Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-07-08, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. juli 2004síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 128 - 8. juli 2004 15 Toyota við í Topp-3 Toyota liggur nú sum nummar trý á mest um- fatandi týsku kanning- ini hjá ADAC Auto MarxX um "besta bil- merki". Hetta er fyrstu ferð at eitt ikki týskt bilmerki kemur so langt. Nr. 1 er Merce- des-Benz og nr. 2 er BMW Kelda: www.bilpriser.dk 1. millión Mégane II Eftir at hava verið á marknaðinum í 20 mánaðir, eru longu seldir 1 millión av nýggja Renault Mé- gane II. Bilurin er ein av mest seldu bilum í Evropa Kelda: Volvo Personvogne A/S Fleiri stjørnur til Golf Nýggi VW Golf fekk nýliga fleiri stjørnur í EuroNCAP krasjtest- unum. Hann fekk t.d. góðan karakter fyri vernd av børnum í bil- inum og fyri at vera sera fótgangaravinar- ligur Kelda: www.semler.dk Hjá P/F Wenzel í Havn hava tey nú fingið eina einfalda og framkomna heimasíðu, www.wenzel.fo, sum er sera løtt at arbeiða við hjá starvsfólkum. Designarin av heima- síðuni er Olav Peter- sen, langabbasonur gamla Wenzel Petersen WWW.WENZEL.FO Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Tað verður meira og meira brúkt at fólk vitja tær ymisku heimasíðurnar hjá bilasølunum, tá tey hyggja sær eftir einum nýggjum ella brúktum bili. Hjá Ford umboðnum, P/F Wenzel, hava tey nú fingið eina einfalda og framkomna heimasíðu, sum er gjørd av Olav Petersen, sum býr í Odder, sunnan fyri Århus. Olav er 29 ára gamal og útbúgvin heimasíðudesign- ari. Hann hevur specialiser- að seg í í ASP (Active Serv- er Page). Nú hevur hann gjørt eina sera einfalda heimasíðu, sum er løtt at arbeiða við, bæði hjá starvsfólkunum í fyritøkuni og hjá brúkarunum. Hjá starvsfólkunum er skipanin so løtt at arbeiða við, at um tey als einki halda seg duga við teldum, kunnu tey uttan trupul- leikar logga seg inn og broyta ella uppdatera heimasíðuna eftir egnum ynski. Olav er langabbasonur stovnaran av fyritøkuni, Wenzel Petersen. Tað hong- ur soleiðis saman at Johs Petersen var sonur Wenzel Petersen, og stjórin hjá P/F Wenzel, Petur S. Petersen, er sonur Johs, og Olav er sonur Petur. Petur og konan Mar- grethe, sum búgva í Vest- manna, eiga seks børn, fýra dreingir og tvær gentur. Olav er nummar 4 í røðini. P/F Wenzel, Tórshavn: Nýggja einfalda og framkomna heimasíðu Olav Petersen, langabbasonur gamla Wenzel Petersen, hevur gjørt eina sera einfalda og framkomna heimasíðu til P/F Wenzel. Heimasíðan hjá Olavi sjálvum er: http://www.xnet-design.dk/ Mynd: Jens Kristian Vang 15 Nr. 128 • hósdagur • 8. juli 2004 • 78. árg. NISSAN PRIMERA 2.0 Árg 1998, Km 55.000. OZ-felgur og píkadekk fygja við. Kr. 90.000. Tel. 221176 Leygardagin 10. juli verður opið hús við móttøku hjá nýggju fyritøkini, Nordcar, við Ringvegin úti við Velbaðstaðvegin í Havn. Fyritøkan umboðar bilmerkini BMW og Fiat BILASØLA Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Hálvan apríl 2004 yvirtók nýggja felagið, Nordcar, umboðini fyri BMW og Fiat í Føroyum. Arbeiðsumstøðurnar hava ikki verið serliga góðar við Velbastaðvegin, síðan teir byrjaðu. Vegna vegarbeiðið hevur verið ringt at koma til, og alt økið rundan um bygningin hevur verið eitt stórt arbeiðspláss. Nú er alt so gott sum lið- ugt, og ein nýggj innkoyr- ing er gjørd frá Velbastað- vegnum. Á goymslu hava teir fingið eitt stórt úrvæl av bæði FIAT og BMW, m.a. tann nýggja BMW 520i og tann nógv eftirspurda Fiat Panda, ið var valdur til ársins bil í Evropa í ár Fyritøkan er deild upp soleiðis, at mekaniski verk- staðurin og plátuverkstað- urin koyra sum sjálvstøð- ugar eindir. Aron Justinus- sen rekur mekaniska verk- staðin undir navninum BF- Service, og Sofus Lognberg rekur plátu- og lakkerings- verkstaðin. Bilsøluni tekur Jens Petur Jensen sær av, umframt at hann er stjóri felagsins. Goymsluni tekur Jákup Klein Olsen sær av, hetta hevur hann eisini gjørt tey seinastu 13 árini. Hesir báðir seinast nevndu eru partaeigarar í fyritøk- uni. Felags móttøka og tele- fonnummar fyri allar deildirnar er: 30 80 80 Jens Petur Jensen sigur, at nú alt er komið upp á pláss, bjóða teir til móttøku leygardagin 10. juli frá kl. 10-16, og vænta teir at síggja nógv vitjandi hendan dagin. Møguleiki verður fyri at hyggja runt í húsin- um og royna nýggjar og brúktar bilar, sjálvandi verður eisini kaffi og okk- urt gott afturvið, upplýsir Jens Petur Jensen, stjóri í Nordcar. Opið hús hjá Nordcar leygardagin Sofus Lognberg rekur plátu- og lakkeringsverkstaðin. Mynd: Jens Kristian Vang Jákup Klein Olsen er goymslumaður og partaeigarari í fyritøkuni Mynd: Jens Kristian Vang Aron Justinussen rekur mekaniska verkstaðin undir navninum BF-Service Mynd: Jens Kristian Vang Leygardagin 10. juli frá 10-16 verður opið hús við móttøku hjá Nordcar við Ringvegin úti við Velbaðstaðvegin í Havn. Jens Petur Jensen tekur sær av bilasøluni, umframt at hann er partaeigari og stjóri felagsins Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 14 http://www.sosialurin.fo http://www.sosialurin.fo http://www.sosialurin.fo http://www.sosialurin.fo http://www.sosialurin.fo http://www.sosialurin.fo http://www.sosialurin.fo http://www.sosialurin.fo http://www.sosialurin.fo