mánadagur 2. mars 2015síða 15
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 2. mars 2015 · Nr. 25
ítróttur
15
Tróndur
Arge
Hilmar Jan
Hansen
Heri
Simonsen
Jóannes
Hansen
Pætur
Albinus
Álvur
Haraldsen
André
Olsen
Teitur
Joensen
Pætur
E. Jensen
So vóru Føroyar aftur á heimskortinum í ítrótti.
Hesa ferð er tað Dánjal Martin Hofgaard, sum
hevur tikið alt á bóli og er blivin heimsmeistari í
innirógving í kapping, sum var í Boston.
Dánjal Martin Hofgaard úr Vági er heimsmeistari
í bólkinum Open Men Lightweight. Tað er ótrúliga
flott at vit enn eina ferð kunnu prógva fyri okkum
sjálvi og umheiminum, at vit blanda okkum millum
tey bestu í heiminum. At Dánjal Martin og Pál
Joensen eru barndómsvinir og hava vant saman,
sigur eisini eitt sindur um týdningin Pál Joensen
hevur fyri føroyskan ítrótt.
Herfrá skal ljóða eitt kempi til lukku til Dánjal
Martin!
Einstaklingar í føroyskum ítrótti tykjast í størri
mun at satsa hægri nú, enn teir hava gjørt fyrr. Tað
er eftirhondini gerandiskostur, at vit koma heima
aftur við heiðursmerkjum og metum. Føroyskur
ítóttur tykist at vera í framgongd og tað fingu vit
aftur staðfest í Boston.
Annars me ini eg:
– At HSF hevur verið í nøkrum óhepnum støðum,
men tað er týdningarmikið at Hondbóltssambandið
veksur við uppgávuni. Tað er ikki í ordan, at eitt
mistak førir til, at ongin dystur bleiv spældur í Vági,
men tað er ikki bara har, at hondbólturin haltar
afturúr. Vónandi læra vit av teimum feilum, sum
verða gjørdir.
– At vit í størri mun mugu flyta okkum til, at
fótbóltsfeløgini hava lønt skrivstovufólk, men eisini
at tað í størri mun verður lagdur dentur á at løna
ungdómdsvenjarum og øðrum, heldur enn at satsta
upp á besta liðið.
– At Premier League er tann besta fótbóltsdeildin
í heiminum. Sjálvt um Premier League liðini
ikki klára seg so væl í Evropa í løtuni, er Premier
League nógv tann mest spennandi deildini – um
tú spyr meg. Helst eru orð sum branding og
felagssjónvarpsrættindi lyklaorð.
Til lukku
Dánjal
Martin
Ítróttar
klumman
Tróndur Arge
Føroyskur
heimsmeistari
í inniróðri
Pætur Albinus
Í gjár luttóku sjey føroyingar
í heimsmeistarakappingini í
inniróðri, sum eins og und
anfarin ár varð rógvin í Bos
ton, USA. Teir sjey føroysku
rógvararnir
vóru
Dánjal
Martin Hofgaard, Toni Dam,
Jens Kristian Dam, Annetta
C. Eidesgaard, Jón Nónklett,
Ingibjørg Thomsen og Sarita
K. Hansen, sum flest øll lut
tóku í ymiskum vekt- og ald
ursbólkum.
Heimsmeistari
Føroysku
rógvararnir
hava gjørt nógv burturúr
fyrireikingunum
til
HM-
kappingina. Seinastu seks
vikurnar hava teir vant
eftir
venjingarætlan
frá
legendariska danska rógv
aranum, Eskild Ebbesen, og
hava teir eisini hugsavnað
seg um at eta og sova rætt.
Sigast má, at tað hevur
givið úrslit, tí føroysku tíðir
nar í Boston vóru sera góðar.
Eftir stendur serliga tann
eina, sum eisini stendur eftir
sum eitt framúr úrslit. Dánjal
Martin Hofgaard úr Vági er
nevniliga heimsmeistari í
Open Men Lightweight.
Bragdið framdi hann eft
ir ein sera spennandi enda
spurt, har hann einans var
eitt sekund betri enn tættasti
mótstøðumaðurin.
– Tað var ikki fyrr enn eini
200m vóru eftir, at tað var
øgiliga javnt ímillum meg
og tveir aðrar. Eg føldi, at eg
hevði eitt sindur av kreftum
eftir, so eg prøvaði bara at
bomba avstað. Tað helt heim,
segði heimsmeistari, Dánjal
Martin Hofgaard, við Rás 2
eftir róðurin.
Eisini onnur góð úrslit
vóru at peika á. Sarita K.
Hansen og Jens Kristian
Dam gjørdust bæði nummar
fýra í sínum bólkum, sum
vóru ávikavist Open Women
Lightweight og Master Men
Lightweight 30-39.
albinus@sosialurin.fo
Inniróður: Dánjal Martin Hofgaard kveistraði alla
mótstøðu til viks og er nú heimsmeistari í inniróðri