hósdagur 8. juli 2004síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 128 - 8. juli 2004
Nr. 128 - 8. juli 2004
13
Í sambandi við at
vísindafólk á Føroya-
málsdeildini góvu út
tríggjar bøkur, varð
skipað fyri almennari
móttøku í Loftsstov-
uni á Føroyamáls-
deildini hósdagin 1.
juli 2004
Fróðskaparsetur Føroya og
Føroya
Fróðskaparfelag
skipaðu fyri almennari
móttøku og tíðindafundi á
Føroyamálsdeildini
hós-
dagin 1. juli í sambandi við
tríggjar nýggjar bókútgáv-
ur.
Tað er Føroya Fróðskap-
arfelag, sum hevur givið
allar tríggjar bøkurnar út.
Turið
Sigurðardóttir,
lektari í bókmentafrøði
hevur skrivað bókina: Bók-
mentasøgur - Greinasavn.
Í bókini eru fimtan greinir
um evni, sum fevna frá 18.
til 20. øld. Flestu greinir-
nar hava staðið í ymsum
tíðarritum
tey
seinastu
umleið 15 árini. Greinirnar
viðgera føroyskar bók-
mentir og mentan, m.a. út
frá hugtøkum sum barokk-
ur, klassisisma, upplýsing,
romantikkur, modernisma
og postmodernisma.
Anfinnur Johansen, lekt-
ari í málfrøði, og Hans
Joensen, orðabókaritstjóri,
hava ritstjórnað bókina Mál
í mæti, sum er heiðursrit til
Jóhan Hendrik W. Poulsen,
professara, á sjeyti ára
degnum. Í bókini er savn av
greinum hansara skrivaðum
í eitt fjøruti ára tíðarskeið.
Höskuldur
Þráinsson,
Hjalmar P. Petersen, Jógvan
í Lon Jacobsen og Zakaris
Svabo Hansen hava skriva
nýggja føroyska mállæru
Faroese - An Overview and
Reference Grammar.
Fleiri talur vórðu hildnar
á móttøkuni av t.d. Zakaris
Svabo Hansen, Jógvan í
Lon Jacobsen, og Turið
Sigurðardóttir, sum eisini
las upp úr síni bók.
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir
føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar.
Brúdleyp
Í dag, 8. juli, giftast í Gråsten Hallbjørg Lamhauge,
Glyvrar, og Lars Andreasen, Brabrand.
Brúdleypsadr.: Bustrupvej 43, Dybbel, 6400
Sønderborg.
Dagurin
8. juli. Ketil biskupur. Hesin biskupurin í
Würtsburg í Týsklandi var ættaður úr Skotlandi.
Sankta Kilian, sum hann varð róptur, varð saman
við feløgum sínum Totnan og Kolonat tikin av
døgum í árinum 689. Í Norðurlondum fekk hann
navnið Ketil, ið eisini hevur verið brúkt sum
mansnavn í Føroyum. Navnið merkir hattur ella
hjálmur.
Tøkk
Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu, tá ið góða
mamma, vermamma, omma og langomma okkara
Anna Sofía Joensen
Lillan
Tórshavn
doyði og varð jarðað.
Tøkk til Lágargarð fyri tíðina, hon var har, og ein
serstøk tøkk til starvsfólki á Miðstovuni fyri at tit vóru
so væl um hana tey síðstu árini.
Tøkk fyri gávur til Parkinsonfelagið, og fyri góða hjálp
til jarðarferðina og ervið.
Eisini takka vit presti og sangarum, og øllum tykkum,
sum fylgdu henni til gravar.
Familjunnar vegna,
Sólrun, Jónvør, Helgi og Durita
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum tykkum, ið á ymiskan
hátt sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá elskaði
maður, pápi, verfaðir, abbi og langabbi okkara
Hallur Laskáfoss
fór heim til Harran.
Tøkk fyri peningagávuna til Zarepta.
Familjuna vegna
Elma,Valborg, Kristina, Sigrun, Poul Nolsøe,
Jóhan og Árni
Fróðskaparsetur Føroya og Føroya Fróðskaparfelag:
Vísindafólk á Føroyamálsdeildini
útgivið tríggjar bøkur
Høvið var hjá fólki at ogna sær bøkurnar og rithøvundarnir skrivaðu í tær. Her skrivar Jóhan Hendrik Winther Poulsen í bókina
Mál í mæti
Mynd: Jens Kristian Vang
Hjalmar Petersen lesur úr bókini Faroese – An Overview
and Reference Grammar
Mynd: Jens Kristian Vang
Fróðskaparfelag Føroya
hevur givið út tríggjar
bøkur, f.v. Jógvan í Lon
Jacobsen og Zakaris
Svabo Hansen við bókini
Faroese – An Overview
and Reference
Grammar, Turið
Sigurðardóttir við bókini
Bókmentir –
Greinasavn, og
Anfinnur Johansen við
bókini Mál í mæti
Mynd: Jens Kristian Vang
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Leygarmorgun 3. juli
møttust 21 ymiskir
Shellbilar við Leyna-
vatn við tíendamáli at
"yvirraska" starvs-
felagin Jóhan Somm-
er Jacobsen í Vest-
manna í sambandi
við hansara 30 ára
starvsdag
Hósdagin 1. juli var mót-
tøka á høvuðsdeildini hjá
Føroya Shell á Viðarnesi í
sambandi við at 30 ár vóru
liðin síðan Jóhan Sommer
Jacobsen í Vestmanna, van-
liga
nevndur
Sommer,
byrjaði at koyra hjá Shell.
Sama dag hevði Eyðun
Joensen, serviceteknikari í
Norðurstreymi, eisini 15
ára starvsdag.
Í tvær vikur hevði Ann-
finn
Jacobsen,
sonur
Sommer, sum eisini koyrir
oljubil hjá Føroya Shell,
fyrireikað eitt tiltak í Vest-
manna. Boð vóru send til
allar bilførarar hjá Føroya
Shell, (teimum sum tað bar
til hjá) um at vera við í
einum bilafylgi til Vest-
manna leygardagin 3. juli at
heilsa og ynskja Sommer
tillukku við 30 ára starvs-
degnum.
Leygarmorgun kl. 8.30
møttust 21 Shell tanga-
last- og servicebilar við
Leynavatn. Síðan var koyrt
til Vestmanna í einum
stórum bilafylgi. Tá teir
kom til Gassadal, bleiv
Sommer biðin um at hyggja
út gjøgnum vindeyga.
Fyrst visti hann ikki, hvat
hann skuldi halda um hetta
bilafylgið. Øll familjan og
allir starvsfelagar vistu av
tiltakinum, men Sommer
visti av ongum, fyrr enn
hann sá allar 21 bilarnar
koma koyrandi oman til
Vestmanna.
Bilafylgið koyrdi heilt
inn í bygdina til heimið hjá
Sommer, har hann var
staddur.
Yngri
sonur
Sommer, Hans Kári, hevði
goymt allar lyklarnar hjá
pápanum, til neyst, persón-
bil o.a. fyri at tryggja sær at
hann skuldi verða verandi
heima leygarmorgunin og
ikki fara ein túr oman í
neystið, sum hann er vanur.
Eftir at bilarnir høvdu
koyrt floytandi framvið
heiminum hjá Sommer,
koyrdu teir oman á kaiøki
og stóðu har á rað. Síðani
hevði
verdótturin, Ann
Mari, og familjan, skipað
fyri stórum morgunmatar-
borði fyri øllum bilførarun-
um og øðrum vitjandi.
Sommer fekk handað
eina myndarammu við ym-
iskum myndum, sum t.d.
frá hansara fyrsta arbeiðs-
degi, ymiskum tangabilum
og øðrum. Tað var sonurin
Annfinn, sum hevði savnað
myndirnar og handaði páp-
anum tær.
Fyri Sommer var alt hetta
eitt stórt upplivilsi - hann
visti av ongum, og hevði
ongan illgruna um at nakað
var áfatt. Hann helt tað vera
sera flott at bilar úr Havn,
Eysturoynni, Vágum og
enntá úr Klaksvík og Sand-
oy, vildu brúka ein leygar-
morgun til slíkt.
Jóhan Sommer Jacobsen
er 60 ára gamal, hann er
føddur 3. mars 1944 á
Slættanesi, har hann eisini
vaks upp. Sum 16 ára
gamal fór hann fyrstu ferð
til skips.
Hann flutti til Vestmanna
í 1964. Giftist í 1971 við
Olinu Poulsen, ið er ættað
úr Hósvík. Tey eiga 3 børn:
Annfinn, 37 ár, hann er
útlærdur timburmaður, og
koyrir í løtuni sum oljubil-
førari hjá Føroya Shell í
Havn, Malan, 31 ár, hon er
sosial- og sunnheitsassi-
stentur, og arbeiðir á Lágar-
garði í Havn, og Hans Kári,
25 ár, hann hevur nýliga
fingið prógv sum skipari og
lesur nú víðari til skipsfør-
ara.
Sommer koyrdi í árunum
1967-74 kranabil hjá Stein-
grím Simonsen í Vest-
manna.
1. juli í 1974 byrjaði
hann sum oljubilførari hjá
Shell í Vestmanna, har
Jóannes Fonsdal var um-
boðsmaður.
Tá
Jóannes
Fonsdal
doyði, yvirtók Sommer
oljuavgreiðsluna, meðan
kona Jóannes, Súnfríða,
framvegis hevur Shell-
Støðina í Vestmanna.
Jóhan Sommer Jacobsen, Vestmanna:
Tikin á bóli av
Shell-manning
Jóhan Sommer Jacobsen við myndarammuni hann fekk frá starvsfeløgunum í samband 30 ára starvsdagin
Mynd: Tórður Poulsen
Allir 21 Shellbilarnir stóðu á kaiøkinum í Vestmanna, meðan starvsfelagarnir hjá Sommer fingu kaffi og morgunbreyð í
heiminum
Mynd: Tórður Poulsen
Gunnar Jacobsen, vinstru megin, sum er Statoil umboðsmaður í Vestmanna, kom eisini inn á
gólvið
Mynd: Tórður Poulsen
Snorri á Steig, Shell umboðsmaður í Vágum, heilsar her upp á Sommer. Teir eru starvsfelagar
og vórðu konfirmeraðir saman í Sandavági
Mynd: Tórður Poulsen
C
M
Y
K
13
12