hósdagur 8. juli 2004síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 128 - 8. juli 2004
Nr. 128 - 8. juli 2004
11
Hetta er tíðin, tá mong fremmandafólk vitja
oyggjarnar í Norðuratlantshavi, sum Føroyar
oftani verða nevndar. Ikki júst tí at veðurlagið
er so innbjóðandi, men meira fyri at síggja
stórslignu náttúruna og at hitta fólkið, sum býr
á klettunum.
Umframt "vanligu" ferðafólkini, sum koma til
landið, eru eisini "óvanligir" gestir. Ein teirra
vitjar júst í hesi løtu. Tað er Lorreine Britten,
einkjan eftir suðurafrikanara, sum í mong ár sat
fangi í tí ræðuliga fangatippinum á Robbin
Island. Hon er komin higar fyri at takka fyri
tann stuðul, sum føroyska deildin av Amnesty
International og her serstakliga fyrrverandi
forkvinna tess, stríðskvinnan Anette Wang, lat í
stríðnum móti hvíta apartheidstýrinum. Tað
vóru millum brøvini frá henni, sum vóru við til
at halda lív í vónini hjá Lorreine Britten at fáa
mannin leysan úr fangilsi.
Henda søga undirstrikar bert tann týdning, sum
Amnesty International hevur fyri so mong kúg-
að og ófræls úti í heimi, og at vit øll eiga at taka
fult undir við arbeiðinum hjá hesum felags-
skapi. Hóast tað kann kennast lítisvert at senda
brøv út í heim til dikatur og einaræðisharrar, so
er hetta kortini eitt ljós í myrkurinum hjá
mongum. Tí eitt bræv verður oftani byrjanin til
túsundtals brøv, ið verða send teimum, sum
fremja ógerðirnar, úr øllum heimspørtum,
herímillum Føroyum. Vitnanin hjá hesi góðu
suðurafrikonsku kvinnu eigur nettupp eisini at
minna okkum øll á tann týdning, sum m.a.
arbeiði hjá Amnesty hevur. Lorreine skal vera
hjartaliga vælkomin til Føroya.
Aðrir "óvanligir" gestir í hesum døgum eru
donsku meistararnir úr FCK. Teir skulu eisini
verða hjartaligar vælkomnir til Føroya. At frægi
leikari okkara Todi er við í ferðalagnum ger
hesa vitjan ikki minni áhugaverda. Tó at tað
ikki eydnaðist Toda og liðfeløgum hansara at
vinna ímóti KÍ. Hinvegin má sigast, at hetta er
ikki eiti á føðingardagsgávu til hetta gamla og
fræga felag, sum verður 100 ár í ár – at fáa ein
sigur í hús móti donsku meistarunum. Tillukku
KÍ bæði so og so. Og vælkomin til Føroya allir
summargestir – vanligir sum óvanligir.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Vælkomin til Føroya
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo
Heini í Skorini heini@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Hans Kárason Mikkelsen
hans@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 228909
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Niels Martin Olsen
Hví hendir so lítið í Sjóvar
kommunu. Eftir seinasta
kommunuval vóru flest
allir strandingar spentir
uppá , hvat hesi ungu fólk,
sum vald blivu fóru at
avrika. Nú er skjótt val
aftur, og vit kundu ynskt
okkum at meira var komið
burtur úr - tóso, vit hava
nýliga móttikið eitt hefti,
sum vísir á ymiskt sum
kommunan antin hevur
fingið gjørt ella arbeiðir
við at fáa gjørt - men tað
eru nøkur ting eg fari at
loyva mær at peika á við
hesum skrivinum. Tað sigst
at Sjóvar Kommuna er væl
fyri fíggjarliga, men vil
brúka peningin til at standa
ímóti við, í ringum tíðum.
Hetta er skilagott, men at
skapa arbeiði t.d. fyri tey
ungu vil eg eisini meina er
skilagott.
Nú hava børnini fingið
summmarfrí, og skuldi
hetta verið ein upplagdur
møguleiki hjá kommununi
at fingið fríðkað um í
bygdini. Men henda møgu-
leika hevur kommunan valt
frá - hví? hvat bleiv av "ung
í arbeiði"?
Hvat kundi verið gjørt?
Vit hava eitt stórt øki rund-
an um bygdahúsið, sum í
dag líkist mest eini oyði-
mørk, har kundi man til
dømis planta nøkur trøð og
sett nakrar benkur upp, og
harvið gjørt hetta til eitt
hugnaligt umhvørvið at
koma til. Hugsið serliga um
økið niðanfyri bygdahúsið.
Tað er ikki so øgiliga nógv,
sum skal til fyri at skapa
trivna í bygdini.
Fara vit eitt sindur longur
oman á hondbóltsvøllin, so
liggur fult av graslíki har
sum bara skal rullast út,
betur hevði verði um eisini
hegn bleiv sett upp rundan
um vøllin. Hondbóltsvøll-
urin er sera væl egnaður
hjá børnum og vaksnum at
spæla sær á. Hetta er eisini
nakað, sum tey ungu
kundu gjørt.
Eitt annað, sum eisini
kann nevnast, eru allar
gongugøturnar, bygningar
hjá kommununi, sum skula
viðlíkahaldast, royta illgras
sum veksur framvið øllum
gongubreytum, eisini kundi
man flutt hasa skrelli-
spannina, sum hongur á
hasum skeltinum uppi á
fløtuvegnum."Haldi
hon
hongur á skeivari síðu..???
+ sett enn fleiri skrellu-
spannur upp, sum eg haldi
tit eisini nevna í heftinum
tit sendu út. Her vóru í
hvussu er nøkur konkret
ting, sum kundu verði
gjørd.
Haldi at tað er bæði synd
og ein skamm, at man í
sjóvar kommunu ikki hevur
sett pening av til ung í
arbeiði í summar.
Eitt uppskot kundi verði,
at man deildi tey ungu upp
í hold so øll sluppu framat.
Tildømis kundi hvørt hold
arbeitt 2 til 3 vikur í part.
Kann tað veruliga passa,
at kommunan ikki hevur
ráð at brúka eitt sindur av
peningi til at fríðka um í
bygdini? Og samstundis
geva teimum ungu nakað
av arbeiði sum bara er sunt
fyri tey og sum fær tey at
føla seg sum ein part av
bygdartrivnaðinum.
Eg eri vælvitandi um at
tit longu hava planir á
borðinum viðvíkjandi t.d.
hondbóltsvøllinum,
men
fyri okkum borgarar sær út
sum at hetta ongantíð fer at
blíva til nakað og hví ikki
brúka tey ungu til hetta
arbeiði?
Annars kann man siga at
á Strondum er ikki so
galið!!!
Svenning Borg
Vágur
At Suðuroyggin er illani
fyri og serliga sunnara
helvt av Suðuroynni er vist
øllum greitt. Flakavirkið í
Vági, sum var eitt tað mest
framkomna í vesturheimin-
um, tá ið tað bleiv stongt,
hevur ligið mest sum stilt í
hesi tólv árini,síðan krepp-
an var.
Politikarnir stongdu tað,
men fyri at fáa flakavirkið
aftur at koyra, mugu polit-
ikkarnir eisini taka neyðug
stig,til at tað letur upp aftur.
Fiskavirking eigur at av-
takast, tað var jú meiningin,
at Fiskavirking bert skuldi
vera til í eini trý til fýra ár,
men sum ikki einaferð, so
sviku politikkarnir.
Nú sæst í bløðunum,at
samgongan er samd um, at
Fiskavirking skal seljast
samlað, altso øll virkini
undir einum, um eini trý til
fimm ár. Hvussu nógv
flakavirkisfólk heldur sam-
gongan eru eftir tá her
suðuri hjá okkum?
Skulu tey veruliga bíða í
fimm ár eftir at sleppa til
arbeiðis.
Meina tykur í samgong-
uni, at henda støðan skal
halda áfram í eini trý til
fimm ár, at flakavirkið skal
liggja virkisleyst í fimm ár
til, tá eru tykur líka hug-
sjónarleysur sum undan-
farna samgonga.
Flakavirkið eigur at blíva
selt til áhugaðar vinnulívs-
menn her á staðnum fyri
ein prís, sum virkið kann
forrenta, annað kann ikki
koma uppá tal,fyrst tá
verður arbeiði aftur á virk-
inum. Øll flakavirkini í
Fiskavirking skuldu verði
seld hvørt sær, til áhugaðar
á staðnum,har íð tey liggja,
fyri ein prís,sum virkini
kunnu liva við.
Sølan av Fiskavirking
átti ikki at snúð seg um,
hvussu nógv í landskassin
kann fáa burturúr at selja
Fiskavirking,men
heldur
um, hvar í virkini gjørdu
mest nyttu og góðu mest til
tað øki, har í tey liggja.
Havi ofta ímyndað mær
,tann aktivitet,sum hevði
verið í Suðuroynni,um til
dømis fíggjarmálastýrið lá í
Suðuroynni, 30-35 mill.kr.
útgoldnar í lønum, hvat
umsetning og trivna, íð tað
hevði skapt, eitt umfar av
pengum í oynni, sum hevði
havt eina nógv størri væl-
ferð, men men, her hava
politikkarirnir so dyggiliga
svikið, bæði lands og
kommunalpolitikkarnir, her
er ongi arbeiðspláss innan
umsiting.
Johan Dahl skrivar í
bløðunum um, at Suður-
oyggin eigur at gerast eitt
kraftsentur, eri púra samd-
ur, saman við hinum sam-
gongulimunum úr Suður-
oynni kann Johan byrja
hettar við at virka fyri,at
komandi granskingarpark
verður bygd í Suðuroynni.
Suðuroyggin
Viðmerkingar til Sjóvar Kommunu
Sofus Poulsen letur í dag
upp
listaframsýning
í
Smiðjuni í Lítluvík. Hans-
ara málningar eru bygdir út
frá Elduvík.
– Framsýningin er ein
tema-seria av føroyskum
bygdalagi. Tað er ein eks-
pressionisma, sum alíkavæl
hevur nógv við ljósið og tað
føroyska landslagið at gera,
sigur Sofus Poulsen úr
Leynum.
Summar
myndir
eru
grønligar, aðrar bláligar,
meðan onkrar eru meira
ljósar. Myndirnar eru hálv-
abstraktar bygdalags-varia-
tiónir, sum Sofus Poulsen
tekur til.
– Bygdin umboðar í
veruleikanum rútmur og
strikur. So tað verður ikki
til nakra endurgeving av
bygdini, men hálvabstrakt-
ar
bygdalags-variatiónir,
sigur Sofus Poulsen.
Tað er ikki fyrstu ferð, at
Sofus Poulsen er í Smiðjuni
í Lítluvík. Seinnu seks árini
hevur Sofus Poulsen havt
framsýningar har.
Sofus Poulsen letur fram-
sýningina upp klokkan tvey
seinnapartin í dag, og hon
verður opin til klokkan sjey
á kvøldi.
-hkm
Bergur Olsen
Veit nakar um ternubøli,
sum ikki eru merkt á kortið
?
Á sumri 2003 varð roynt
at skráseta øll ternubølini í
landinum, og mett varð
eisini um støddina á hvørj-
um bøli. Øll bølini eru sett
inn á kortið, men ivaleyst
eru onkur ternubøli, sum
vit ikki hava fingið við.
Veit nakar um ternubøli,
sum ikki eru merkt á kortið,
hevði eg tí verið fegin at
frætt um hetta á tlf. 222006.
Eisini ber til at senda email
til berguro@frs.fo.
Ætlanin er at telja
ternurnar á hvørjum
ári
Ætlanin er at halda fram
við hesi skráseting í nógv
ár fyri at kanna, hvussu
stovnurin broytist. Vit vita,
at broytingarnar hava verið
stórar, men tær eru ikki
skrásettar.
Í
summum
plássum hevur terna átt í
langa tíð, meðan hon flytur
nógv í øðrum plássum. Ikki
er neyðugt at órógva tern-
urnar so leingi fyri at meta
um, hvussu nógvar eiga í
einum bøli. Nóg mikið er at
fáa allar á flog og telja tær
skjótt í luftini. Roknað
verður so við, at fyri hvørj-
ar tríggjar, sum eru á flogi
eru tvey pør. Torført er tó at
fáa eitt neyvt tal, meðan tær
flúgva, men tað er nóg gott
til at vísa tær árligu broyt-
ingarnar, sum vanliga eru
stórar.
Fyrsta
landsumfatandi
teljingin av ternum fór fram
í 1981, tá Dorete Bloch
skipaði fyri eini fuglatelj-
ing, har 32 fuglateljarar lut-
tóku. Tá vórðu 104 ternu-
bøli funnin við tilsamans
1100 ternupørum. Seinasta
summar funnu vit 67 bøli
við tilsamans 7600 pørum.
Higartil tykist tað, sum um
minni er til av ternum í ár
og at færri ternur hava
vorpið, men teljingin er júst
byrjað.
Hvussu nógv kemur
undan ?
Stórur munur er eisini á,
hvussu nógvar ternupisur
koma undan tey ymisku
árini og hvussu tað eydnast
í teimum ymsu bølunum.
Seinasta summar doyðu
pisurnar t.d. í Nólsoy og á
Sandi, meðan eitt sindur
kom undan í Kaldbak, Vest-
manna og í Vágunum. Slík-
ar eygleiðingar taka longri
tíð, men tað eru nógv fólk,
sum fylgja væl við, hvussu
gongst ternunum, har tey
búgva. Kundu vit eisini
savnað hesar upplýsingar á
hvørjum ári frá summum
bølum, høvdu tær givið
eina góða ábending um,
hvussu støðan er. Um onk-
ur er áhugaður at luttaka í
eini slíkari skráseting av
ternunum í teirra øki, ella
longu hevur slíkar upplýs-
ingar liggjandi, eri eg
sjálvandi eisini áhugaður at
frætta frá teimum.
Føðin hjá ternuni
Føðin, sum ternur geva pis-
unum, er mest ternumurtur
og nebbasild, men av tí at
ternan bert fær stoytt seg
stutt niður í sjógvin, má
fiskurin standa ovarlaga í
sjónum, um ternan skal fáa
fatur á honum. Ternan er tí
meira viðkvom enn t.d.
lundi og lomviga, ið kunnu
kava djúpt eftir føðini. Tá
ið lítið er til av ternumurti
og nebbasild, gongur tað tí
ógvuliga skjótt út yvir
ternupisurnar, sum doyggja
í hungri. Ein betri vitan um,
hvussu ternurnar klára seg,
er tí samstundis ein betri
vitan um, hvussu stendur til
í havinum.
Norrønur sjófugla-
dátugrunnur
Ternubølini verða skrásett í
einum norrønum sjófugla-
dátugrunni undir Fiski-
rannsóknarstovuni.
Inn-
savningin av upplýsingun-
um fer fram í samstarvi við
nógv fólk ymsa staðni í
landinum, og skulu hesi
hava stóra tøkk fyri tað.
Formaðurin í Fuglafrøðife-
lagnum, Petur Mortensen,
hevur verið sera íðin, og
tveir
týskarar,
Jochen
Schreiber og Nina Seifert,
fylgdu gjølla við ternunum
í Kaldbaksbotni seinasta
summar og skrásettu og
taldu nógv ternubøli.
Ternubølini verða skrásett
Rætting
Í
lesarabrævi
hjá
Sunrid Hentze 6. juli
er eitt orð komið
skeivt fyri. Setning-
urin skal byrja so-
leiðis: "Í Noregi gera
politikarar alt fyri at
fáa fólkið út aftur á
smáplássini....."
Sofus í Smiðjuni
Bygdin umboðar í
veruleikanum
rútmur og strikur.
So tað verður ikki
til nakra endur-
geving av bygdini,
sigur Sofus Poulsen
Mynd: Jens Kr. Vang
C
M
Y
K
11
10