Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-24, síða 68
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. februar 2015síða 68

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 fótbóltur 2015 Fótbóltsblaðið hjá miðlahúsinum Fyri argjamenn er 2015 eitt søguligt ár. Hetta er fyrstu ferð, at AB hevur verið í bestu deildini trý ár upp í slag. Málið á Argjum hevur síðani undan aldarskiftinum verið, at gera AB eitt til felag, sum hevur fast pláss í bestu deildini. Hetta er tó ikki rokkið enn  Lyklaspælarin Rógvi Poulsen Rógvi er evnaríkasti spælarin, sum AB hevur framleitt. Hann hevur tó ikki fingið víst tað í AB troyggjuni enn. Bestu árini hevði hann í HB, men í ár fær hann ein avgerandi leiklut fyri argjamenn. Hann er maðurin, sum umframt at arbeiða hart, eisini skal skapa í álopsspælinum.  Gjøgnumbrotið Jógvan Skeel Nolsøe Er ein av fleiri evnaríkum spælarum, sum er uppaldur í HB, men ikki hevur fingið sítt gjøgnumbrot í føroyskum fótbólti. Nú er líkt til, at hann fær møguleikan sum fremsti maður hjá AB. Hann hevur evnini og styrkina, nú manglar gjøgnumbrotið.  Venjarin Oddbjørn Joensen Hetta er annað árið á Argjum hjá Oddbirni, og tí veit hann hvat skal til. Í fjør spilti ein vánaligur uppstartur alt kappingarárið. Nú er umráðandi hjá venjaranum at fáa liðið at avrika frá byrjan. Eisini er javnvág á liðnum ein mangulvøra.  Málið Yvirliving við stíli Yvirlivir AB, so verða argjafólk fegin. Tó er eitt brennandi ynski, at AB nú skal byrja at hála seg eitt vet longur upp á stigatalvuni. Eitt kappingarár har liðið ikki hevur knívin á barkanum aftaná august er eitt mál – og eitt sindur av einum dreymi. Oddbjørn Joensen Eg eri ein venjari, sum vil hava míni lið at spæla bólt, og helst álopsfótbólt! Málið er ikki rokkið – Trý ár upp í slag er ikki nokk til at siga, at AB endaliga er rótfest felag í bestu deildini, sigur Oddbjørn Joensen, sum á triðja sinni er venjari hjá AB. Oddbjørn tók á fyrsta sinni yvir um aldar­skiftið, tá felagið tók stigið úr fjórð­ bestu deildini upp í tað, sum í dag eitur 2. deild. í 2007 vóru aftur boð eftir Oddbirni á Argjum, tá felagið á fyrsta sinni flutti upp í bestu deildina. Í fjør tók Oddbjørn Joensen við á triðja sinni á Argjum innanfyri 15 ár. – Umstøðurnar eru ikki broyttar so nógv. Húsið og umstøðurnar eru á áleið tær somu, men ítróttarliga er nógv broytt. Felagið hevur ment seg nógv, og er á hædd við hini feløgini í Effo-deildini, sigur Oddbjørn, ið gleðir seg til at nýggja AB- húsið verður tikið í nýtslu fram til summar. Málið um at gróðurfesta AB í Effo- deildina er ikki rokkið enn, men gongdin er avgjørt tann rætta, heldur Oddbjørn Joensen, sum letur væl at fólkunum, ið hjálpa til kring felagið. – Felagið er sunt og væl rikið á øllum stigum. Eitt, sum er eitt sindur trekt, eru áskoðararnir. Í dag eru kanska einir hundrað, sum javnt fylgja liðnum, men longu tá vit vóru í 2.deild vóru einir 50-70 áskoð­arar. Á Argjum eru nógvir tilflytarar, so kanska fleiri av teimum halda við øðrum feløg­um, men í framtíðini vænti eg at børn­ ini hjá teimum koma at fylgja AB, greiðir Oddbjørn frá og vísir á, at tá grundarlagið undir AB veksur, so veksur eisini møguleikin fyri at vinna seg fastan í bestu deildini. Skulu úr botnstríðnum AB hevur næstan øll árini í bestu deildini verið ein partur av botnstríðnum. Fyri at kunna kalla seg eitt stabilt felag í Effo- deildini, so krevur tað, at AB so hvørt flytir seg frá botnstríðnum. – Vit hava ikki beinleiðis sett okkum eitt mál, men tað vit ynskja er, at koma úr botn­stríðum nakað fyrr í ár. Tað er hart fyri felagið og spælararnar, at verða nevnt sum eitt felag í botnstríðnum altíð. Vit kundu ynskt okkum, at komi eitt pláss ella kanska tvey hægri á stigatalvuna í ár, sigur Oddbjørn Joensen, sum saman við hjálpar­ venjaranum, Morten Overgaard, stendur á odda fyri AB í ár. – Eg eri ein venjari, sum vil hava míni lið at spæla bólt, og helst álopsfótbólt. Eg veit, at vit ikki hava eins sterkt lið, sum onkur av hinum, men tað verður tað vit fara at royna, sigur venjarin hjá AB. AB hevur seinni árini verið hart rakt av, at profilarnir eru farnir av landinum í lestrar­ørindum. Beinir Ellefsen og Hørður M. Mohr eru næstir í røðini. – Tað er ein trupulleiki, sum hini feløgini eisini hava. Eg veit ikki um tað ber til at gera nakað við tað. Tú mást bara lata teir fara og vóna, at alt gongur væl. So koma teir kanska aftur aftaná eini trý ella fýra ár, sigur Oddbjørn at enda. Spurningurin er so, um AB aftur í ár klárar at skriva søgu og nærkast málinum.