Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-07-08, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. juli 2004síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 128 - 8. juli 2004 Nr. 128 - 8. juli 2004 17 8. juli 1979 byrjaði tann regluliga koyr- ingin hjá Bussleiðini í Havn. Í sambandi við 25 ára føðingardagin hjá Bussleiðini, bjóð- ar býráðið karamellur til tey ferðandi í býbussunum í dag BUSSKOYRING Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Tey sum ynskja sær ó- keypis karamellur hósdagin kunnu fara ein túr við Bussleiðini í Havn, tí tá hevur Bussleiðin 25 ára føðingardag, og Tórshavnar býráð bjóðar ókeypis Quality Street karamellur. Tað var tann 8. juli 1979 at regluliga koyringin hjá Bussleiðini í Havn byrjaði. Tórshavnar býráð keypti tríggjar Volvo VBK bussar til endamálið. P/F Bil rak hesar bussar fyri býráðið tey fyrstu árini. Táverandi býarverkfrøðingurin, Vøgg Guttesen, hevði ábyrgd av bussleiðini. Býurin var ikki so stórur tá. Til dømis koyrdu buss- arnir bert nakað niðan eftir Sundsvegnum, teir vendu, har sum vegurin snarar inn á Vegin Langa. Koyrandi var ikki millum Sundsvegin og Vegin Langa. Í 1983 bleiv Bussleiðin umskipað soleiðis, at fýra busseigarar áttu og róku hvør sínar tveir býbussar, teir vóru: Arni Berg, Gun- leif Danielsen, Sámal Blá- hamar og Mourits Mourit- sen. Allir høvdu teir sátt- mála við býráðið. Síðan 1. februar 2003 hevur Mourits Mouritsen átt og rikið allar býbuss-ar- nar í Havn Gundur Johannesen í Kollafirði hevur rikið Bussleiðina millum Havn- ina og Kollafjørð síðan januar 2001. Busskoyring í Havn er annars ikki nakað nýtt fyribrigdi. Fyri 60 árum síðan, í 1944, byrjaði Óli Arge við skipaðari buss- koyring millum miðbýin, hospitalið, og Sanatoriið í Hoydølum. Eisini aðrir hava roynt seg við privatari busskoyring í Havn. Bussleiðin 25 ár: Ókeypis karamellur í býbussunum Ein av fyrstu Volvo VBK bussunum í Steinatúni. Havnarborgarar tóku væl ímóti bussleiðini Í juni 1979 komu teir tríggir fyrstu býbussarnir til landið og 8. juli byrjaði regluliga koyringin hjá Bussleiðini í Havn. Ein av hesum bussunum koyrdi í yvir 20 ár sum býbussur - tey seinnu árini sum eykabussur Mynd: Myndaárbókin - árið ið fór 1979 Hildebrand Midjord, bussførari, er tann sum hevur koyrt longst hjá Bussleiðini í Havn. Hann byrjaði 1. juli 1980, tá P/F Bil rak bussarnar fyri Tórshavnar býráð, og síðan hevur hann koyrt hjá Mourits Mouritsen, 24 ár tilsamans Lýsing hjá Ole Arge í 1944. Fyrsta skipaða busskoyringin í Havn UTTAN ÚR HEIMI CIA duldi upplýsingar Longu undan krígnum í Irak fekk amerikanska fregnartænastan at vita, at irakar høvdu eingi hópoyðingarvápn, og at landið var givið við royndunum at gera slík vápn. Men CIA valdi kortini ikki at geva George W. Bush, forseta upplýsingarnar. Hetta kom fram undir avhoyringum í Senatin- um herfyri, skrivar The New York Times. Ein nevnd hjá Senatinum hevur kannað umstøður- nar undan krígnum í Irak. Hon fer at al- mannakunngera eina frágreiðing seinni í vikuni, og sum skilst fer nevndin at finnast hvassliga at leiklutinum hjá CIA. Talsmenn hjá CIA verja seg við at siga, at fregnartænastan helt ikki upplýsingarnar úrt Irak vera serliga sannførandi. George Tenet, sum fór úr stjórastarvinum í CIA fyri einum mánað síð- ani, sleppur heldur ikki undan atfinningum í frágreiðingini hjá senatsnevndini, skrivar The New York Times. Fleiri skip steðgað Síðani tann 1. juli hava amerikanskir myndug- leikar noktað 19 út- lendskum skipum at koma í havn í USA. Tær nýggju altjóða trygdarreglurnar, sum skulu forða yvirgangi, og sum umfata skip og havnir, komu í gildi tann 1. juli. Amerikanska sjó- verjan sigur, at tey 19 skipini sluppu ikki í havn, tí tey luku ikki treytirnar í teimum nýggju reglunum. Sam- stundis verður upplýst, at 30 onnur útlendsk skip, sum lógu í ameri- konskum havnum tann 1. juli, eru ikki sloppin útaftur, tí tey luku ikki trygdarreglurnar. Einki verður sagt um, hvørjum londum skipini eru úr. 147 lond hava staðfest tær nýggju trygdarregl- urnar ímóti yvirgangi. Í reglunum stendur mill- um annað, at allar havnir og øll skip oman fyri 500 tons skulu hava reglur um, hvussu tey skulu verja seg ímóti yvirgangi. Koyra alt ov skjótt Nógv teir flestu bilførar- arnir í Danmark halda seg niðan fyri hámarks- ferðina á vegunum, men kortini eru tað nøkur, sum hava ilt við at lætta fótinum av speedaran- um. Herfyri samtyktu politikararnir, at tey, sum koyra ov skjótt, skulu revsast harðari enn fyrr, men sambært løgregluni eru tað nøkur, sum ikki lata seg ávirka av tí. Asger Kristensen hjá ferðsluløgregluni sigur við Jyllandspostin, at í mai og juni steðgaði løgreglan 210 bilførar- um, sum koyrdu so skjótt, at teir mugu til koyriroynd av nýggjum. Á Ráðnum fyri Ferðslu- trygd vænta tey, at ímill- um 1200 og 1500 danir fara at missa koyrikortið í ár, tí teir koyra ov skjótt. Í einum átaki í mai og juni tók løgreglan 134 bilførarar, sum koyrdu meiri enn 160 kilomet- rar um tíman, hóast teir bert høvdu loyvi at koyra í mesta lagi 130 kilometrar um tíman. Á teinum, har hámarks- ferðin er 110 kilometrar um tíman, tók løgreglan 76 bilførarar, sum koyrdu meiri enn 160. Blað bað um umbering Týsdagin brúkti ameri- kanska blaðið The New York Post alla forsíðuna til at siga frá, at demo- kratiska forsetavalevnið, John Kerry, hevði gjørt av at velja sær Dick Gephardt til varaforseta- evni. Á forsíðuni var eisini ein mynd, har teir báðir tosaðu saman. Men nakrar fáar tímar eftir at blaðið var komið út, kunngjørdi John Kerry, at hann hevði valt sær senatorin John Ed- wards til varaforseta- evni. Blaðstjórin á The New York Post, Col All- an, sigur við tíðinda- stovuna AP, at blaðið helt seg hava fingið álít- andi upplýsingar um, at Kerry fór at velja Gep- hardt, men at hetta tí- verri vísti seg at vera ósatt. Vit hava tí ikki annað í at velja enn at biðja lesarar okkara um umbering, sigur Col Allan. Hetta er ikki fyrstu ferð, at The New York Post mistekur seg. Í oktober í fjør fanst blaðið hvassliga at kurvabóltliðnum New York Yankees, tí tað hevði tapt ein dyst kvøldið fyri. Trupul- leikin var, at liðið tapti ikki. Nógvir týskarar eru í øðini, tí ein filmur um mannaátaran Armin Meiwes hevur fingið almennan stuðul MANNAÁT Árni Joensen fartekst@mail.dk Fyri einum lítlum hálvum ári síðani fekk týskarin Armin Meiwes átta ára fongsul fyri at hava dripið og etið ein mann, sum hann var komin í samband við ígjøgnum alnótina. Í rættin- um vísti tann ákærdi eina sjónbandsupptøku, sum hann sjálvur hevði gjørt av tilburðinum. Nú hevur filmsmaðurin Rosa von Praunheim gjørt av at gera ein film um Arm- in Meiwes. Filmurin hevur fingið heitið "Títt hjarta í mínum heila", og upptøkur- nar byrja í desember. Nógvir týskarar eru harð- liga ímóti ætlanini, og mong eru í øðini um, at myndugleikarnir hava latið filmvkvinnuni 150.000 krónur í stuðuli til at gera filmin. Rosa von Praunheim, sum hevur gjørt umleið 50 filmar, letur seg ikki ávirka av atfinningunum. – Hvussu ofta siga vit ikki, at "eg eri so góður við teg, at eg kundi etið teg", sigur hann við tíðindastov- una Reuters. Tann 51 ára gamli John Edwards kann vísa seg at vera tað rætta valið hjá John Kerry á amerikanska forsetavalinum í heyst USA Árni Joensen fartekst@mail.dk Tey flestu mundu vænta tað. John Edwards verður varaforsetaevni hjá demo- kratinum John Kerry á forsetavalinum í USA í heyst. Tann 51 ára gamli sena- torurin og ríkmaðurin úr Norður Karolina hevur ver- ið senatorur síðani 1998. Hann er kendur sum ein sera góður røðari og hevur lætt við at tosa við tíðinda- fólk. Áðrenn hann fór upp í politikk, arbeiddi John Edwards sum sakførari í heimstatinum Norður Karolina. Men tá hann í 1996 misti sín elsta son í einari ferðsluvanlukku, gjørdi hann av at gevast við sakførarayrkinum og at fara upp í politikk ístaðin fyri. Tvey ár seinni varð hann valdur í Senatið. Politiskir eygleiðarar í USA siga, at John Edwards kann gerast munurin á forsetavalinum í heyst. Tað eru tey, sum siga, at John Kerry bliknar undir liðini hjá John Edwards. Sjálvur roynir Edwards at sannføra amerikanararnar um, at teir eiga at velja Kerry heldur enn Bush í heyst. – John Kerry hevur alt, sum einum amerikonskum forseta tørvar, og eg fari at gera alt, fyri at hann verður okkara næsti forseti. Tí biðið eg tykkum hjálpa mær í hesum stríðnum, segði John Edwards, eftir at hann var vorðin tilnevndur varaforsetaevni. Gera film um týska mannaátaran Hann kann gera mun John Kerry og John Edwards hava sett sær fyri at fella George W. Bush og Dick Cheney í heyst Myndir: Reuters C M Y K 17 16