Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-26, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. februar 2015síða 33

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 27. februar 2015 sosialurin 24 33 Umhvørvisstovan sóknast eftir einum skrivstovufólki til Tinglýsingina Vit bjóða eitt arbeiðspláss við góðum trivnaði og samstarvi, har tú hevur góðar møguleikar at menna tínar førleikar. Tú fert at arbeiða sjálvstøðugt og samstundis í tøttum samstarvi við deildarleiðaran og hini starvsfólkini á deildini. Vit vænta at tú hevur skrivstovu-, banka- ella advokatskrivaraútbúgving. Tað er ein fyri- munur at hava relevantar arbeiðsroyndir. Dentur verður lagdur á, at tú ert fyri- komandi, dugnalig/ur og nærløgd/lagdur. Vit leggja dent á, at tú sært nýggjar arbeiðsuppgávur sum eina spennandi avbjóðing, kann arbeiða sjálvstøðugt og dugir væl at samstarva. Setanarviðurskifti Starvið er fulltíðarstarv. Tað fevnir um málsviðgerð og kundaavgreiðslu á Ting- lýsingini. Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmanna- felagið. Starvið verður at seta skjótast gjørligt ella eftir avtalu. Skrivlig umsókn við avriti av prógvum, cv og møguligum viðmælum skal sendast til: Umhvørvisstovan Postboks 2048 165 Argir ella sum teldupostur til: us@us.fo. Umsóknir skulu vera Umhvørvisstovuni í hendi í seinasta lagi 13. mars 2015, kl. 12. Meira fæst at vita um starvið, við at venda sær til Malenu Egeberg Jacobsen, deildarleiðara, á telefon 342400. Postboks 2048, 165 Argir, tel +298 342400, fax +298 342401, us@us.fo Ert tú útbúgvin elektrikari, og leitar tú tær eftir nýggjum avbjóðingum? So er tað kanska júst tær, vit leita eftir. Vit sóknast eftir einum dugnaligum, sjálvstøðugum sveini til at byrja sum skjótast! Ring til Petur ella skriva á pad@olivant.fo um tú ert áhugað/ur. tel.: 218091 ERT TÚ JALIGUR, TÆNASTU HUGAÐUR OG TEKNISKT VÆL FYRI? PALLI Á DUL SP/F Sóknast eftir einum ELEKTRIKARA