týsdagur 24. februar 2015síða 74
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
42
fótbóltur 2015
Fótbóltsblaðið hjá miðlahúsinum
8. plássið er
átta ár burtur
FC Suðuroy
Fyritreytirnar eru betri, enn tær hava verið, og um tað hesa ferð
eydnast at varðveita plássið í fremstu røð, so verður úrtøkan betri,
enn hon hevur tríggjar tær seinastu ferðirnar, tá ið FC Suðuroy
hevur spælt seg til møguleikan at vera við í fremstu røð
Tað gekk upp og niður í fjør, men tá ið tað
stóð mest á, megnaðu Jón Pauli Olsen og
hansara menn at syfta seg upp á næst
fremsta plássið. Harvið var tað greitt, at FC
Suðuroy í 2015 er partur av bestu deildini.
Málið er at varðveita plássið. Um tað
eydnast, so fer tað at vignast betri, enn tað
hevur gjørt tríggjar tær seinastu ferðirnar,
tá ið liðið hevur verið í bestu deildini.
Síðani 2005 hevur kappingin fevnt um
27 umfør. Hetta skeiðið hevur FC Suðuroy
verið fimm ár í bestu deildini. Tríggjar ferðir
er tað endað við niðurflyting, og tvær ferðir
gekk tað akkurát, tí endastøðan var 8.
plássið.
Í 2012 endaði FC Suðuroy aftast, og
tvey tey seinastu árini hevur liðið verið í
1. deild. Í 2010 endaði liðið næstaftast og
við niðurflyting. Í 2007 endaði VB/Sumba
á 10. plássið, og harvið var niðurflytingin
greið. Tey bæði undanfarnu árini – í 2006
og 2005 gekk tað akkurát hjá felagnum at
lyfta seg omanfyri strikuna.
Tá ið tað síðsta heyst var greitt, at upp
flytingin var veruleiki, kendi liðið seg at vera
fyrireikað at luttaka í bestu deildini sam
stundis, sum tað var ásannað, at neyðugt
fór at vera við fremmandum styrki. Felagið
stóð ikki í skuld, og eitt sindur var á bók, og
spælararnir vóru so fegnir um venjaran,
Jón Paula Olsen, at teir heittu á leiðsluna
um at leingja samstarvið við vágbingin. Tað
gjørdi leiðslan, og síðani í heyst hava teir á
Vágseiði vant.
Tríggjar vikur undan kappingarbyrjan
var greitt, at fýra fremmandir spælarar
skulu hjálpa til: Verjukendi miðvallarin
Høgni Madsen er ein, og saman við honum
eru tríggir útlendingar. Mamuka Toronjadze
úr Georgia, miðvallari, og landsmaður
hansara Valerian Lobashvili saman við
Christian Ibeagha úr Nigeria, sum báðir eru
verjuspælarar, skulu vera við til at styrkja
um verjukenda partin. Boðskapurin er, at
tað skal verða torført hjá mótstøðuliðunum
at skjóta mál, og harvið at tað skal byrgjast
upp fyri tapum og serliga stórtapum.
Rani Nolsøe Johannesen vardi málið í
fjør, og saman við Kára Jacobsen og Ólavi
Ludvig venur hann undir leiðslu av roynda
Bjarna Johansen. Umframt útlendingarnar
kappast seks spælarar við fáum royndum í
bestu deildini um verjuplássini – Heini Bech,
Dánjal Godtfred, Tóki Krosslá Mortensen,
Rani Johansen, Bjartur í Lágabø og Martin
Erlingsson.
Umframt Høgna Madsen og Mamuka
er Palli Augustinussen veteranur á mið
vøllinum. Aðrir við royndum í bestu deildini
eru Salmundur Bech og Jón Áki Jacobsen.
Aðrir miðvallarar eru Heri Kjærbo, John
Villu W. Leo, Teitur Krosslá Mortensen, Eiler
Brattalíð, Gutti Kristiansen og John Marni
Lindenskov.
Stóri spurningurin er, hvussu framrætt
aði parturin fer at standa seg. Álops
spælararnir eru veteranarnir John Tordar
Poulsen og Jón Krosslá Poulsen, og saman
við teimum eru Búi Egilsson og Ari Krosslá
Poulsen.
Meistari (0) Ongantíð (VB 1 ferð)
Steypavinnari (0) Ongantíð (VB 1 ferð)
Greipuvinnari (0) Ongantíð
Í bestu deildini (3 ár) 2010, 2012, 2015-
Í Europa (0) Ongantíð (VB 1 ferð)
FC Suðuroy Stovnað 1. januar 2010 Formaður Julius Vest Joensen
8
V
i
t
t
i
p
p
a
Hópurin
Venjari Jón Pauli Olsen
1
Rani Nolsøe Johannesen
12
Kári Jacobsen
23 Ólavur Ludvig
2
Christian Ibegeaha
4
Vallerian Iobashvili
5
Heini Bech
13
Dánjal Godtfred
16
Tóki Krosslá Mortensen
22 Rani Johansen
24 Bjartur í Lágabø
25 Martin Erlingsson
6
Høgni Madsen
7
Mamuka Toronjadze
8
Heri Kjærbo
9
Palli Augustinussen
14 Salmundur Bech
17
John Villy W. Leo
18 Teitur Krosslá Mortensen
19
Eiler Brattalíð
20 Jón Áki Jacobsen
21
Gutti Kristiansen
26 John Marni Lindenskov
3
Búi Egilsson
10 Jón Krosslá Poulsen
11
John Tordar Poulsen
15
Ari Krosslá Poulsen
Tilgongd: Mamuka Toronjadze, Vallerian Iobashvili,
Christian Ibegeaha, Høgni Madsen
Frágongd: Patrik Johannesen, Reidar Dahl Joensen, Bjarni á Hólalagi