Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-26, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. februar 2015síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í blaðnum... Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Grafiskt snið/layout: Pætur Eyðunsson Jensen Uppseting: Sosialurin, tekniska deild Prent: Prentmiðstøðin Miðlahúsið: Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Vikuskiftisredaktørar Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Lýsingar Frida Mellemgaard, lýsingasamskipari lysing@sosialurin.fo tel. 341826 Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo 27. februar 2015 Vendi dómurin øvugt, høvdu miðl­ar­nir kravt Jørgen frá við brestin. Spurningur verður settur við trúðvirðið hjá Kring­varpinum, nú stjórin, tíðindaleiðarin og eitt av tíðindafólkunum, sum fæst mest við krit­isk­an journalistikk, eru dømd fyri at hava æru­mett Jørgen Niclasen, landsstýrismann og for­mann Fólkafloksins. Tað er nátúrligt, at hesin spurningurin verð­ur reistur, eftir at Jørgen Niclasen vann stór­sigur á Kringvarpinum og Portalinum í rætt­ar­málinum, sum um reppið kostaði Jørg­eni Niclasen politiska lívið. Nógv krút er brúkt upp á hetta málið, bæði Kring­varpið og Portalurin hava nýtt hørð orð um gerðirnar hjá Jørgen Nicl­a­sen fyri nógvum árum síðani. Svik og snýt og lump og lirk hevur verið brútk so ógv­us­liga, at Jørgen Niclasen í rættinum miku­dag­in fekk viðhald frá Føroya Rætti í, at skuldsetingarnar hjá Kringvarpnum og Portalinum vóru ærumeiðandi. Tað merkir ikki, at gerðirnar, sum hava verið kallaðar oregluligar, ikki hava verið framdar: At vørur skulu vera útflýggjaðar, sum ikki hava verið tollavgreiddar, sum tær áttu. Hinvegin heldur Føroya Rættur tað vera ærumeiðandi at siga, at Jørgen Niclasen við vilja hevur snýtt í tolli. Hetta málið hevur sum vera man havt alstjóran áhuga millum manna. Fyri Jørgen Niclasen hevði tað sera stóran týdning – reint politiskt. Løgmaður hevði ikki kunnað havt ein landsstýrismann sitandi, sum púra lógliga og alment kundi verið lagdur undir at hava svikað. Tí hevði Jørgen Niclasen ikki verið landsstýrismaður longur, um dómurin vendi øvugta vegin. Fyri Kringvarpið og journalistarnar hevur dómurin ikki eins stóran týdning fyri framhaldandi virki teirra. Og tó. Trúvirðið hjá Kringvarpinum hevur fingið eitt skot fyri bógvin. Enn er ógreitt, um kringvarpsfólkini kæra dómin, og tí eru allar súður ikki syftar enn, hóast Jørgen Niclasen hevur vunnið fyrsta leikin. Kringvarpsleiðslan og kringvarpsfólk mugu nú av góðum grundum taka í egnan barm. Vendi dómurin øvugt, var kravið frá miðl­ u­num greitt: Jørgen Niclasen skuldi lagt frá sær. Hvørjar avleiðingar skal dómurin hava fyri kringvarpsleiðsluna? Hvussu skal sitandi kring­ varps­leiðsla leiða almenna public serivce stovnin gjøgnum val­stríðið við hesum dómi í viðførinum? – Tað er hugaligt at síggja, at tvær heil­ar bygdir hava tikið seg saman og sam­starva um vertsskapin til til­ tak­ið Grannakaffi. Tað sigur Poula Norðbú, samskipari á Krabba­meins­felagnum. Um miðan januar varpaði Krabba­meins­ fel­ag­ið ljós á nýggja tiltakið, sum verður leyg­ar­dagin 14. mars. Hugskotið handan Granna­kaffi er at fáa einstaklingar, feløg, bind­i­klubbar, kafé’ir og øll tey, ið annars hava hug og orku, at verða vertir fyri Grann­ a­kaffi, har gestir koma saman til hugnaliga sam­veru, ein góðan drekkamunn og rinda eina eftir førimuni upphædd, sum fer óskerd til Krabba­meins­felagið. – At undirtøkan hevur verið so góð og at hig­artil 53 vertir kring landið hava bjóð­að seg fram, ber boð um, at fólk veruliga hava hug at gera mun og hjálpa okkum í Krabba­meins­ felagnum at hjálpa øðrum, og tað eru vit sera fegin og takksom fyri, leggur Jansy Gaard­ lykke, leiðari á Krabbameinsfelagnum aft­ urat. At so tvær heilar bygdir ynskja at verða vertir ger, at hugtakið Grannakaffi er enn meira rúmsátt og fevnir um størri eindir enn grannaløg. Hóast tað styttist til tiltakið fer av bakkastokki, so ber enn til at melda seg sum vert við at venda sær til Krabbameinsfelagið. Á myndini av Føroya­ kort­i­num sæst, hvaðar Grannakaffi verður hildið Ættaður úr Heiðriksstovu í Nólsoy Tá sagt verður, at høvuðspersónurin í rætt­ar­ mál­i­num millum Jørgen Niclasen og fjøl­miðla­ fólk­ini er danskur dómari, so er tað ikki heilt rætt. Dómarin er úr Danmark, men hann er hálv­ur nólsoyingur. Hann eitur Søren Holm Seerup og er sonur Fridu f. Joensen úr Nólsoy. Hon er dóttir Jógvan og Valborg í Heiðriksstovu í Nólsoy. Frida giftist til Danmarkar við Lars Holm Seerup. Søren Holm Seerup, sum er 44 ára gamal. Hann er dómari við rættin í Lyngby, men virkar í løtuni sum dómari í Føroya Rætti. Fellir dómurin kringvarpsleiðsluna? Vestmanna og Porkeri vertir Seerup dómari er nólsoyingur Grannakaffi Føroya rættur løgmaður dagin eftir dómin... – Kenna vit okkum aftur í hesum kjaki í Føroyum: »Dyb­est set er kommaer ikke vig­tige. Så ligesom man skal op­bevare sit jagtgevær i et aflåst skab, burde folk også låse deres kommaraseri inde og smide nøglen væk« Fram við stálbustini Tíðargrein Øssur Winthereig síða 19 Endiliga gevur Oscar meining Klumma síða 18 Rættartrygdin fokin Kjak síða 18 Visti tú? At arbeiðsloysið í januar í ár var 962 fólk – ella 3,5 prosent? Oddagrein Eirikur Lindenskov blaðstjóri Kaj Leo Holm Johannesen á Facebook hósdagin Les eisini blaðið á telefonini