mánadagur 2. mars 2015síða 46
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 10 l 2. mars 2015
6
vikutíðindi
Vilmund Jacobsen
Í Várperlu á Heiðavegi 10 í Runavík
hava tey fingið nógva nýggja vøru,
og onnur nýggj vøra fer at koma, sum
næstu vikurnar ganga.
– Vit hava fingið ymiskar prýðislutir,
útifigurar, urtapottafjalarar og ymisk
at pynta við til páskirnar.
Anna Hansen, sum eigur og rekur
Várperlu, heldur, at handilin er spenn
andi og áhugaverdur, og tað verður
hann ikki minni, sum vikurnar ganga.
– Í løtuni selja vit mest av
urtapottum
við
tulipanum
og
páskaliljum, sum eru byrja at spíra.
Vit selja eisini tað, sum rópt verður
primula-blomstur, ið eru rættiliga
litrík og kunnu blomstra meira enn
einaferð um árið.
Anna sigur, at enn er ov tíðliga til
summarblomstur - og heldur seint at
seta leykir niður.
– Men, so skjótt, sum sólin sær
onkra løtu, hava fólk hug at fara út
um at stákast í urtagarðinum, leggur
hon aftrat.
Ymiskar tænastur
Aftrat sær í Várperlu hevur Anna eina
kvinnu, sum arbeiðir hálva tíð. Tað er
Mona Hansen, sum hevur arbeitt hjá
blómuhandlinum tað mesta av einum
ári.
Várperla selur eisini kransar,
dekoratiónir, blómur og bukettir til
jarðarferðir, eins og tey fara út og
pynta kistu og hølir til jarðarferðir og
ervi.
– Vit hava soleiðis bæði blómuprýði
og ymiskt borðprýði. Harumframt
hava vit gravarprýði og gravarljós.
Tá talan er um brúdleyp, hevur
Várperla eisini brúðarbukettir, eins
og vit leiga út stakar og ymiskt borð
prýði.
– Í útboðnum hjá okkum eru eis
ini stearinljós, olju-og el-lampur og
góðgæti við sukuri og við ongum
sukuri. Vit hava kurvar og skálir, sum
kunnu fyllast eftir ynski, bæði við
góðgæti og frukt, sigur eigarin av
blómuhandlinum, Anna Hansen.
– So skjótt, sum sólin sær onkra løtu,
hava fólk hug at fara út í urtagarðin,
sigur Anna Hansen, sum eigur og rekur
blómuhandilin Várperlu í Runavík
Vest
menn
ingar
fáa svar
upp á
orku
spurn
ingar
Mikukvøldið
fara fýra
»tungir« dreing
ir at greiða frá
um orku-og
orkusparing í
Vektarbúðini
í Vestmanna
Vilmund Jacobsen
Mikukvøldið 4. mars klokkan
19 verður høvi hjá áhoyrarum
at fáa neyva kunning um
orku, sparing av orku og
annað í hesum sambandi,
tá stórur fundur verður í
Vektarbúðini í Vestmanna.
Sambært fundarskránni
fara fýra »tungir« dreingir
innan økið at greiða frá, og
eftir framløgur verður eisini
høvi hjá fundarfólki at seta
spurningar.
Meinhard
Eliasen
frá
Jarðfeingi, Áki Mortensen frá
Hiti.fo, Baldvin Hardarson frá
Hitamyndir.fo og Jens Pauli
Dahl frá RenoVent fara at
greiða frá.
Umframt framløgur og
høvi at seta spurningar,
verður
eisini
høvi
hjá
fundarluttakarum at keypa
kaffi og køkur í Vektarbúðini
hetta kvøldið.
Tað spírar í Várperlu
í Runavík
Útboðið hjá Várperlu er fjølbroytt við ymiskum prýði
– Í løtuni selja vit mest av urtapottum við tulipanum og
páskaliljum, sum eru byrja at spíra. Vit selja eisini primula-
blomstur, ið eru rættiliga litrík, sigur Anna Hansen