartil hevur tað ongantíð
eydnast at vinna atgongumerki til euro
peisku kappingarnar. Tað er ikki veru
leikafjart at rokna við, at tann dreymurin
skal verða veruleiki. Um tað skal eydnast,
so er fyrsta treytin, at tað verður betri
javnvág í málroknskapinum – at fleiri
mál verða skorað og at færri mál fara
ígjøgnum.
Argjamenn hava verið í bestu deildini
í fimm ár. Higartil hevur tað ongantíð
eydnast eftir 27 umfør at hava positivan
málmun. Allar fimm ferðirnar eru fleiri
mál farin ígjøgnum, enn AB hevur megnað
at skora. Besta úrslitið var í 2009, tá ið
tað endaði við 6. plássi. Eisini tá var mál
munurin negativur – 29-35.
Í fjør varð undan kappingarbyrjan roknað
við, at tað skuldi bera til at kappast um
annað enn at sleppa undan niðurflyting.
Tað sá gott út, tá ið tað í fyrsta umfari
eydnaðist at vinna 2-0 í Gøtu, men so var
soltið, tí í sjey umførum var samantalda
úrtøkan eitt stig. Møguleikin fyri niður
flyting spøkti leingi, og tað var ikki fyrrenn
eftir sigur á Svangaskarði í fjórði síðsta um
fari, at tað varð greitt, at tað aftur í 2015
verður sunnudagsfótbóltur á Argjum.
Oddbjørn Joensen tók við ábyrgdini
undan fimta umfari í fjør, og hann hevur
framvegis ábyrgdina. Í strembanini at
betra fyritreytirnar at vera við í miðjuni
eru royndu bóltspælararnir Kristin R.
Mouritsen, Álvur F. Christiansen og Rógvi
Poulsen lagstir aftrat, meðan Sorin Anghel,
sum tey bæði seinastu árini hevur verið
eyðsýndasti spælarin og málskjúttin, ikki
longur er á listanum.
Heðin Stenberg er sjálvskrivaður
málverji.
Superveteranur í miðverjuni er Dmitrije
Jankovic. Andras Brixen Vágsheyg og
Sørin Samuelsen eru saman við Teituri
Jóannesarson onnur boð, og í borðunum
eiga Gert Drangastein, Beinir Ellefsen og
Jónas Stenberg nógvar royndir.
Saman við Kristini R. Mouritsen og Rógva
Poulsen eru tað bæði royndir og minni
royndir spælarar, ið kappast um plássini.
Veteranarnir eru Jobin Drangastein, Kári
Nielsen og Bárður Olsen. Mikkjal Hentze,
Hørður Mohr og Magnus Egilsson vóru í
fjør ofta á besta liðnum, og so eru tað Tóki
á Lofti og Álvur F. Christiansen, ið áður
hava víst gott máltev, Dan í Soylu og Dánjal
Jákup Hansen.
Fleiri av miðvallarunum kunnu væl nýt
ast í fremstu røð, har tað bara eru tveir á
listanum – Nikolaj Eriksen og Jógvan Skeel
Nolsøe. Merkisvert er tað, at Sorin Anghel
í 2014 var AB toppskjútti við sjey málum,
at miðvallarin Hørður Mohr var honum
næstur við fýra málum, at Jobin Dranga
stein skoraði trý mál, og at teir báðir, sum
nú eru skrásettir at vera teir einastu í
fremstu røð, tilsaman skoraðu eitt mál –
Jógvan Skeel Nolsøe. Harvið er tað greitt,
at setningurin hjá venjaranum er at fáa
tað at rigga betri í bæði verjupartinum og í
málskjótingini.
Meistari (0) Ongantíð
Steypavinnari (0) Ongantíð
Greipuvinnari (0) Ongantíð
Í bestu deildini (6 ár) 2007, 2009-10, 2013-
Í Europa (0) Ongantíð
AB Stovnað 15. august 1973 Formaður Erling Ellendersen
7
V
i
t
t
i
p
p
a
Hópurin
Venjari Oddbjørn Joensen
1
Niklas Thomsen
16
Heðin Stenberg
24 Áki Dahl
25 Rói Zachariasen
2
Andras Brixen Vágsheyg
4
Teitur Jóanessarson
5
Gert Drangastein
6
Dimitrije Jankovic
13
Jónas Stenberg
19
Sørin Samuelsen
22 Beinir Ellefsen
3
Dánjal Jákup Hansen
7
Jobin Drangastein
8
Kári Nielsen
10 Álvur Christiansen
11
Bárður Olsen
12
Tóki á Lofti
14 Mikkjal Hentze
15
Hørður Mohr
17
Dan í Soylu
18 Rógvi Poulsen
20 Magnus Egilsson
21
Kristin Restorff Mouritsen
9
Nikolaj Eriksen
23 Jógvan Skeel Nolsøe
Tilgongd: Rógvi Poulsen, Kristin R. Mouritsen, Álvur Christiansen
Frágongd: Aleksandrs Cekulajevs, Leivur H. Joensen