Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-02, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. mars 2015síða 18

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 NR. 2 I 2. MARS 2015 Vinnublaðið hjá Miðlahúsinum 2 SERBLAÐ FRÁ SOSIALINUM ÁBYRGD: EIRIKUR LINDENSKOV MYNDIR: ÁLVUR HARALDSEN GRAFISK SNIÐGEVING: PÆTUR EYÐUNSSON JENSEN UMBRÓTING: SOSIALURIN Vinnan hesaferð hittir í Vinnuprofilinum Helga Justinussen, sum fyri 10 árum síðani skifti politiskeltið um við lyklatyssi. Hann gavst sum løgreglumaður fyri at stjórna ansingarfyritøkuni Ansni. – Tað var øðiliga tungt at byrja við, og fyrsta hálva árið var talan um so mikið stórt hall, at eg ikki kundi hugsa um at flyta mær sjálvum løn, sigur hann. i h f ð hi i í i fili l fili Vinnan hesuferð... tað hendir... FRÓÐI FYRI JØRMANN Herfyri fór Jørmann Petersen, ríkisgóðkendur grannskoðari, úr starvi hjá P/F Januar og í starv hjá Grannskoðaravirkinum Numo. Í hesum sambandi er Jørmann Petersen eisini farin úr nevndini hjá P/F Januar, og fyri hann í nevndina er komin Fróði Sivertsen. Hann starvaðist hjá grannaskoðaravirkinum Inpact, sum varð lagt saman við grannskoðaravirkinum Nota, sum varð til P/F Januar. REIÐARA- FELAGIÐ FYRI FARMA- SKIP HAVT AÐALFUND Allir partar hava skyldu at tryggja, at føroyska flaggið verður verandi eitt góðskuflagg, verður staðfest í frágreiðingini frá nevndini. Á ársaðalfundinum hjá Reiðarafelagnum fyri Farmaskip herfyri legði formaðurin, Jens Meinhard Rasmussen, dent á, at tað hevur týdning framhaldandi at menna og økja um vinnugreinina og møguleikar hennara. Umframt at vinnan sjálvsagt javnt tillagar seg til umstøðurnar, so hevur tað týdning, at føroysk lóggáva, reglur og umsiting ikki leggur óneyðugar byrðar á vinnuna. Tað eru millum annað viðurskifti í sambandi við FAS, sum eiga at verða dagførd, soleiðis at føroysk skip kunnu kappast á jøvnum føti við onnur. Myndugleikar, reiðarí og manningarfeløg hava harafturat øll eina ábyrgd og skyldu at tryggja, at føroyska flaggið verður verandi eitt góðskuflagg, verður staðfest í nevndarfrágreiðingini. Fyri vali á aðalfundinum stóðu Jens Meinhard Rasmussen, Rúni V. Poulsen og Gunnbjørn Joensen, sum allir tóku við afturvali og vórðu valdir. Harafturat tóku Kaj M. Petersen og Christian Danielsen seg úr nevndini. Í teirra stað vórðu valdir Bogi P. Nielsen og Sjúrður Johansen. MARINE HARVEST FER AT SLAKTA OG KRYVJA arine Harvest Føroyar hevur havt eitt samstarv við Bakka- frost, har fiskurin hjá felag- num er vorðin slaktaður og kruvdur á virkinum hjá Bakka- frosti á Strondum. Virksemið er farið fram í bygninginum hjá fyrrverandi Bátafiski, sum eisini hevur borið navnið, Vik- ing Seafood. Tað er Bakkafrost, sum eigur henda bygn- ing, og nú fyritøkan byggir nýtt og stórt laksa virki og ætlar at savna alt sítt virksemi á Glyvr um, er spurningurin, hvussu verður við virki num á Strondum. Ein vetur aftrat Eitt av alibrúkunum hjá Marine Harvest Før oy- ar liggur beint uttan Haldarsvík, og eitt annað liggur út fyri Fossá, sunnan fyri Haldarsvík. Á Oyndarfirði hevur felagið stórt ali virk- semi, og enn hevur felagið ikki endaliga riggað ali brúkið út fyri Veðranesi av. Tað liggur í kortunum, at tá Marine Harvest Før oy ar fær aliloyvi á Sandsvág, har tómur royndar aliringur hevur ligið í vetur, verður ali- loyvi út fyri Veðranesi latið inn. Um alt gekk væl, var ætlanin hjá ali felag- num at seta 390.000 smolt út í seks aliringar á Sands vág seinni í vár, men sum skilst, er ætlan in nú at gera royndir á Sandsvág ein vet- ur aftrat, áðrenn fiskur verður settur út. Hjá Marine Harvest Føroyar eru tey rætti- liga spent upp á avbjóðingina og møgu leik ar- nar á Sandsvág, og vónirnar eru góður um, at felagið her fær eitt gott aliøki. Kryvja sjálvi Hvar Marine Harvest Føroyar fer at slakta og kryva, tá tøkan byrjar aftur í oktober, er endalig støða ikki tikin til enn. Felagið keypti fyri eini tíð síðan fiskavirkið í Haldarsvík, sum felagið í løtuni brúkar til goyms lu. Um tað verður hetta virkið ella eitt ann að, sum verður karmur um slátur-og kryvji virk- semið hjá felagnum, fer tíðin at vísa. Í aðrar mátar er ikki óhugsandi, at felag- ið kanska keypir virkið hjá Bakkafrosti á Strondum, tá Bakkafrost ikki fer at brúka virk ið meira. Størri laksanøgd Tá tøkan hjá Marine Harvest Føroyar byrjar aft ur í oktober, er væntandi, at felagið fer at taka umleið 50 tons av laksi um dagin - ella um leið 250 tons um vikuna - og væntandi er, at tøkan fer at halda fram og hanga saman til eina ferð út á summarið 2016. Samlaða nøgdin av laksi hjá Marine Harvest Før oy ar hevur ligið um 6.000 tons um árið, men málið er at koma upp á eini 7.000 ella 8.000 tons, tá framleiðslan, sum væntandi verð ur á Sandsvág, er íroknað. M TÁ MARINE HARVEST FØROYAR FER AT TAKA LAKS AFTUR TIL HEYSTAR, ER ÆTLANIN, AT ALIFELAGIÐ SJÁLVT SKAL TAKA SÆR AV HESUM ARBEIÐI Vilmund Jacobsen Tá alivirksemi er komið í gongd á Sandsvág, væntar Marine Harvest Føroyar, at samlaðu nøgdirnar av alifiski hjá felagnum verða eini 1.000 ella 2.000 tons fleiri, enn tær eru í løtuni Mynd: Álvur Haraldsen Marine Harvest Føroyar hevur aling út fyri bygdini í Haldarsvík, og felagið hevur eisini aling út fyri Fossá, sunnan fyri Haldarsvík. Felagið eigur nú eisini fiskavirkið í Haldarsvík Mynd: Sigmar Mørkøre