hósdagur 26. februar 2015síða 31
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 27. februar 2015
sosialurin 24
31
Rættartrygdin fokin
Í 16 ár – frá 1994 til 2010 – hevur fyri
sitingin av lógini um vinnuligan
fiskiskap ligið í føstum kørmum.
Lógin hevur skipað tvey sløg av
viðurskiftum, nevniliga søgulig
viðurskifti, og so tey viðurskifti sum
liggja uttanfyri tað søguliga (royndar
fiskiskapur, fiskiskapur í samband
við undirvísingar- og/ella menn
ingarætlanir og veiða úr nýggjum
stovnum).
Við lógini í 1994 krøkti løgtingið
øll veiðiloyvir frá 1993 og alt tilfeingið
saman sum lunn-indir hjá bólkum
av feløgum. Útgangsstøðið fyri hesi
køking var søguligur fiskiskapur,
grundaður á leiðir, fiskisløg og reið
skap. Løgtingið gjørdi ymiskar skip
anir fyri ymisk til-feingið og leiðir.
Hesi viðurskifti skuldu sum útgangs
punkt vera galdandi í 20 ár.
Útgangsstøðið í allari fyrisiting
hevur verið rættindi (t.e. kvotur, fiski
dagar v.m.) hjá einstaka felagnum
saman við veiðiloyvinum á einstaka
fiskifarinum. Tískil hava rættindi
saman við ítøkiliga veiðiloyvinum
verið avgerandi fyri rættarstøðuna
hjá einstøku felagnum. Hetta varð
galdandi bæði í og uttanfyri føroyskt
sjáøki.
Hóast lógarbroytingar - størri og
smærri - á hvørjum ári, so varð tað
á hesum grundarlagi sum fyrisitið
hevur verið í 16 ár, og á hesum
grundarlagi hava feløg tillagað seg.
Øll, sum fingust við fiskskap, vistu
hvørji rættindi, ið tey høvdu, og tískil
hvørjum reglum í lógini, tey vóru
fevnd av.
Inntil 2010!
Ljóðleys frontaluppgerð
við løgtingið
Í 2010 kom Fiskimálaráðið við nýggj
ari útlegging av lógini, sum endavendi
allari fyrisiting og gjørdi upp við 16
ára praksis.
Síðani tá hava tað ikki verið áset
ingar og allýsingar í lógini, sum hava
verið avgerandi fyri rættarstøðuna
hjá einstøku aktørunum. Nú er tað
landsstýrismaðurin, sum – grundað
á metingar hjá fyrisitingini í Fiski
málaráðnum – bæði skilgreinar,
ásetir og útlutar rættindi og køkir
rættindi og veiðiloyvir saman.
Síðani 2010 hava tískil eingi
feløg vita hvønn rætt og rættidni, ið
tey hava, og tískil heldur ikki eftir
hvørjum reglum í lógini tey eru fevnd
av.
Útleggingin er ein frontaluppgerð
við fundamentið í lógini um, at: ”Løg
tingið setur karmar í lógarformi,
sum heimila landstýrinum at gera
tey neyðugu tiltøkini og taka tær ein
støku umsitingaravgerðirnar, so at
endamálini í hesi lóg verða rokkin.”
(Løgtingstíðindi 1993, s 387).
Nýggja útlegging Fiskimálaráðsins
av lógini hevur beinleiðis avlagað øll
viðurskifti innan føroyska fiskivinnu,
og hetta er hent, uttan at løgtingið
hevur broytt ein bókstav …
Fyrisiting ella lóggáva?
Grundarlagið undir nýggju fyrisiting
ráðsins er ein brádliga uppstaðin
uppfatan í ráðnum av heimildum í
lógini. Hóast aldri nevnd, aldri við
gjørd og aldri nýtt, so hevur – sambært
Fiski-málaráðnum – ligið ein heimild
í lógini hjá landstýrismanninum at
skúgva til viks allar aðrar ásetingar
og allýsingar í lógini, ein sokallað
generalheimild, ið heimilar nærum
øllum, grundað á metingar í Fiski
málaráðnum. Ásetingin, sum Fiski
málaráðið vísir til, hevur okkum
kunnugt ongantíð verið viðgjørd í
Løgtinginum við atliti til at verða ein
generalheimild.
Viðgerðir og ítøkiligar avgerðir eru
nú grundaðar á metingar í ráðnum,
meðan súlurnar, sum eru allýstar í
lógini – tilfeingið, fiskirættindir, veiði
loyvir, skipabólkar, skipanir og fiski
loyvir v.m. – eftir hetta bert hava tann
týdning, sum Fiskimálaráðið grundað
á metingar avger, at tær skulu hava.
Heimildir í lógini at ”gera reglur
um” ávís ítøkilig viðurskifti vórðu
brádliga ein breið heimild at skipa øll
viðurskifti. At ”gera reglur um” er ikki
longur smíðan av neyvari almennum
reglum um ymisk ítøkilig viðurskifti,
sum eru grundfest í lógini, men ein
heimild at taka beinleiðis avgerðir
uttan almennar ella ítøkiligar reglur
yvirhøvur.
Fyrisitingin hevur við hesum
tulkað seg fram til heimildir, ið eru
truplar at fáa eyga á í lógini, og sum
tískil eru fyri lóggávu at rokna.
Fyrisitingin av uppsjóvartilfeinginum
í føroyskum øki 2010-2014 er talandi
dømi, hvussu nýggja uppfatanin
verður útint í verki.
Óavmarkaða heimild,
men bundin kortini
Ongantíð áður – sum man veit um at
siga – hevur størri fiskatilfeingi svom
ið í føroyskum sjóøki enn seinastu
árini. Og ongantíð áður hevur verið
landað fyri størri upphæddir, fiskað
í føroyskum sjóøki, enn árini síðani
2010.
Samstundis við hesum veruleika,
so hava botnfiskastovnarnar, serliga
toskur og hýsa, ongantíð – sum man
veit um – verið verri fyri enn nú,
og feløgini, sum varða av hesum
partinum av heimaflotanum, hava
tískil undir einum ongantíð verið
verri fyri enn seinastu árini.
Hóast henda veruleika fór fyri
sitingin í Fiskimálaráðnum í 2010
undir eina tilgongd at skipa nýggj
rættindi og nýggjan fiskiskap í
føroyskum sjógvi uttan at taka
hædd fyri katastrofalu støðuni hjá
botnfiskastovnunum á føroyska
landgrunninum.
Við ný(upp)funnu generalheim
ildini letur landsstýrismaðurin í 2010
hurðarnar til føroyskt sjóøki standa
víðopnar fyri feløgum, veiðiloyvum
og stáli - óansæð í hvørjum fiskiskapi
ella hvar á klótuni hesi høvdu sítt
virki.
Landsstýrismaðurin við ‘óavmark
aða heimildini’ noktar samstundis
feløgum við veiðiloyvum til føroyskt
sjóøki, sama møguleika; tað ger hann
við tilvísing til vantandi heimildir. Í
fimm ár hevur landsstýrismaðurin
sostatt reelt avskorið stóran part
av øllum feløgum innan føroysku
botnfiskaveiðuna atgongd til nýggj
rættindi í føroyskum sjógvi.
Fiskimálaráðið í andsøgn
við seg sjálvt
Nýggja uppfatanin er í andsøgn
við alt tað, sum Fiskimálaráðið
sjálvt við jøvnum millum-bilum
hevur borðreitt við í 16 ár – bæði
í fyrisitingarligum praksis og í tí,
sum Fiskimálaráðið hevur lagt fyri
løgtingið, antin í sambandi við al
menn orðaskifti ella lógaruppskot.
Nøkur fá dømi eru nóg mikið at
lýsa, at talan er um eitt fullkomuligt
umskifti í mun til ta uppfatan og
tann praksis ráðið hevði undan 2010:
•
Í 1997 varð sýtt einum felagi at
fiska av føroyskari ES-kvotu í
grønlendskum sjógvi grund-að
á vantandi lógarheimild. Grund
gevingin var átekningin ‘II i’ (t.e.
veiða í altjóða sjógvi) í veiðiloyv
inum hjá fiskifarinum og tann
ræðisavmarking, sum samsvarandi
hesum var lýst í skipsskeytinum
•
Í 1998 skuldi ein ítøkilig lógar
heimild til fyri – hjá landsstýris
manninum – at broyta ávísar
ásetingar í ávísum veiðiloyvum
•
Í 2007 staðfesti Fiskimálaráðið
sjálvt, at tað ikki hevði heimild
at seta eina og hvørja treyt í eitt
fiskiloyvi
•
Einki veiðiloyvi II (t.e. veiða uttan
fyri føroyskt sjóøki) hevur útint
fiskiskap í føroyskum sjóøkið fyri
2010 (grein 20 og 21 fiskiskapur
undantikin)
•
Eingi fiskiloyvi eru útskrivað
fiskifari í føroyskum sjóøki fyri
2010 uttan at samsvar hevur
verið millum ásetingar í ein
staka veiðiloyvinum og sjálvan
fiskiskapin (undantikið er fiski
loyvi til fyribils og avmarkað
rættindi og fiskiloyvi til grein 20
og 21 fiskiskap)
Nýggja uppfatanin
ein blanko-kekkur til
fiskimálaráðharran
Við nýggju uppfatanini hevur fiski
málaráðharrin saman við fyrisitingini
seinastu árini havt frítt at plaserað
virðir fyri milliardir til avís feløg at
troyta. Hesi feløg skulu lúka treytir,
sum Fiskimálaráðið setur, grundað
á metingar. Treytirnar eru ymiskar
frá einum felagi til annað og tær eru
ymiskar frá einum ári til annað!
Samanbera vit – grundað á fólkatal
– so svarar hettar til, at fyri hvørja
milliard, sum Fiskimálaráðharrin
hevur býtt út, so skuldi Dan Jørg
ensen í Danmark býtt út virðir fyri
100 milliardir krónur, svenski Sven-
Erik Bucht fyri 200 milliardir krónur
og bretski George Eustice fyri 1.000
milliardir krónur.
Landsstýrismaðurin hevur eisini
grundgivið alment fyri, hví tað er
skilagott at býta milliardavirðir út til
ávísar aktørar.
Fiskimálaráðharrin:
”Vinnan velur seg sjálva
út í fríari kapping”
Men fiskimálaráðharrin tosar við
tveimum tungum. Samstundis sum
hann býtir út, so sigur fiskimála
ráðharrin, at tað eru heilt aðrar
mekanismur, ið gera av, hvussu
ymisku aktørarnir eru fyri:
“Tá man tosar um manglandi
rættartrygd og manglandi reglar,
jamen so arbeiðir fyrisitingin og
landstýrismaðurin eftir grund
leggjandi rættarreglum – altíð […]
Teir aktørarnar, sum eru í vinnuni í
dag, havi hvørki eg valt út ella nakar
av teimum, sum sita her. Teir hava
valt seg sjálvar út í fríari kapping
í vinnuni, og tí eru teir her í dag.
Hvørki eg ella nakar annar hevur valt
teir út. Teir hava valt seg sjálvar út.”
(fiskimálaráðharrin á pallborðsfundi
í Klaksvík 19. februar 2014).
Hvat liggur aftanfyri villleiðandi
útsagnir fiskimálaráðharrans, kunnu
vit bert gita um, men avleiðingin
er greið: Tey feløg ella bólkar av
feløgum, sum fiskimálaráðharrin
seinastu árini beinleiðis hevur
útvalt sum móttakarar av munandi
uppisjóvarrættindum, hava – heilt
ella partvíst – yvirtikið ella keypt
upp stóran part av feløgum við
botnfiskarættindum á føroysku
landleiðunum.
Fiskimálaráðið hevur
mistikið seg fyrr...
Fiskimálaráðið hevur áður roynt seg
við tulking, ið var átøk lóggávu. Í 1998
gav løgtingið landsstýrismanninum
lógarheimild til at strika ásetingina
‘I e’ í veiðiloyvunum hjá ídnaðar
trolarunum (veiða eftir hvítings
bróðuri í føroyskum sjógvi). Brúkti
hann heimildina at strika rættindi í
veiðliloyvunum, so skuldi endurgjald
latast.
Landstýrismaðurin nýtti heim
ildina, men fyrisitingin í Fiskimála
ráðnum fór uppaftur longur og
víðkaði – av sínum eintingum – hesa
heimild til at galda alla ídnaðarveiðu
(ikki bert eftir hvítingsbróður) hjá
hesum bólki af fiskiførum í føroysk
um sjógvi.
Hetta bleiv framt í verki við at
áseta eina treyt í fiskiloyvini hjá
ídnaðarskipunum, ið ásetti, at tey bert
kundi fiska til matna í føroyskum
sjóøki. Sama treyt varð ikki sett
øðrum skipum í sama fiskiskapi. Í
átta ár á rað varð henda treytin sett
hesum fiskiførum og harvið teimum
feløgum, sum varðaðu at hesum fiski
førum.
Men uppfatanin var skeiv og
treytin ólóglig! Tað stendur ósvarað,
hvørt tað var hendan óheimilaða
treytin frá fyrisitingini, sum hevði
við sær, at allur ídnaðarflotin skifti
hendur.
Vanheimild í tryggar
karmar?
Spurningurin er, um Fiskimálaráðið
við nýggju uppfatanini í 2010 enn eina
ferð hevur vassað ov djúpt, so at hetta
er søgan um ídnaðarflotan umaftur
– bara í heilt øðrum dimensiónum …
Er Fiskimálaráðið um at koma
eftir, at tað hevur mistikið seg í síni
útlegging av lógini? Ella uppaftur
verri: Kennir ráðið á sær, at ein
tilætlað mistulking er um at at koma
fram í ljósið? Um so er, gongur so
fiskivinnunýskipanin, sum arbeitt
hevur verið við handan stongdar dyr
í seinastuni, so bert út uppá at leggja
lógloysið í tryggar lógarkarmar …?
Øll – allir aktørar eins og allir
borgarar landsins – hava krav uppá
eitt greitt svar. Ein nýskipan av
fiskivinnulóggávuni er einki svar
í sær sjálvum. Um talan er um
grundleggjandi broytingar í mun
til ta skipan, sum verið hevur, so er
tað so mikið meiri umráðandi, at alt
verður lagt fram í ljósið. Tað er lítið
sømiligt um ein meiriluti samtykkir
eitt uppskot í óðum verkum, sum
skapar varandi ónøgd – ikki um at
tala, um broytingarnar eru av slíkum
slag, at ikki vendist aftur.
Meðan bíðað verður eftir hesum
svari, so royna vit sum frægast – fyri
at svara hvørjum sítt – at fiska av tí,
sum sambært fiskifrøðini ikki er til
og tískil sambært endamálunum í
lógini skuldi verið friðað …
Vegna MÚ
Absalon í Buð
Auðunn Konráðsson
Óli Jacobsen
Sámal Debes
Joen Jakku Winther
Johannes Mikkelsen
Sonni Johannessen
MÚ mótmælir fyrisitingarligu tilvildini í
Fiskimálaráðnum, sum hevur kveistrað burtur
alla rættartrygd hjá feløgum seinastu árini
MÚ mótmælir tann mismun, sum
myndugleikin uttan sakligar grundgevingar
ger á feløgum sum virka í fiskivinnuni
Fyri 2010 vistu øll feløg innan allan fiskiskap hvønn rætt og og hvørji rættindi, ið tey høvdu, og tískil eisini hvørjum reglum í
lógini tey vóru fevnd av. Í 2010 kom Fiskimálaráðið við nýggjari útlegging av lógini, sum endavendi allari fyrisiting. Útleggingin
er í stríð við alt tað, sum ráðið helt og gjørdi frammanundan. Alt hetta er hent, uttan at løgtingið hevur broytt ein bókstav …
kjak