Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-07-07, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. juli 2004síða 16

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 127 - 7. juli 2004 Nr. 127 - 7. juli 2004 31 Týsdagin 06.07. kl. 1930 Týsdagin 06.07. kl. 2145 Mikudagin 07.07. kl. 2000 Hósdagin 08.07. kl. 2000 Frumsýning Týsdagin 06.07. kl. 2400 Mikudagin 07.07. kl. 1930 Mikudagin 07.07. kl. 2215 Hósdagin 08.07. kl. 1930 Hósdagin 01.07. kl. 2215 Billettprísur: 70,- kr. Týsdagin 06.07. kl. 2215 Mikudagin 07.07. kl. 2230 Hósdagin 08.07. kl. 2230 Týsdagin 06.07. kl. 1830 Seinasta sýning HAVNAR BIO Tlf. 31 19 56 www.bio.fo P BIO P KIOSKIN Heitt Pop-Corn - Coca Cola - Góðgæti - Fóm ís - o.m.a. Stórt úrval av DVD-filmum til sølu C M Y K 31 30 Forvitnisligt far vitj- aði í Vági týsdagin og mikudagin. Blåmann eitur báturin, ið er seglbátur, ið eisini kan nevnast tað danir kalla kutter, men í gomlum sniði. Bát- urin, sum er úr Noreg, hevur verið á stuttari Føroya vitjan og hevur vitjað ymsa- staðni í Føroyum SEGLBÁTUR Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Serstakt far fór av Vági mikukvøldið klokkan 19. Blåmann úr Noreg er tað, ein í gomlum døgum nevndi kutter (norðmenn hava annað orð, blðm.). Farið er eftirgerð av einum bjargingarfari í hesum snið- inum. Og mangir føroy- ingar minnast slík før og hettta hevur merkt vitjanina hjá Blåmann í føroysku havnunum. Farið er bygt í 2002 og tað er eigarin sjálvur, Rune Torgeirson, ið hevur bygt og við honum á ferðini er Kari Moe Sundli og tveir mans afturat. Blåmann hevur verið á 14 daga vitjan í Føroyum og hevur m.a. vitjað í Klaksvík og á Eiði og manningin hevur vitjað á Slættaratindi. Eisini hevur manningin og far vitjað í Tórshavn og verið á ferð saman við Norðlýsinum. Eisini hevur væleydnað vitjan verið á Sandi, har grind júst legði beinini, men sjálvt drápið fingu tey ikki við. Watson Sera snotiligt er at vitjað umborð á Blåmann og har fegnast tey um fryntiligu føroyingarnar, sum dúgliga vitja umborð og um tey sambond tey so lættliga fáa. Mangir eldri menn minn- ast slík før og føroyingar hava jú havt nógv við norð- menn at gera. Prátið hevur verið dúgligt um bát, farnar tíðir og krígstíðir. Og tá ein lítil grind eisin hevur lagt beinini í Vági, so hava tey eisini fingið eitt kók. Og manningin kennir eisini Watson og slík harka- lið og tað er ikki einging tygara útsendi blaðmaður, ið tekur evnið upp. Nei, tey kenna eisini Watson í Noreg og og prátið fellir náttúrliga á mannin, ið - sum tey siga - livur av at duga at selja seg og sína hugsjón. Koma aftur Hetta hevur bert verið ein lærutúrar og manningin við Rune og Kari á odda ætla at vitja aftur um eini tvey ár. – Og tá vita vit betri hvar vit skulu fara og at 14 dagar er alt ov stutt tíð, sigur manningin á Blåmann, sum heilsar øllum teim mongu, sum tey hava prátað við og sum hava givið teimum so mangn bitan við á ferðini. Bara tað stuttu løtuna vit vitjaðu við bryggjuna í Vági, vitjaði ein umborð, sum hevði fiskað í Noreg og sum hevði við sær fisk til matna á ferðini heim- aftur. Jú, ferðin í Føroyum hevur verið minnisrík og føroyingar hava verið sera fryntligt fólkaslag og oyggjarnar eru serstakar at vitja. Tað er manningin samd um. Og á beding í Vági - beint við bryggjuna - stend- ur Johanna TG 326. Har eru sambond eisini knýtt og møguliga hittast øll førini, Norðlýsið, Johanna og Blå- mann, til oljumessu í Sta- vanger í augast. Blámann fór av Vági klokkan 19 mikukvøldið, eftir 14 daga ferð í Føroy- um. Lagt verður ætlandi inn í Hetlandi ásvegis heimaftur til Noregs. Blámaður vitjar á Vág