Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-02, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. mars 2015síða 24

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 NR. 2 I 2. MARS 2015 Vinnublaðið hjá Miðlahúsinum Heppin við fólki Framvegis er tað tó tað traditionella vaktar- haldið, sum er bulurin í virkseminum hjá Ansni, har trygdarvørar koyra frá tíðliga á kvøldi til tíðliga á morgni út til skip og bygningar, ið hava brúk fyri vaktarhaldi. – Hesin parturin av virkseminum er í Havn, Norðstreymoy, Eysturoynni og Klaks- vík, umframt at vit eru í Suðuroynni. Tað eru nógvar stórar og smáar fyritøkur, sum gera brúk av tí, og okkara fólk koma á staðið eina ella fleiri ferðir um kvøldið og náttina, alt eftir kundans ynski. Tá talan er um skip, so er tað annað hvørt so, at vit hava fasta vakt umborð ella at vaktarfólkini koma framvið av og á, sigur Helgi Justinussen. – Fleiri munnu eisini ásanna, at tað kann loysa seg at hava onkran, ið hevur eyguni við einum skipi ella einum bygningi, tá eingin annars átti at verið har. Tað er komið fyri, at vit hava sæð eitt innbrot ella tikið onkran í óðum verkum, og eisini hava vit bæði upp- dagað eld og fyribyrgt vatnskaða, so tað er huga ligt, tá vit og okkara starvsfólk uppliva, at tú kanst gera mun, tá tú ert árvakin. Uppgávurnar eru annars yvirhøvur nógvar og rættiliga blandaðar uppgávur, tí Ansni hevur føroysku økisnavnaumsitingina um hendi, passar veðurstøðina um náttina, bæði við at koyra veðurballón upp og umseta veður tíðindi til føroyskt, passar fløgg fyri fyritøkur og enntá saltar uttanfyri hjá summ- um fyritøkum, tá tað er hált, umframt at Ansni millum annað hevur vaktir á sam- býlum. Eisini hjálpir Ansni virkjum og stovnum við lásaskipanum, kameraskipanum og alarm- skipanum, sum fyritøkan selur, setur upp og heldur við líka, men sum kundarnir annars sjálvir sum oftast taka sær av. Og so er ein annar partur av virkseminum hjá Ansni er at taka sær av trygdini, tá bæði Norröna og onnur stór ferðafólkaskip eru inni, so óviðkomandi ikki kunnu fara umborð. – Hetta er ein partur av sokallaðu ISPS- skipanini, sum koyrir eftir altjóða reglum, og har vit so hava vakt standandi við land- gongdina og taka okkum av trygdini. Har kann eg so eisini nevna, at nú henda nógv um rødda sólarmyrkingin verður, koma vit at halda vakt við øll ferðamannaskipini, sum koma til Havnar og Klaksvíkar, sigur Helgi. Við so nógvum og fjølbroyttum virksemi sigur tað seg sjálvt, at krøvini til starvsfólkini eru stór, tí tað eru ikki øll, ið kunnu sleppa ígjøgn um nálareygað, tá Ansni leitar eftir nýggjum fólki. – Vit krevja eina reina revsiváttan og vilja fegin hava, at okkara starvsfólk eru skila fólk í allar mátar. Áðrenn nakar kemur upp á lønar- listan hjá okkum, er talan um ein tilgongd, har vit sera gjølla royna at tryggja okkum við sam røðu og øðrum, at tað eru røttu fólkini, vit seta í starv. Men tá tað er sagt, so haldi eg meg eisini kunna siga, at vit í Ansni hava verið stak heppin við fólki. Gjørt okkurt rætt Í summar eru tíggju ár liðin síðani fyrsta spíran til nýggju tilveruna hjá Helga Justinussen, og hóast gerandisdagurin væl- saktans er munandi øðrvísi, enn hann var tað á Politistøðini, er Helgi væl nøgdur við tað, hann í dag tekst við. – Eg havi so avgjørt ikki angrað, at eg fór í holt við hetta, hóast eg samstundis má viðganga, at eg ofta havi saknað politi- arbeiðið, tí mær dámdi tað so væl. Men tað, sum í grundini kanska koyrdi mest undir meg, so eg fór undir hetta í staðin, vóru svøvn gáv ur nar, sum einki eru at reypa av. Tí hevði eg ofta trupulleikar aftan á náttar vaktir- nar, tí tá var svøvnurin ofta einki serligur. Nú kemur tað hinvegin mestsum ikki fyri, at eg eri til arbeiðis um náttina, sigur hann. – Eitt, sum tiltalar meg øgiliga nógv við míni núverandi tilveru, er at eg ráði mær sjálvum. Tað eru kona mín og eg, sum eiga móður felagið, Cura, og hóast aðrir eigarar eis ini eru uppi í pørtum av virkseminum hjá Ansni í dag, so hava vit tað frælsi, vit ynskja okkum. Sum sagt, hevur fyritøkan nú níggju ár á baki, og spurdur, um hon er við at finna sína røttu legu og stødd, er Helgi greiður í síni út melding. – Fyrst og fremst, so hava vit gjørt okkum greitt, at skal Ansni vaksa meira, so skal tað vera við skili, tí hóast fleiri hava verið og luftað tankan um at leggja saman við øðrum, so vilja vit altíð treyta okkum, at so skal tað vera, tí talan er um líknandi virksemi sum tað, vit hava í dag. Ansni er sjálvandi ein fyri- tøka, vit vilja menna, men tað skal ikki vera fyri einhvønn prís, sigur hann og dylur ikki fyri, at hann er nøgdur við tað, sum er komið burtur úr higartil. – Um ikki so langa tíð fer talið á starvs- fólkum at tátta í tey 40, so okkurt munnu vit hava gjørt rætt hesi árini. Vinnuvangin: Helgi Justinussen Vit krevja eina reina revsiváttan og vilja fegin hava, at okkara starvsfólk eru skilafólk í allar mátar. Áðrenn nakar kemur upp á lønarlistan hjá okkum, er talan um ein tilgongd, har vit sera gjølla royna at tryggja okkum við samrøðu og øðrum, at tað eru røttu fólkini, vit seta í star