týsdagur 24. februar 2015síða 72
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
40
fótbóltur 2015
Fótbóltsblaðið hjá miðlahúsinum
Dagarnir, tá TB gjørdi seg galdandi í oddinum
í føroyskum fótbólti, eru langtsíðani taldir.
Veruleikin í nýggju øldini er, at TB er eitt felag,
sum skiftivís er í bestu og næstbestu deildini
Lyklaspælarin
Ivan Stojkovic
38 ára gamli málverjin
úr Serbia er helst
lykaspælarin hjá TB
komandi kappingarár.
Hann hevur verið ein
knassi í málinum,
og hevur bjargað
TB stig fleiri ferðir.
Spælir hann upp til
sítt besta, so hevur
TB ein amøguleika.
Annars kunnu nevnast
Martin Tausen og
Rógvi Joensen.
Gjøgnumbrotið
Teitur Jespersen Olsen
Verjuspælarin, sum verður 20 ár í hesum
kappingarárinum, fær góð ummælir frá
viðspælarum og eygleiðarum. Hóast
hann ikki er høgur av vøkstri, so er hann
sterkur og hevur gott eyga fyri spælinum,
umframt at hann er seriøsur.
Venjarin
Páll H. Guðlaugsson
Tók við, tá TB fór niður í 2013. Hann fekk liðið
upp aftur uttan trupulleikar. Uppgávan í ár
verður torfør, men ikki ógjørlig. Uppgávan hjá
Pálli verður at fáa samanspælt liðið skjótast
gjørligt, umframt at fáa liðið at spæla við geisti.
Málið
Yvirliva
TB hevur eitt mál í ár. Tað er at yvirliva í bestu
deildini. Seinanst gekk tað ikki, men í 2012
megnaði TB at yvirliva í evstu løtu. TB hevur
brúk fyri nøkrum samanhangandi árum í bestu
deildini, fyri at kunna byggja nakað upp.
Rógvi Joensen
TB stíðist
fyri lívinum
Avleiðingarnar eru, at felagið hevur ringt
við at byggja eitt lið, tí munurin at vera í
bestu og næstbestu deildin, er so stórur.
– Tað er torført at byggja nakað upp, tí
eitt kappingarár hava vit fimm útlendingar,
meðan vit árið eftir hava ein. Tá er ringt at
byggja nakað upp, sigur Rógvi Joensen, sum
sjálvur hevur verið á veg úr felagnum.
TB hevur saman við millum annað FC
Suðuroy, ein trupulleika við at halda upp á
spælarar, sum fara av oynni at arbeiða og
útbúgva seg. Rógvi var á veg til B36, men
tað endaði við, at hann helt fram í TB.
– Eg var so heppin, at fáa eitt lærupláss
á Varðanum Pelagic. Tí kann eg halda fram
her, men tað ber ikki til at liva av at spæla
fótbólt í suðri. Her ber til at taka student,
men tað eru ikki nógv lærupláss, og tí mást
tú av oynni, greiðir Rógvi Joensen frá.
TB hevur eina stolta søgu, men sum
samfelagið sær út í dag, so ilt at ímynda
sær, at TB aftur verður at síggja í oddinum í
føroyskum fótbólti. Helst er størri sannlík
indini fyri ein samanlegging, sum TB tó ikki
hevur gingið við til enn.
Rógvi ásannar eisini, at við tíðini verður
torført hjá honum at halda fram í TB. Líka
mikið um felagið er í bestu deildini ella ikki.
– Tað kemur ann upp á útbúgving og
familjuna. Í dag er tú noyddur at hava út
búgving, og tað eru ikki nógvir møguleikar
her, staðfestur Rógvi.
Góð byrjan er avgerandi
TB er eitt felag, sum hevur mælska við
haldsfjøld og tað hoyrist, tá viðhaldsfólkini
eru í góðum lag. Tað er slíkt, sum kann gera
munin fyri TB í ár heldur ungi miðvallarin.
– Tað er týdningarmikið, at vit fáa eina
góða byrjan og ríða á tí alduni. Tá tað
gongur væl í TB, so gongur alt væl, sigur
Rógvi Joensen, men ásannar eisini, at niður
túrarnir kunnu verða drúgvir.
– Tá tað so hinvegin gongur gali, so
riggar einki hjá okkum. Tí er týdningarmikið
at fáa eina góða byrjan, sigur miðvallarin.
TB hevur fingið fleiri útlendingar til
felagið. Seinastur í røðini er fraklendingurin
Franck Odje Able. Longu í fjør gjørdi felagið
sáttmála við hollendska Albert Adu, um
framt at tveir íslendingar eru komnir til.
– Albert Adu er ein spennandi spælari.
Hann er skjótur og sterkur, men tað tekur
tíð at fáa útlendingar spældar inn á liðið,
greiðir Rógvi frá.
At enda leggur Rógvi afturat, at TB, eins
og flestir uppflytarar, kemur at liggja nakað
afturi á vøllinum. Tað verður á vøllinum við
Stórá, at flestu stigini skulu heintast.
– Vit royna at hava bóltin meir. Tað
gjørdu vit í fjør í 1. deild og kanska vit hava
fingið meiri trúgv upp á okkum sjálvar nú,
sigur Rógvi, ið annars ikki letur so væl at
fótbóltinum í 1. deild.
– Vit vunnu 1. deild greitt í fjør, men
hetta er ikki besta TB liðið, sum er flutt upp,
sigur Rógvi at enda.
TB klárar ikki at liva upp til søguna, men
í nútíðarsøgu er yvirliving málið.
Í dag ert tú noyddur at hava
útbúgving, og tað eru ikki
nógvir møguleikar her!