týsdagur 24. februar 2015síða 70
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
38
fótbóltur 2015
Fótbóltsblaðið hjá miðlahúsinum
Nú ætlar TB
sær aftur á beint
Tvøroyrar Bóltfelag
Tað er hugaligt at vinnuliga virksemið er størri á Tvøroyri, og í
TB ætla teir sær aftur at vera fastur partur av bestu deildini,
sum aldursforsetin bara hevur verið við í tríggjar ferðir, síðani
dystartalið fyri tíggju árum síðani varð økt úr 18 og upp í 27
Tað er langt síðani, at TB var ovast á
fótbóltstindinum. Í 1987 vann TB FM fyri
sjeyndu ferð. Síðani er tað ikki eydnast at
vinna gull suður til Tvøroyrar. Flaggskipið
hjá elsta fótbóltsfelagnum í landinum
hevur ferðast millum tær báðar ovastu
deildirnar. Í 2005 varð kappingin økt úr 18
og upp í 27 umfør. Síðani tá hevur TB átt
lítlan lut í bestu deildini: Í 2005 endaði tað
við tíggjunda plássi og harvið niðurflyting,
í 2012 var TB nummar átta, og í 2013 bar
níggjunda plássið nýggja niðurflyting við
sær.
Nú eru Páll H. Guðlaugsson og hansara
menn á gáttini til nýggja roynd at vinna
TB pláss í bestu deildini. Fótbóltslagið á
Tvøroyri var gott í fjør, tá ið úrtøka fekst
burtur úr 21 teimum fyrstu umførunum, og
uppflytingin longu 6. august var veruleiki.
Stóri spurningurin er so, hvussu liðið er
brynjað til stóru avbjóðingina. Einki er tó
at ivast í, at teir har suðuri hava lagt nógv
í fyrireikingarnar. Síðani í heyst hava teir
vant miðvíst, og nakað eftir ársskiftið var
greitt, at fýra útlendingar skulu hjálpa til.
Albert Adu, sum hevur røtur í Senegal og
kom úr Hollandi, skrivaði sáttmála síðsta
summar. Hann er álopsspælari saman
við Franck O. Able úr Fraklandi. Reynir
Magnusson er miðverji og miðvallari, og
Andri Freyr Bjørnsson verður at síggja
í vinstra borði. Teir eru íslendingar, og í
TB minnast tey aftur á góðar royndir við
íslendskum spælarum.
Gamla TB kempan Egil Olsen er nýggjur
formaður. Saman við nevndini og stuðlum
leggur formaðurin nógv fyri í royndini aftur
at vinna TB fast pláss í fremstu røð. Allir
teir, ið vóru við til at tryggja uppflytingina,
eru enn í felagnum. Superveteranurin Óli
Johannesen hevur tó ikki vant enn.
Ivan Stojkovic úr Serbia hevur vart
málið síðani 2007, og harvið er hann í fót
bóltshøpi roknaður sum føroyingur. Boas
Nitschke og Hugin Albinus venja saman við
honum. Burtursæð frá íslendsku spæl
arunum hava hinir ikki nógvar royndir í
bestu deildini. Teitur Justinussen, Eirikur
Magnusarson, Petur Mortensen og Teitur
Olsen hava ávísar royndir, meðan Jónhard
Ferjá, Jákup B. Thomasen, Ragnar Joensen
og Regin í Lágabø ikki hava verið so nógv
við.
Royndirnar á miðvøllinum eiga um
framt Høgna Madsen Rógvi Joensen,
Martin Tausen, Heini M. Mortensen, Heine
Mortensen, Allan Smedemark og Arthur
D. Poulsen. Aðrir miðvallarar eru Carl
M. Bech, Gudmund V. Larsen og Rógvi
Kárason. Málsókni og framrættaði Patrik
Johannesen verður roknaður sum mið
vallari.
Umframt útlendsku spælararnar eru
Hávard Albinus og Mikkjal S. Nielsen boð
upp á pláss í álopinum.
Í venjingardystum hevur tað verið
eyðsæð, at TB er væl fyrireikað. Hvussu
tað fer at roynast valdast ikki minst, um
útlendsku spælararnir fara at megna at
lyfta liðið og harvið væl at stuðla óroyndu
heimamonnunum, sum hava evnini at fáa
TB aftur á beint.
Meistari (7) 1943, 1949, 1951, 1976, 1977, 1980, 1987
Steypavinnari (5) 1956, 1958, 1960, 1961, 1977
Greipuvinnari (1) 1977
Í bestu deildini (58 ár) 1942-1943, 1945-1988, 1990-
1996, 1998, 2005, 2012-2013, 2015
Í Europa (0) Ongantíð
TB Stovnað 13. mai 1892 Formaður Egil Olsen
10
V
i
t
t
i
p
p
a
Hópurin
Venjari Páll H. Guðlaugsson
13
Ivan Stojkovic
31
Boas Nitschke
44 Hugin Albinus
2
Jonhard Ferjá
4
Jákup B. Thomsen
5
Ragnar Joensen
7
Teitur Justinussen
11
Eirikur Magnusarson
14 Reynir Magnússon
15
Teitur J. Olsen
17
Petur Mortensen
23 Andri Freyr Björnsson
98 Regin í Lágabø
6
Rógvi Joensen
9
Patrik Johannesen
16
Martin Tausen
18 Heini M. Mortensen
19
Allan Smedemark
20 Heine Mortensen
24 Carl M. Bech
27 Gudmund V. Larsen
67 Rógvi Kárason
69 Arthur D. Poulsen
8
Franck O. Able
10 Albert Adu
12
Hávard Albinus
22 Mikkjal S. Nielsen
Frágongd: Eirikur Ellendersen, Aron Sørensen, Ragnar Tausen
Tilgongd: Heine Mortensen, Albert Adu, Reynir Magnússon,
Andri Freyr Björnsson, Franck O. Able, Patrik Johannesen