mánadagur 2. mars 2015síða 10
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 2. mars 2015 · Nr. 25
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
10
fótbóltur
Tróndur Arge
KÍ hevði hevði sigurin í
eygsjón, tá ein, at síggja til,
vandaleys avlevering bleiv
spælt aftur til Meinhardt Jo
ensen í KÍ málinum. Bólturin
hoppaði uppum fótin á mál
verjanum og í mál. Soleiðis
bjargaði TB sær eitt stig við
bara nýggju monnum á vøll
inum.
Sjálvt málið kom eftir, at
KÍ hevði tikið stutt málspark.
Bólturin
verður
síðani
spældur aftur til Meinhardt
Joensen.
– Vit spæla stutt eftir mál
spark. Eg fái bóltin aftur og
skal spæla víðari til Jonas, tá
bólturin ger eitt lítið hopp og
springur uppum fótin á mær,
greiðir Meinhardt Joensen,
málverji hjá KÍ, frá.
Helst
mundi
bólturin
hopp uppum 5-metur strik
una og snýta Meinhardt. tá
hann skuldi taka móti bólt
inum.
– Vit tosaðu nevniliga
um tað í hálvleikinum, at
5-metur strikan gav bóltin
um eitt lítið hopp. Eg var ikki
nóg vakin í tí støðuni í dyst
inum, sigur málverjin hjá KÍ,
sum tó ásannar, at málverjar
mugu standa modell slíkt av
og á.
– Tað er sæð fyrr og tað
hendir sikkurt aftur eina
ferð. Tað er bara ein undar
lig kensla, tí tú kanskt ikki
fyrireika teg upp á tað. Eisini
løgið, at tað hendir á einum
so góðum vølli, sigur Mein
hardt Joensen.
TB við níggju monnum
Talan var í nógvar mátar um
ein rokaligan dystin, har lið
ini høvdu trupult við at fáa
spælið at hanga saman.
– Tað var ein rokaligur
dystur til tíðir. Hetta er fyrsti
dysturin á árinum, umframt
at veðrið ávirkaði. Vit vístu
góðar taktir í fyrra hálvleiki.
TB stríddist væl í seinna
hálvleiki, men við høvdu sett
nøsina upp eftir trimum stig
um, sigur málverjin hjá KÍ.
Atli Danielsen legði KÍ á
odda í fyrra hálvleiki. Bara
minuttir inn í seinna hálvleik
fekk Albert Adu hjá TB bein
leiðis reytt kort.
– Tað gjørdi møguleikar
nar hjá okkum at vinna upp
aftur betri, men tað virkaði
sum reyða kortið gav teim
um meiri orku, greiðir Mein
hardt Joensen frá.
Tjúgu minuttir fyri tíð
fær so Martin Tausen sítt
seinna gula kort, og verður
útvístur. Tá mundu tey
flestu halda, at sigurin hjá
KÍ var tryggur. Tíverri fyri
teir, so ætlaði bólturin ikki
tað sama.
– Tað er ótrúliga harmi
ligt. Teir høvdu ikki annað at
bjóða upp á, enn feil hjá okk
um, sigur málverjin at enda.
AB argaði aftur HB
Argjamenn trívast væl í
grannauppgerðunum og í
Gundadali. Seinast AB var í
Gundadali vunnu teir á HB.
So væl gekk ikki hesa ferð,
men argjamenn fingu eitt
stig við um ánna.
Bæði HB og AB hava
verið eitt sindur leitandi í
spæliskipan og uppstilling
undan hesum kappingar
árinum. Fyri HB eru nakrar
broytingar á miðvøllinum og
til hendan dystin kom Fróði
Benjaminsen ikki heim, tí
hann er undir útbúgving í
Danmark.
Tí var spennandi at síggja
hvussu
miðvøllurin
varð
settur saman. Her valdi Heð
in Askham at seta René S.
Joensen og Christian R. Mou
ritsen, meðan Andrew av
Fløtum og Arnbjørn T. Han
sen vóru í álopinum. Tíverri
fyri HB, so helt Christian R.
Mouritsen bara í 43 minuttir,
so mátti hann skiftast út.
Christian hevur drigist við
skaða í longri tíð. Í HB leguni
vilja tey tú ikki brúka fráver
una sum umbering.
– Vit hava ein nóg sterkan
hóp, til at klára okkum sjálvt
um vit hava skaðar, sigur
Levi Hanssen, miðvallari hjá
HB.
– Til tíðir er spælið gott,
men vit skapa ikki nokk
møguleikar, sigur Levi Hans
sen víðari.
Arnbjørn T. Hansen skor
aði ársins fyrsta mál, tá hann
longu aftaná tríggjar minutt
ir legði HB á odda. Álvur F.
Christiansen javnaði fyri AB
stutt inn í seinna hálvleiki,
men so var Arnbjørn aftur
upp á spæl. Hann bleiv feld
ur og Levi Hanssen umsetti
brotssparki til mál, men aft
ur javnaði AB.
– Eg eri ikki nøgdur við úr
slitið í dag, sigur Levi Hans
sen.
Glaðir argjamenn
Í AB leguni er lagið hinvegin
gott. Fyrrverandi HB fram
herjin, Jógvan Skeel Nolsøe,
átti seinasta fótin á, tá AB
javnaði til 2-2.
– Vit eru væl nøgdir og
dysturin myndar seg júst
sum vit ætla okkum. HB
hevur bóltin nógv, men teir
skapa ikki nógvar málmøg
leikar, sigur málskjúttin.
AB var aftanfyri í hálv
leikinum, men tók sær um
reiggj til seinna hálvleik, sum
AB faktist vinnur 2-1.
– Vit tosa um tingini í
hálvleiki. Vit síggja, at vit
eru vandamiklir tá vit eru
við og fara í mótálop. So tað
gav okkum trúgv upp á, at vit
kundu fáa nakað heim við,
sigur Jógvan Skeel Nolsøe.
Í fjør vann AB fyrsta dyst
in á útivølli móti Víkingi, og
aftur í ár fáa teir eitt gott úr
slit í fyrsta umfarinum – á
útivølli móti HB.
Klæmint hattrik
NSÍ er einasta liðið, sum hig
KÍ og HB vóru favorittar at vinna á avikavist TB og AB, men í báðum førum mistu liðini stig í evstu
løtu. Í Runavík var ongin slingur í valsinum hjá NSÍ, sum vann 6-1 á skerdum FC Suðuroy liði
5-metur strikan
kostaði KÍ dýrt
Mynd: Áki Bertholdsen
Mynd: Álvur Haraldsen