Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-24, síða 76
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. februar 2015síða 76

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

44 fótbóltur 2015 Fótbóltsblaðið hjá miðlahúsinum Fyri FC Suðuroy snýr tað seg ikki um bara at yvirliva í bestu deildini. Í FC Suðuroy ynska tey at liva í bestu deildini. Felagið hevur ikki megnað at vunnið sær fast pláss í bestu deildini seinnu árini, men í ár hevur felagið spent bogan høgt  Lyklaspælarin Høgni Madsen Er keyptur inn sum stjørnan í FC Suðuroy liðnum. Hanne r um nakrar maðurin, sum kann geva FC Suðuroy trúgvina upp á, at tað ber til. Men tað krevur, at hann ikki missir høvdið, sum hann onkuntíð fyrr hevur. Gjøgnumbrotið Salmunur Bech Hevur hóast sín unga aldur longu spælt fast á besta liðnum í tvey ár. Hann manglar at seta seg ígjøgnum, men tað sleppur hann so at royna seg. Hann er ein ungur kreativur miðvallari, sum framvegis stendur í menning. Venjari Jón Pauli Olsen Hevur átikið sær eina torføra uppgávu, men hevur megnað at skapt ein positivan stemmning um felagið. Útmeldingarnar bera brá av, at hann trýr upp á liðið hjá sær. Lykil verður at fáa liðið at spæla upp til sítt besta – serliga á heimavølli. Málið Yvirliva Hóast útmeldingarnar frá felagnum eru, at felagið ætlar at liva í bestu deildini, so tykist púra vist, at yvirlivir felagið, so eru øll glað. FC Suðuroy hevur tó megnað at skapt eitt sindur av trúgv upp á tingini – so hvør veit. Jón Pauli Olsen Vilja liva í Effo-deildini Fleiri spælarar eru komnir til. Umframt tríggjar útlendingar, er talan um Høgna Madsen, ið er at rokna sum eitt stórt navn í før­oyskum fótbólti. Avbjóðingin er nú at fáa spæl­ararnar at trúgva upp á tað. – Okkara størsta avbjóðing er at fáa spælararnar at trúgva uppá, at FC Suðuroy eigur eitt pláss í Effo-deildini. Vit arbeiða við tí mentala, við sinninum á spælarunum. Vit hava stórt fokus á tí økinum, tí tað er so týdningarmikið, sigur Jón Pauli Olsen, venjari hjá FC Suðuroy. Jón Pauli er eisini sannførdur um, at ein góð byrjan kann gera stóran mun í longdini. Tí er hann argur um, at FC Suðuroy skal spæla tveir teir fyrstu dystirnar á útivølli. – Eg haldi, at tað er út av lagi vánaligt, at eitt lið skal spæla tveir teir fyrstu dystirnar á útivølli. Serliga, tá teir hava so stóran týdning. Tað havi eg eisini gjørt vart við, sigur Jón Pauli Olsen, venjari hjá FC Suðuroy, sum hevur útidystir móti KÍ og NSÍ í tveimum teimum fyrstu umførunum. – Eg skilji ikki hvussu tað kann koma fyri, og uppaftur minni hví tað ikki kann broytast, tá onnur ting kunnu broytast, sigur Jón Pauli argur á málinum. Samanlegging ikki einasta svarið Niðurlagið úr Vági hevur seinnu árini verið, at samanlegging er svarið fyri at fáa kapp­ingar­før lið í suðuroynni. Jón Pauli er ikki heilt samdur, og vísir á ein annan møguleika. – Vit hava fyrisligið, at tað skulu verða 12 lið í Effo-deildini. So fáa eisini fleiri spælarar møguleikan. Hygg eftir HB. Har eru kanska yvir hundrað dreingir í ávís­ um aldurs­bólkum, men kanska bara tríggir sleppa á besta liðið, sigur Jón Pauli, sum leggur afturat, at tað hevði givið FC Suðuroy og TB ein betri møguleika at verið við í bestu deildini. Tað kemur heldur ikki óvart á venjaran, at FC Suðuroy klárar at lokka spælarar sum Høgna Madsen suður at spæla. – Vit hava alt tað, sum eitt felag í bestu deildini skal hava. Umstøðurnar eru góðar og venjingin er á høgum stigi, sigur Jón Pauli. At enda staðfestur venjarin, at málið í FC Suðuroy er ikki bara at yvirliva. Málið er at liva í Effo-deildini. Størsta avbjóðingin er at trúgva uppá, at FCS eigur eitt pláss í Effo-deildini!