Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-02, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. mars 2015síða 2

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Mánadagur 2. mars 2015 · Nr. 25 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Stovnaður: 1927 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Vinnan síða 4-8 Valdi heldur lyklar enn løgreglu Vinnan síða 16 Borg aftur av­ lopi í fjør Kringvarp Føroya livir fyrst og fremst av tí kringvarpsskatti, sum tað við lóg áleggur øllum húskjum at gjalda. Tað er ein andsøgn, at hes­ in almenni stovnur eisini selur lýs­ ing­ar í kapping við privatar miðl­ar. Men tað ger stovnurin við væl­ sign­ilsi frá politisku skipanini. Fríggjadagin sendi Kringvarpið út bræv til handilsvinnuna, har boð­að verður frá, at Kringvarp Før­ oya m. a. lækkar prísin á ljóð­lýs­ing­ um í útvarpi 80 prosent! Ein lýsing, sum hós­dag­in kostaði 1.400 krónur, kost­aði fríggjadagin 280 krónur. Rás2 er í menning í hesum døg­ um. Støðin hevur fingið nýggjar med­eig­arar, og framtíðin sá ljós út. Til hendan bumban kom úr Sort­u­ díki. Púra fyrilitarleyst knallar Kring­ varp­ið lýsingarprísin 80 prosent nið­ur. Úrslitið er, at Kringvarpið kval­ir Rás2. Ann­ars hevði Kring­ varp­ið ikki lækkað prís­in 80 pro­ sent. Hetta kann ikki vera lógligt. Vit hava spurt kring­varps­stjór­an, um hetta skal takast í álvara. Og tað skal tað. Hetta er ikki ein feilur. Í Kringvarpinum sita tey og rokna út, hvussu tey kunnu hála tepp­ið und­ an privatu miðlunum, hó­ast Kring­ varp­ið einki fíggjarligt fær burt­ur­úr – men verður enn meira komm­er­si­ elt og bund­ið at hand­ils­monn­um. Vit standa púra spyrjandi. Kring­ varps­stýrið plagar ikki at vita, hvat tað skal meina. Men kann lands­stýr­ is­mað­ur­in liva við hesum? Kann løg­mað­ur liva við hesum? Og kann Jørg­en Niclasen liva við hesum? At al­menn­ir pengar miðvíst verða mis­ brúkt­ir til at sløkkja privatar miðl­ar. Serliga er tað undir nýggju leiðsl­uni, at Kring­varp Føroya ber seg full­kom­i­liga fyrilitarleyst at. Tey skilja uttan iva ikki, hvussu markn­að­ur­in virkar og sorla tí allan markn­að­in sundur við vitleystum prís­poli­tikki. Vit finn­ ast ikki at fjøl­miðla­fólkunum ella tíðindaflutningi í Kring­varp­inum. Men tað er leiðslan og marknað­ar­ fólk­ini, sum eru ein kata­strofa. Royndirnar siga okkum, at lít­il vón er um bata. Oman fyri stjór­an sit­ur eitt stýri við partí­pamp­ar­um. Um­boð fyri flokk­arnar sita ímillum stjór­an og lands­stýr­is­mannin. Tey skilja ikki støðuna. Heldur ikki so­ kall­aða lib­er­ala samgongan og held­ ur ikki and­støðan. Niðurstøðan má tí vera, at pol­ it­iska skip­an­in vil hava eitt al­ment fjøl­miðl­amon­o­pol. Eis­ini Fólka­ flokk­ur­in – sum við dómi í Føroya Rætti hev­ur vunnið knús­andi sig­ur á Kring­varp­i­num – góð­tek­ur, at al­ menn­ir peng­ar gjøgn­um Kring­varp­ ið verða brúktir til at kvala priv­atar miðlar og vinnufyritøkur. Katastrofan í sortudíki Orsøkin til hørðu orðini í odda­greinini omanfyri skal síggjast í ljósinum av, at vit hava ein almennan stovn sum Kringvarp Før­oya, sum er í ferð við at knúsa lýs­ing­ ar­markn­aðin í Før­oy­um. Fríggjadagin sendi Kring­ varp­ið bræv til vinnurekandi í Før­oyum, har boðað varð frá nýggj­um príspolitikki hjá al­menna public service stovn­inum. Sum vit síggja tað er end­ a­málið púra greitt: Nið­ur­ gongd­in í lýsingarinntøkum skal av­mark­ast við to­talt at oyð­i­leggja lýs­ing­ar­markn­að­ in fyri priv­atu fjøl­miðla­vinn­ una í Føroyum. Niðurgongdin í lýs­ing­ar­ inn­tøk­um er ikki nakað ein­ dømi í Føroyum, og heldur ikki í kringvarpinum. Niðurgongdin er alla­ staðni. Men tað rættvísger ikki, at ein almennur skatta­ inn­krevji sum Kringvarp Før­oya dumpar prísirnar 80 pro­s­ent – við einum einasta end­a­málið: At hála allan lýs­ ing­ar­marknaðin til sín! Úrslitið verður ein markn­aður í knúsi, og priv­ at­ir miðlar, sum hokna, tí teir megna sjálvandi ikki at kapp­ast við landskassan. Tað klár­ar eingin. Kat­astrofan verður total, tá lands­ins myndugleikar bara lata standa til og lata ein lands­stovn bera seg so­ leið­is at. Kappingarráðið hevur stað­fest trupulleikan. Men tey kunnu ikki virka ímóti pol­it­iska viljanum, sum nú í fleiri ár hevur verið at venda deyva oyrað og blinda eygað til. Marknaðurin fer í knús Tað sigur fakfelagið hjá tíð­ inda­fólkum, Føroysk Miðla­ fólk, sum hevði aðalfund í gjár. Yvirlýsingin frá Før­oysk­ um Fjølmiðlafólkum er so­ ljóð­andi: – Í sambandi við sakar­ mál­ið móti fýra miðlafólkum minna Føroysk Miðlafólk á, at ov­asta leiðsla í fjølmiðlum hev­ur ábyrgdina av tí, sum mið­il­in ber fram. Journalist­iskt arbeiði er ar­beiði fyri miðilin, og sam­ bært lóg eru stjórar, sum hava ábyrgdina. Føroya Rættur hevur í sak­ar­mál­i­num móti trim­um navn­givnum kring­varps­ fólk­um og einum redaktøri á portal.fo, dømt bót til hvønn ein­stakan, men hvørt ein­ stakt tíðindafólk eigur ikki at hava eina hóttan um per­ són­liga bót hangandi yvir sær í ger­and­isdegnum. Ovasta leiðslan hevur á­byrgd­ina og skal verja síni starvs­fólk – eisini tá tey vera drig­in í rættin. Um starvsfólk á einum miðli verður dømt fyri æru­ meið­ing í arbeiðshøpi, so eig­ ur miðilin at rinda bøturnar. Og tað er eisini ábyrgdin hjá ovastu leiðslu at greiða lurt­ar­um, hyggjarum ella les­ar­um frá, hví miðilin rind­ ar bøturnar hjá starvs­fólk­u­ num. Kringvarpið skal gjalda bøturnar Er eingin, sum kann steðga vitloysinum hjá Kringvarpinum? Fyrrapartin lot av vestri og yvirhøvur turt og sólglottar, men seinnapartin veksur hann vindin upp í skrið ella storm av útsyningi og regn. Hitin millum 6 og 9 stig. Veðrið hósdagin og fríggjadagin: Hósdagin hvassur vindur av útsynningi og ælingur, partvís kavi, fríggjadagin upp í skrið av suðri og møguliga regn. Hitin millum 1 og 5 stig. Veðrið mánamorgunin: Eitt lágtrýst, 975 hPa. vestanfyri Føroyar grynnist. Veðrið týsnáttina: Lágtrýstið sunnanfyri Ísland fer eystureftir. e Petur Skeel Jacobsen greiðir frá um veðrið Seinnapart Gul til stívt andøvsgul av útsynningi og yvirhøvur turt og sólglottar. Hitalgið millum 0 og +3 stig. MIKUDAGIN MÁNADAG TÝSDAGIN 6-11 m/s 17-22 m/s 5-10 m/s 6-11 m/s 1-6 m/s 1-6 m/s Lot av ymsum ættum, seinnapartin frískar hann vindin av útnyrðingi. Yvirhøvur turt og sólglottar og hitalagið um frostmarkið.