Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-02, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. mars 2015síða 44

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 10 l 2. mars 2015 4 vikutíðindi Týsdagin 24. februar fingu starvs­ fólk­ini hjá Reyni Service frálæru frá Jógv­ani Jensen, instruktøri hjá Ansni Til­búgving, í at veita lívbjargandi fyrstu­hjálp og at duga at brúka ein hjarta­startara. Skeiðið varð hildið á Hotel Føroyum fyri starvsfólkunum hjá Reyni Service, bæði tey sum arbeiða í Hoyvík og í Klaks­vík, har Jógvan Jensen hevði sera góða og gevandi frálæru. Jógvan sigur, at tað er hugaligt at staðfesta at starvs­fólkini hjá Reyni Service hava víst sína vitan í verki um lívbjargandi fyrstu­hjálp. Starvsfólkini kunnu eisini koma út fyri at hava brúk fyri hesi vitan utt­an fyri arbeiðstíð í sambandi við síni frí­tíðar­ítriv sum t.d. tá tey eru til ítrótt, til handils, í ferðsluni, úti í náttúruni ella tá tey eru og ferðast saman við familj­uni bæði í Føroyum og uttanlands. Starvs­fólkini hjá Reyni Service eru samd um, at undirvísingin hevur verið sera professionel og læru­ rík. – Hetta við at duga at brúka ein hjartastartara er ein trygd fyri bæði starvsfólk og kundar okkara. Tí líka so týdningarmikið sum tað er at selja góðar og tryggar bilar er tað at hugsa um trygdina hjá starvsfólkum og við­ skifta­fólkum. – Nógvar fyritøkur eru í økjunum har vit arbeiða, bæði í Hoyvík og Klaksvík við hópin av starvsfólkum og kundum, so her kann alt henda. Vit hava hjarta­ start­arar á báðum deildunum, so tað var gott at fáa frálæru í hvussu teir skulu brúkast. Nú eru vit umleið 50 starvs­fólk við førleika í at veita lív­ bjarg­andi fyrstuhjálp og duga at brúka ein hjarta­start­ara, sigur Sámal av Reyni, stjóri hjá Reyni Service. Lívbjargandi trygd fyri starvsfólk og kundar »Hjartastartarin er ein trygd fyri bæði starvsfólk og kundar okkara« Starvsfólkini hjá Reyni Service fáa frálæru frá Jógvani Jensen, instruktøri hjá Ansni Tilbúgving